sunnudagur 28. november 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
7
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, kallar tað
eina grova reingjan av
veruleikan, tá ið for-
maðurin í Tjóðveldis-
flokkinum leggur
landsstýrið undir at
føra hetz ímóti for-
manninum í Búskap-
arráðnum. Høgni
Hoydal stendur fast
við sítt
HETZ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Løgmaður sigur seg vera
skelkaðan av ákærum um,
at hann saman við øðrum
landsstýrismonnum
skal
hava ført hetz ímóti for-
manninum í Búskaparráð-
num.
Tað var Høgni Hoydal,
sum í einum munnligum
fyrispurningi í løgtinginum
kom við hesum ákærum.
– Við løgmanni, varaløg-
manni og landsstýrismann-
inum í Fíggjarmálum á
odda - væl stuðlað av fak-
felagsformanni og sam-
gongulimum - er ein ósak-
lig og persónlig hetz førd
móti formanninum í Bú-
skaparráðnum, segði Høgni
Hoydal í viðmerkingunum
til sín fyrispurning.
Jóannes Eidesgaard svar-
aði
fyrispurninginum
í
løgtinginum mikudagin, og
hann vísti avgjørdur aftur,
at hann hevði ført hetz
ímóti Hermanni Oskarsson.
Grovt
Høgni Hoydal brúkti nakrar
greinar í Sosialinum sum
grundarlag fyri at siga, at
landsstýrið hevði rikið for-
mannin í Búskaparráðnum
úr sínum formannssessi við
at leypa á hann persónliga.
Hetta vil løgmaður ikki
hava sitandi á sær.
– Eg haldi, at tað er ein
grov reingjan av veruleik-
anum at siga soleiðis, og eg
má siga, at eg neyvan fyrr
havi verið so skelkaður av
eini ákæru sum hesari,
sigur Jóannes Eidesgaard.
– Eg havi hugt aftur
ígjøgnum greinarnar, sum
Høgni Hoydal sipar til, og
har er eingin hetz av Her-
manni Oskarsson at finna.
Greinarnar snúgva seg hin-
vegin um Tjóðveldisflokkin
og Norðuratlantsbólkinum,
og tað er einki galið í, at ein
politisk
fylking
hevur
meiningar um eina aðra,
sigur løgmaður.
Heldur fast um hetz
Høgni Hoydal stendur fast
við, at leiðandi politikarar
hava ført hetz ímóti for-
manninum í Búskaparráð-
num, og at hetta hevur fingið
hann at leggja frá sær.
– Tá ið eg kalli tað eina
hetz, meini eg við, at
politikarar afturvendandi
leggja eftir einum persóni
fyri tað, sum hann er, sigur
Høgni Hoydal.
– Og løgmaður er eisini
ein partur av hesum máli, tí
tað er ússaligt av honum
ikki at taka frástøðu frá tí,
sum eitt nú Bjarni Djur-
holm hevur ført fram í
Sosialinum, og teimum
ákærum, sum løgtings-
menn endurtóku í tinginum
mikudagin, sigur hann.
Manipulatión og
ósannindi
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, heldur, at formað-
urin í Tjóðveldisflokkinum
brúkar formannin í Bú-
skaparráðnum í einum po-
litiskum
spæli,
og
at
ákærurnar einki hald hava í
veruleikanum.
– Ákærurnar hjá Høgna
Hoydal byggja allar á
manipulatión og ósannindi,
og tað er skelkandi, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Høvuðspersónurin sjálv-
ur, Hermann Oskarsson,
hevur ikki lagt í at gera við-
merkingar til fyrispurn-
ingin ella kjakið í løgting-
inum.
Løgmaður ovfarin av ákæru um hetz
Danska flogfelagið
DAT vil sleppa at
flúgva føroyingar til
Danmarkar fyri prísir
niður í 395 krónur.
Vinnumálaráðið skal
nú gera av, um serligu
tilboðsprísirnir skulu
verða loyvdir
PRÍSKRÍGGJ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Danska flogfelagið DAT
leggur nú upp til rættiligt
prískríggj á Føroyaleiðini.
