mánadagur 14. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. januar 2019 · Nr. 5
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Danmark
spældi
leygarkvøldið
annan dystin í HM-endaspælinum
í manshondbólti, sum er í Danmark
og Týsklandi í hesum døgum. Før
oyski Jóhan á Plógv Hansen fekk
sín fyrsta endaspælslandsdyst fyri
Danmark.
Havnarmaðurin, sum er upp
vaksin í Kyndli, spældi í eitt gott
korter í seinna hálvleiki. Tað
bleiv til tvey mál og eitt upplegg í
skjótalopi, tá bólturin fór út til inn
kast. Hartil rakti hann eisini stong
ina, tá hann royndi seg við hegnis
ligum skoti úr høgru.
Danmark hevði fult tamarhald
á dystinum, hóast Tunesia kunnu
verða torførir at spæla í móti. Teir
eru stórir og sterkir, men danska
liðið hevði lisið uppá. Stóran
stjørnan á danska landsliðnum,
Mikkel Hansen, bleiv toppskjútti
saman við Rasmus Lauge. Teir
fingu hvørsíni sjey mál. Dysturin
bleiv spældur í Boxen í Herning
framman fyri ovurfegnum donsk
um áskoðarum.
Ótrúligt
Fyri Jóhan á Plógv Hansen var
tað eisini ein stórhending, tí hetta
var fyrsti dystur hansara í einum
endaspæli á danska landsliðnum.
– Tað var ótrúligt. Eg fekk gásar
hold, tá tjóðsangurin varð sungin,
og tá navn mítt varð rópt upp. Tað
er størsta upplivin, eg havi havt í
hondbóltstíð míni higartil, sigur
hann.
Vongspælarin frá Bjerringbro-
Silkeborg kom á vøllin í øðrum
hálvleiki tá umleið eitt korter
var eftir av dystinum, og tann 24
ára gamli vongspælarin náddi at
skora tvey mál í 36-22 sigrinum hjá
Danmark.
– At sleppa at spæla eitt HM
og so á heimavølli, tað verður ikki
størri. Eg haldi, at eg fái trupult við
at sovna í kvøld. Tað hevur verið
ein stórur dagur.
Hann fekk boðini um, at hann
skuldi gera seg kláran til dyst
fríggjamorgunin, tá tað var greitt,
at Hans Lindberg ikki náddi at
gerast klárur eftir skaða, hann fekk
í dystinum hósdagin móti Kili.
Jóhan á Plógv Hansen heldur
tað vera óheppið, at ein skaði hjá
Hans Lindberg skuldi vera orsøkin
til, at hann fekk sín fyrsta dyst í
endaspæli.
– Lindberg er ein fantasitskur
spælari, sum hevur givið lands
liðnum nógv í rættiliga nógv ár.
Eg minnist ikki eitt landslið uttan
hann.
– Hann hevur verið mín fyri
mynd í mong ár, so tað er sjálvandi
spell, men eg fari at gera tað, eg
kann, at fylla skógvarnar hjá hon
um.
Jóhan á Plógv Hansen hevur
áður spælt fyri føroyska hond
bóltslandsliðið, men í 2013 valdi
hann at skifta hondbóltstjóðskap.
– Tað havi eg ikki angrað. Men
eg havi ikki torað at hugsað so
stórt. At sleppa at spæla HM á
heimavølli, tað er ótrúligt.
– Tú ert noyddur at taka nakrar
kjansir í lívinum. Fyri meg var
hetta tað rætta valið, sigur hann.
Hann er eisini við í bólkinum til
næsta HM-dystin, sum Danmark
spælir mánadagin ímóti Saudi-
Arabia.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Størsta ítróttarliga
upplivingin
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
t
Hetta
kunnu vit
gleðast
um
Hetta vikuskiftið hevur verið eitt
rímiliga gott vikuskiftið fyri føroyska
liðítrótt – haldi eg. Vit eiga okkara fyrsta
hondbóltsspælara í einum HM-endaspælið
fyri vaksin, vit hava vunnið tveir greiðar
landsliðssigrar á Grønlandi, meðan
Venjarafelagið tykist hava funnið røttu
loysnina til eina vetrar fótbóltskapping.
Ókey. Eg skal byrja við tí, sum øll
helst hugsað. Hevði Jóhan á Plógv
Hansen bara spælt á føroyska
landsliðnum. Meginparturin av føroyska
hondbóltsheiminum gleddist, tá
havnarmaðurin kom á vøllin fyri Danmark
og skoraði tvey mál, men tað eru eisini
tey, sum fílast á at hann fekk gásarhold,
tá danski tjóðsangurin ljóðaði. Tað kundi
kanska ljóðað eitt sindur betri, men eg giti
eisini vit høvdu fegnast, um ein spælari við
útlendskum uppruna sang okkara tjóðsang
og var stoltur av at umboða Føroyar.
Tað mest gleðiliga við hesum vikuskiftinum
er, at vit hava lært av feilinum. Orsøkin
til at Jóhan á Plógv Hansen endaði
sum “danskari”, er at vit høvdu einki
landsliðsarbeiði. Hetta er okkara egni
feilur. Tað er eisini alt ov lætt at krevja
loyalitet av øðrum. Vit skuldu havt kravt
hatta av okkum, so komu vit aldrin í hesa
støðuna.
Vit síggja nú úrslitið av, at
Hondbóltssambandið og hondbóltsføroyar
tóku seg saman. Vit hava landsdystir
og landsliðsarbeiði, ið lýkur krøvini ein
seriøsur hondbóltsspælari hevur krav
uppá, tá hann velur at satsa alt sítt lív upp
á hondbólturin. Vit hava nú eitt landslið í
rúkandi menning. Lat okkum gleðast um
tað!
Her at enda vil eg eisini rósa
Venjarafelagnum, sum tykist hava stáplað
upp á beinini eina venjarakapping, sum
hevur undirtøku. Leisturin, við einum
fullum umfari fyri hvør vikuskiftið í
skipaðum umstøðum, er tað vit hava leitað
eftir. Frálíkt!
trondur@sosialurin.fo
Jóhan á Plógv:
Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey mál í 36-22 sigrinum á
Tunesia í HM-endaspælinum leygarkvøldið. - Tað er størsta
upplivin, eg havi havt í hondbóltstíð míni higartil, sigur hann