Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 28. november 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Andras Róin, stjóri á Føroya Tele: – Ósakligt og »ynkeligt« Andras Róin sigur, at Føroya Tele síðan 1999 hevur gjørt íløgur fyri eina hálva miljard krónur. Hesar íløgur eru eisini fyritreytin fyri, at aðrir veitarar kunnu hava nakað sum helst at bjóða. – Eg haldi, at viðmerk- ingarnar hjá Birgiri W. Høgnesen eru ósaklig- ar og "ynkeligar" – og ein roynd at biðja pol- itikararnar um hjálp, tí fyritøkan, hann starvast hjá, hevur ilt við at standa seg í kappingini á fjarskift- isøkinum, sigur stjórin FJARSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samrøðu við Sosialin í gjár, mælti Birgir W. Høgne- sen, sum starvast á internet- fyritøkuni, Tele Tech, til, at Føroya Tele við einskiljing verður gjørt til tvey feløg í staðni fyri eitt. Annar part- urin verður tær telefon-og internettænastur, sum fyri- tøkan í dag hevur – og hin parturin, sum eigur at leggj- ast í eitt nýtt felag, eigur at fevna um linjur, mastrar og annað, sum brúkt verður til telesamskifti í Føroyum. Birgir vísti eisini á, at tey smáu telefeløgini noyðast at biðja Føroya Tele um loyvi at leiga linjur út, men leigu- kostnaðurin av hesum linj- um er so høgur, at tey smáu feløgini megna ikki at geva nøktandi tilboð til síni við- skiftafólk í útjagaranum – og tí eru hesi fólk fyri vanbýti. Hann heitti eisini á lands- stýrismannin, Bjarna Djur- holm, um ikki at drála við at fremja hesar broytingar og soleiðis lata fjarskiftis- vinnuna doyggja – eins og alivinnan doyði, meðan bíð- að varð, sum hann tók til. Ósakligt og "ynkeligt" Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, heldur, at viðmerkinga- rnar hjá Birgiri W. Høgnesen eru ein roynd at ávirka pol- itikararnar – ella at biðja teir um hjálp, nú fyritøkan, hann starvast hjá, kanska ikki megnar at vera við í kapp- ingini á fjarskiftisøkinum. Hann heldur, at ákoyring- arnar á Føroya Tele í hesum førinum eru ósakligar – og "ynkeligar", sum hann tekur til. Stjórin viðgongur, at samstarvstrupulleikar hava verið millum Føroya Tele og Tele Tech av givnum or- søkum, sum hann ikki vil kunngera alment. Hinvegin sigur hann, at samstarvið við aðrar veitarar sum heild er ógvuliga gott. – Sum heild, eru við- merkingarnar hjá Birgiri rættiliga langt úti, og tá ið hann so samanber doyggj- andi alivinnuna við fjar- skiftisvinnuna, meti eg, at hann púrasta mistekur seg. Andras sigur, at alivinnan júst er øvuta dømi av Før- oya Tele – skilt á tann hátt, at tað gjørdist ein trupul- leiki fyri vinnuna, tá ið allir vildu sleppa at ala. – Petta vit fjarskiftisvinn- una sundur, gera vit somu mistøk, sum vit gjørdu í alivinnuni. Tá verður ikki pláss fyri øllum. Tí dugi eg slett ikki at síggja, at ali- vinnan og fjarskiftisvinnan kunnu samanberast á slíkan hátt, sigur hann. Haldast á lívi Stjórin heldur, at ein orsøk til, at Birgir W. Høgnesen fer so langt út á "ísin", er, at felagið, sum hann arbeiðir fyri, hevur trupulleikar við at standa seg í kappingini. – Ein orsøk kann vera, at marknaðurin "flýtur" til so nógvar veitarar innan somu tænastur, kanska hevur fel- agið ikki røttu "vørurnar" – ella kanska duga teir ikki nóg væl, sum hann tekur til. Andras heldur, at tað var hugstoytandi at lesa við- merkingarnar hjá Birgiri. – Tað kann væl ikki vera uppgávan hjá Føroya Tele, at allir veitarar á økinum skulu haldast á lívi. Hetta er nógv at krevja av okkum. Hann er samdur við Birg- iri í, at ein liberalisering er farin fram á samskiftisøkin- um, og at hendan byrjaði í 1999, tá ið vit eisini fingu aðrar veitarar, sum Birgir vísir á. – Vit halda tað vera gott við liberalisering, men tað kann ikki vera rætt, at vit í hesi gongd "kunstiga" skulu halda lív í veitarum, sum ikki megna at vera við í kappingini. Og tá ið hesir ikki megna at vera við, biðja teir myndugleikarnar um hjálp, sigur stjórin. Veldugar íløgur Andras sigur, at Føroya Tele følir seg ikki traðkað á tærnar í liberaliseringsprát- inum, tí hetta er ein náttúr- lig "prosess". Hann heldur tó, at Føroya Tele er fyri