Flogfelagið fer at flúgva til
og úr Føroyum um jóltíðir,
og felagið ætlar at bjóða ein
óhoyrdan tilboðsprís á leið-
ini.
Gongst sum DAT ætlar,
verða prísirnir fyri ein ein-
vegis ferðaseðil heilt niður
í 395 krónur, og tað er púra
óvanligt á leiðini til Dan-
markar.
DAT hevur longu fingið
loyvi til at flúgva til Føroya
og bjóða ein prís, sum er
nakað lægri enn tann hjá
Atlantic Airways, men flog-
felagið flýgur við propell-
flogfari, og flúgvitíðin er tí
eisini nakað longri enn hjá
føroyska flogfelagnum.
– Vit hava roknað út, at
fáa vit omanfyri 1.000
krónur í miðal fyri hvønn
ferðaseðil, loysir tað seg
hjá okkum at flúgva til Før-
oya. Men vit vilja eisini lata
eitt heilt serlig tilboð fyri
ein part av setrunum, so
føroyingar veruliga kunnu
síggja, hvat lágprísflúgving
er fyri nakað, sigur Jesper
Rungholm, stjóri í Danish
Air Transport (DAT).
Prísur í botni
Og lágprísferðaseðlar eru
nakað,
sum
føroyingar
rættiliga skulu hava smakk-
in av upp undir jól, um tað
stendur til DAT.
Felagið
hevur
søkt
Vinnumálaráðið um loyvi
at hava nakrar serligar – ja,
óhoyrdar – tilboðsprísir á
leiðini millum Vágar og
Keypmannahavn.
Atlantsflog og Maersk
hava áður havt serligar
prísir fyri ferðir úr Føroy-
um til Danmarkar beint
undan jólum, og úr Dan-
mark til Føroya beint eftir
jól. Tann stóri streymurin
av ferðafólki er annars hin-
vegin, men fyri at fáa fleiri
ferðafólk við, hevur tað
verið roynt at bjóða serligar
prísir á hendan hátt.
Hetta vil DAT eisini
sleppa at royna. Felagið
ætlar at selja allar ferða-
seðlar úr Føroyum til Dan-
markar fyri jól fyri 895
krónur, og allar ferðaseðlar
úr Danmark til Føroya eftir
jól fyri sama prís.
Harafturat vil felagið
sleppa at bjóða ein part av
ferðaseðlunum úr Føroyum
til Danmarkar fyri jól fyri
395 krónur stykkið.
– Vanliga bjóða vit 20
prosent av setrum fram til
serligar tilboðsprísir, men á
Føroyaleiðini vilja vit lata
25 prosent av setrunum til
tann bíligasta prísin, um vit
fáa loyvi til tað, sigur
Jesper Rungholm.
Undarlig støða
Áðrenn DAT kann fara
undir at bjóða ferðaseðlar
fyri hendan prís, skal
Vinnumálaráðið loyva prís-
unum, og haðani er ikki
svar komið enn.
– Høvdu vit ætlað at gjørt
nakað líknandi í Danmark,
so var eingin forðing fyri tí.
So gjørdu vit tað bara. Í
Føroyum er støðan ein onn-
ur, og tað kann tykjast eitt
sindur undarligt, at tá vit
vilja bjóða okkara kundum
serliga góðar prísir, ja, so
skal okkara kappingarneyti
góðtaka tað fyrst, sigur
Jesper Rungholm og sipar
til, at Atlantsflog er eitt al-
ment partafelag.
– Eg havi tó varhugan av,
at Vinnmálaráðið arbeiðir
professionelt, tí okkara
fyrsta umsókn var viðgjørd
skjótt og væl, og tað kom
ikki út, hvat felag vildi
sleppa at flúgva til Føroya,
sigur hann.
Stjórin í DAT bíðar nú
spentur eftir, havt Vinnu-
málaráðið fer at svara teirra
umsókn.
– Nú skal tað standa sína
roynd, um Vinnumálaráðið
fyrst og fremst hugsar um
brúkaran, ella um tað hugs-
ar um føroyska flogfelagið,
sigur Jesper Rungholm.
