týsdagur 15. januar 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
S
U
N
D
A
K
O
M
M
U
N
A
Starvið
Sunda kommuna fevnir um 11 bygdir í Eysturoynni
og Streymoynni og fólkatalið er tilsamans 1.800.
Sum tekniskur leiðari fært tú eitt spennandi og
sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fært týðandi
leiklut í framhaldandi menningini av kommununi.
Tekniski leiðarin hevur tilvísing til borgarstjóran.
Kommunuskrivstovan er á Oyrarbakka og í
kommunufyrisitingini starvast 10 fólk. Tekniska
økið er skipað við tekniskum leiðara, málsviðgera
og tveimum eindum við umsjónarmonnum,
ávikavist veitingareind og ognareind.
Høvuðsuppgávur
• Daglig leiðsla á teknisku deild
• Fíggjarlig ábyrgd av tekniska økinum
• Projekteringsarbeiði og eftirlit
• Býar- og byggiplanlegging
• Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
• Stýring av kommunalum byggi-
og viðlíkahaldsarbeiði
• Ábyrgd av øllum bygningum og
undirstøðukervi hjá kommununi
• Skrivari hjá teknisku nevnd
• Ráðgeving av leiðslu og býráðslimum
í tekniskum málum
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum
og persónligum førleikum. Umsøkjarar eiga at hava:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni ella annað viðkomandi
útbúgvingarstøði saman við royndum
• Góðan kunnleika til leiðslu og fíggjarstýring
• Góð samstarvsevni
• Hollan telduførleika
• Evni at raðfesta, arbeiða undir trýsti og
at hava nógv virksemi í gongd í senn.
Ert tú okkara
komandi
tekniski leiðari?
Fyrimunir
• Førleika í projekteringsarbeiði
• Kunnleika til 360 journalskipan
• Kunnleika til Navision
• Kunnleika til ArcGIS
• Kommunalt innlit
• Leiðsluroyndir
• Opin og fyrikomandi
• Royndir innan omanfyri lýstu høvuðsuppgávur
Starvið verður at seta 1. apríl 2019 ella eftir
nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært
galdandi sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda tær
til borgarstjóran á telefon 66 72 72.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av
prógvum og møguligum viðmælum,
skal vera kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagið 25. januar 2019.
Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar
kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.
Sunda kommuna · Oyrarbakkavegur 3 · Postrúm 10 · FO-400 Oyrarbakki · Tel. 66 72 71 · sunda@sunda.fo