vanbýti í mun til aðrar veitarar á økinum. – Vit eru undir skeivreg- ulering, sum hann tekur til, tí vit sleppa ikki undir somu tingini sum aðrir veit- arar – og vit hava veitingar- skyldu, sigur hann. Stjórin vísir á, at Føroya Tele síðan 1999 hevur gjørt íløgur fyri eina hálva milj- ard krónur. – Hesar íløgur eru eisini fyritreytin fyri, at aðrir veitarar kunnu hava nakað sum helst at bjóða, leggur hann dent á. Andras sigur, at Føroya Tele arbeiðir undir treytum, sum eru reguleraðar úr enda í annan av Fjarskiftis- eftirlitinum – við dikterað- um prísum, sum eru millum teir lægstu í Evropa, tá ið ræður um linjur, ið Birgir sigur eru so dýrar at leiga frá Føroya Tele. – Tað er Fjarskiftiseftir- litið, sum stýrir hesum, og har leggja tey dent á, at alt skal vera kostnaðargrundað - ella kostbaserað, sum tað eisini verður rópt. Vit halda ofta, at tænastur verða seldar fyri undirkostnað. Tráðleyst og breiðband Stjórin á Føroya Tele heldur ikki, at telefeløgini hava havt nakra serliga "succes" við tráleysa internet-sam- bandinum. – Tað vísir seg allastaðni í heiminum, at tráleysa sambandið als ikki stendur seg í kappingini við breið- bandið. Hann vísir á, at Kall sum veitari eisini hevur havt stóra "succes" við at selja breiðband, og hesir eru undir somu treytum sum eitt nú Tele Tech. Andras vísir til tilmælini, sum landsstýrismaðurin hevur fingið, og at semja ikki fekst í nevndini, sum arbeiddi við hesum máli. – Eg haldi, at fólk mugu duga at skilja, at vit hava okkara meining um, hvørt vit skulu hava Føroya Tele ella ikki. Sjálvandi skulu vit tað, halda vit, sigur Andras Róin, stjóri á Før- oya Tele, at enda. – Eg haldi, at fólk mugu duga at skilja, at vit hava okkara meining um, hvørt vit skulu hava Føroya Tele ella ikki. Sjálvandi skulu vit tað, halda vit, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele Glúpaðu stór- seið í Leirvík SEIÐABERG Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er stuttligt at standa á seiðabergi ella at royna við agni eftir reyðfiski eitt góðveðurskvøld. Men har nógvur seiður er, sum í Leirvík, ber eisini til at royna við glúpi! Í bygdunum kring land- ið eru nógv seiða-og reyð- fiskapláss. Tey kendastu bera ymisk nøvn, ið hava sínar røtur langt afturi í tíðini, tá ið tráðan hevði stóran týdning fyri hús- arhaldið. Gamalt er, at eigur tú tráðu og pott, so livst! Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina, til tráða var í næstan hvørjum hjalli ella kjallara úti á bygd. Men tíðir broytast og umstøður við, sum tikið verður til. Og tó. Tað kemur meira enn so fyri, at tú enn sært menn í fjøruni ella á bryggju- kantinum við tráðu. Mikumorgunin tóku vit hesa myndina á bryggjuni í Leirvík. Tveir mans skiftust um at glúpa stórseið, ið helt seg til fiskaruskið, sum fer út á sjógv frá fram- leiðsluvirkjunum. Hesir báðir fingu nógv- an og stóran seið upp við glúpinum. Skjótt gekk at "fiska" – og skulu vit meta eftir kurvunum, teir høvdu við sær oman, væntaðu teir sær rættiliga góðan fong. Hóast seiða-og upsa- fiskiskapurin hendan morgunin var óføra góður, er ikki hugsandi, at menn- inir við glúpinum hava nakran sum helst møgu- leika at fiska nýggju leirvíkstrolararnar, Stjørn- una og Polarhav, av, tá ið teir fara til fiskiskap um nakrar dagar. Nógvur og góður seiður á bryggjuni í Leirvík mikumorgunin Mynd: Vilmund Jacobsen 4 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 5 Nýggj bók Dreingirnir í WAFFEN Føroyingar á hermótum 299,- Grækaris Djurhuus Magnussen F o r l a g i ð S t e y r i n í sølubúðunum 6. desember Dreingirnir í Waffen SS snýr seg um ungu føroyingarnar, sum stríddust fyri Adolfi Hitler - í elitudeildini hjá Hitler og Himmler, Hvørjir vóru hesir ungu menninir, og hví valdu teir at fara í kríggj saman við nazistunum, og hvør varð lagna teirra? Waffen SS. C M Y K 5 4 Tórsgøta 4 . Boks 97 . FO-110 Tórshavn Tel 350 000 . Fax 350 001 hotel@hotel.fo . hotel.fo . pizza.fo Vit hava stóra jólabuffé hvørt hóskvøld, fríggjakvøld, leygarkvøld og sunnukvøld frá kl. 17.30 til 21.30 Spælistova er til børnini, so øll familjan kann hugna sær. JÓLAbuffé