Alt er ein roynd
Í næstu viku kemur stjórin í
DAT til Føroya at skunda
undir eitt framtak her. Fe-
lagið hevur fingið Flog-fe-
lag Føroya at selja ferða-
seðlar fyri seg, og tað ber
eisini til at keypa ferðaseðl-
ar á heimasíðuni hjá felag-
num.
– Í næstu viku komi eg til
Føroya at tosa við tey, sum
selja ferðaseðlar, og tá fara
vit eisini at byrja okkara
marknaðarføring,
sigur
DAT-stjórin.
Í fyrstu syftu skal DAT
flúgva til Føroya áðrenn og
eftir jólini, og síðani skulu
flogførini hjá felagnum
røkja aðrar uppgávur.
– Hetta er ein roynd, sum
vit nú gera við Føroya-
flúgvingini. Um fólk taka
væl ímóti okkum, so eru vit
sinnað at fara undir aftur
flúgvingina í mars mánað,
og vit ætla at kanna, hvussu
brúkararnir eru nøgdir við
okkum, eftir at vit hava
flogið fyrstu ferðirnar, sig-
ur Jesper Rungholm.
Nú bjóðar DAT av í jólaresinum:
Flúgv til Danmarkar fyri 395 krónur
Hava selt 100 ferðaseðlar
Stjórin í Danish Air Transport er fegin um móttøkuna, sum felagið hevur fingið í Føroyum.
Hann sigur, at felagið hevur fingið nógvar teldupostar úr Føroyum, har fólk ynskja
felagnum vælkomið.
– Vit hava eisini støðugt fingið bíleggingar, síðani vit byrjaðu søluna.Vit eru komin upp á
eini 100 seldar ferðaseðlar higartil, sigur Jesper Rungholm.
Hann sigur, at felagið ætlar at gera sær stóran ómak við tænastuni umborð á flogfarinum,
sum skal flúgva millum Føroyar og Danmark.
Fyrsta ferðin verður tann 18. desember.
DAT fer nú í holt við marknaðarføring í Føroyum, og felagið ætlar at selja ein part av sínum ferðaseðlum fyri óvanliga lágan prís
Bókacafé
á Hafnia
Sum nakað nýtt, skipar
Hotel Hafnia tann 1.
desember
fyri
so-
nevndari bókacafé í
Hafnia Lounge.
Bókacafé’in er fyrst
og fremst ætlað sum
eitt forum, har fólk
kunnu
hoyra
um
nýggjar útgávur. Tosa
við onnur um, hvat tey
meta er góður lesnað-
ur, og kanska eisini
eggja hvørjum øðrum
til at fara undir at lesa
onkra ávísa útgávu.
Eisini verður tosað um
sonevndar lesiringar.
Umframt hetta fer
Sólrun Michelsen at
lesa nakað úr sínum
egnu verkum, eins og
Turið Kjølbro fer at
tosa um bókina, Okk-
ara millum.
-jm
Sloyfur fyri
44.500 kr.
Í oktober mánaði hava
stuðlar hjá felagsskap-
inum, Bót til bata, selt
eyðkendu sloyfurnar,
sum síðani 1992 hava
verið samheitið fyri
átakið » »Set sjóneyk-
una á bróstkrabba«
Í tíðindaskrivi sigur
felagsskapurin, at mál-
ið var at náa eini sølu
upp á 7.00 tkr., í lut-
falsliga hevði svarað
til tað, sum danir van-
liga selja fyri.
Tað vísti seg tó, at
undirtøkan var væl
betri enn so. Ikki færri
enn 44.500 kr. vóru
innkomnar, tá talt varð
saman, og sum vera
man, so er felagsskap-
urin sera væl nøgdur
um undirtøkuna.
