Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Árni Gregersen Líka síðani ár 2000 er ar­beitt við at gera eina nýggja náttúru­vernd­ar­ lóg í Føroyum. Loksins er komið so væl áleiðis, at eitt upp­ skot um eina náttúru­ marg­feldis­lóg verður løgd fyri tingið í komandi mánaða. Nýggja lógin um­fatar nógv meira enn gamla lógin og gevur myndug­ leik­unum munandi størri heimildir at hava eftirlit við um brot verður framt á lógina. Tað verður lands­ stýris­maðurin við um­ hvørvis­málum, sum fær høvuð­sábyrgdina av um­ hvørvis­eftirlitinum. Hjá øðrum myndug­ leik­um kann tað vera við­kom­andi at hava eyguni við virknaðinum av vinnu­ligum virksemi, sum myndugleikarnir hvør í sínum lagi hava fyri­sit­ingar­liga ábyrgd av. At eftirlitsuppgávan ligg­ur hjá tí almenna, er ikki til hindurs fyri, at eftirlitsmyndugleikin heilt ella fyri ein part bygg­ir á upplýsingar, sum eru innheintaðar frá privat­um vinnuvirksemi. Tann, sum eftirlit verður havt við, ella tann, sum hevur ábyrgdina av virk­seminum, skal veita teim­um, sum útinna eftir­litið, neyðuga hjálp og kunning. Hvat ið er at meta sum neyðug hjálp og kunning, veldst um eina ítøkiliga meting við støði í um­ støð­unum í tí einstaka máli­num. Yvirhøvur má krevjast, at hjálpin og kunningin skal vera neyðug til at gera eftirlitið ført fyri at føra eftirlit við, at lógin verður hildin. Henda ásetingin er al­menn og skal síggjast saman við ásetingini um kanningarvirksemi og ásetingini um upp­lýs­ing­ ar- og fráboðanarskyldu sum, ásetur, at eftir­ lits­myndug­leikin kann steðga fólki og førum, tá ið tað krevst til at útinna eftir­litið. Ótarnaða atgongd Eftirlitsmyndugleikin og løgreglan hava ótarnaða at­gongd at ogn, tá ið tað krevst til at útinna upp­ gávur eftir lógini. Sum ogn skulu skiljast jarðar- og vatn­økir og bygn­ingar, konstruk­tión­ ir og støðir. Ásetingin hevur serliga týdning fyri innan­garðs­ jørð og privatar vegir. Tað verða í høvuðsheitum eftir­lits­myndugleikin ella løgreglan, sum gera av, hvussu ið kann­ingar­ virk­semið skal fara fram. Kann­ingarvirksemið skal tó altíð fara fram í sam­ svari við megin­reglu­na um eftir­lit og við hósk­ andi fyri­liti fyri eigara, fest­ara ella rætt­inda­hav­ ara. Dentur skal eisini leggjast á at føra eitt so munadygt eftirlit, sum um­støðurnar krevja, við so lítlum ampa sum gjørligt fyri náttúruna. Áset­ingin loyvir ikki eftir­lits­myndugleikanum at rannsaka privat hús við tí endamáli at avdúka til dømis. revsiverd viður­ skiftir. Slíka rann­sakan kann bara løg­reglan fremja eftir rættar­gans­ lóg­ini. Ein treyt fyri at fáa atgongd til eina ogn er, at virksemið, sum fer fram á ognini, kann ávirka náttúru­margfeldið, ella at mett verður, at náttúru­ marg­feldið er ávirkað. Eftir ásetingini kunnu eftirlitsmyndugleikin og løgreglan fáa atgongd til ogn, hóast skaði á náttúrumargfeldið ikki er hendur,. Umsjónin hjá eftirlitinum kann so­ statt vera fyribyrgjandi og hava til endamáls at kanna eftir, um treyt­ir­ nar í einum loyvi verða hildnar. Heimild er eisini fyri atgongd at øðrum ognum, tá ið tað krevst fyri at koma fram at ogn­ ini, sum kannast skal. Av tí at talan skal vera um virksemi, sum kann ávirka náttúru­marg­feld­ ið, er talan um eina met­ ing hjá fyrisitingini. Í sambandi við hesa metingina skal havast í huga, at eftir­lits­myndug­ leikin kann krevja at fáa skjøl og annað tilfar út­ vegað. Tað krevst saklig grund til at seta kanning í verk eftir ásetingini. Gongur framum tagnarskyldu Tað er almenni eftirlits­ myndugleikin sjálvur, sum ger av hvørjar upp­ lýsingar honum tørv ar og hvat tann, sum eigur eina ogn skal lata. Lóg­ in staðfestir, at upp­lýs­ ingar­skyldan vigar meira enn tagnarskyldan. Hendan ásetingin kann fáa týdning, tá ið eftir­lits­myndugleikanum tørvar upplýsingar, sum eru handilsloyndarmál hjá einari fyritøku. Tað verður tó eisini staðfest, at slíkar upp­lýs­ ingar ikki mugu brúk­ast til annað enn enda­málið við lógini um náttúru­til­ feingi. Lógin um argfeldni verður eftir ætlan løgd fyri tingið fyrst í kom­ andi mánaða. Hon hevur verið til hoyringar hjá myndug­leikum, felags­ skapum og stovnum. Tá ið uppskotið hevur fingið 1.viðgerð í tingi­ num, verður upp­skotið beint í rættar­nevndina. Strangt eftirlit í sambandi við nýggju náttýrulógina Nýggja margfeldislógin, sum avloysir stórar partar av nátúrufriðingarlógini, gevur myndugleikunum stórar eftirlitsheimildir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fer at leggja uppskotið fyri tingið Eftirlitsmyndugleikarnir skulu altíð sleppa framat arbeiðum, sjálvt um ongin skaði er hendur, stendur í nýggju lógini