- Vit eru sera takk-
som fyri ta vælvild øll
hava víst okkum, og
vilja av hjarta takka
tykkum øllum bæði
einstaklingum
og
handlum, sum hava
selt fyri okkum, og
øllum tykkum, sum
hava stuðlað við at
keypt sloyfuna. Eisini
ein tøkk til tykkum,
sum hava gingið við
sloyfuni, og á tann
hátt verið við til at sett
sjóneykuna á bróst-
krabba, verður sagt í
tíðindaskrivinum, sum
er sent føroysku miðl-
unum.
-jm
6. flokkur í Sørvágs
skúla hevði ein øðr-
vísi skúladag herfyri.
Tey vitjaðu í atelier-
inum hjá Ólavi í
Beiti, har tey sluppu
at royna teirrra
kynstur sum lista-
málarar
SKÚLI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ikki færri enn 17 listamál-
arar arbeiddu í atelierinum
hjá Ólavi í Beiti í Sørvági
herfyri. Næmingarnir í
sætta flokki fingu eitt til-
boð frá Ólavi um at koma at
mála hjá honum. Næm-
ingarnir fingu hvør sítt
lørift, sum varð hongt upp á
veggin, og so stóðu tey sum
rættir listamálarar og mál-
aðu hvør sín málning.
Summi komu rættiliga
langt við teirra arbeiði,
meðan onnur ikki blivu
liðug, men ein fyrrapartur
varð nýttur til hetta, og alt
eydnaðist væl.
Flokslærarin
Andras
Henriksen sigur, at næm-
ingarnir tóku væl undir við
hesum, og tey vóru sera
spent øll somul. Andras
stúrdi kortini eitt sindur
fyri, hvussu tað fór at
verða. Um øll fóru at tíma,
tí tað er ikki vist, at 17
næmingar tíma líka væl at
mála. Men stúranin var
púra
óneyðug.
Børnini
hildu tað vera sera spenn-
andi, og øll arbeiddu huga-
góð.
– Spenningurin lýsti av
teimum, og eg fekk eygleitt
tey á ein heilt øðrvísi hátt,
greiðir hann frá.
Frálíkt hugskot
Ólavur greiddi teimum eitt
sindur frá arbeiðinum og
legði teimum lag á í byrj-
anini, men síðani málaðu
tey sjálvi.
Andras væntar, at tey, ið
ikki blivu liðug, fara aftur.
– Hatta eydnaðist avbera
væl, og eg vóni, at tey fara
aftur, sigur hann. Atelierið
hjá Ólavi liggur beint við
síðuna av skúlanum í Sør-
vági, so tað fer at liggja væl
fyri hjá teimum næming-
unum, sum hava hug til
tess, at fara at gera máln-
ingarnar lidnar.
Andras heldur sjálvur, at
hugskotið at fara at mála
hjá einum listamálara er
frálíkt, og hann tók undir
við tí beinanvegin.
– Tað er ikki so ofta, at
vit hugsa í hasar banarnar.
Vit fara ofta túrar til Havn-
ar, men Listaskálin er helst
ikki tað fyrsta, ið vit koma
at hugsa um, sigur hann og
heldur fram, at kanska júst
næmingarnir í sætta flokki í
Sørvágs skúla fara at tíma
til eina rættiliga listafram-
sýning, nú tey hava fingið
eitt sindur av innliti í,
hvussu slíkt arbeiði verður
gjørt.
Nógv verður gjørt í yms-
um skúlum kring landið,
fyri at næmingarnir skulu
fáa øðrvísi skúladagar, og
tað hevði sjálvandi borið til
at hongt nøkur lørift upp í
einari skúlastovu, men tað
er ikki vist, at næmingarnir
høvdu tímað so væl tá.
- Júst hetta at skifta
dagligt umhvørvi og koma
inn í ta røttu atmosfæruna
at mála hevði uttan iva
nógv at siga fyri tey, heldur
Andras Henriksen.
Hvat børnini fara at gera
við málningarnar, veit hann
ikki, men summi av teim-
um, sum hann hevur spurt,
hava sagt, at tey fara at geva
foreldrunum málningin.
Næmingar í sætta flokki í
Sørvágs skúla í ferð við at
mála teirra egnu málningar í
atelierinum hjá Ólavi í Beiti
Mynd: Sørvágs skúli
Tvíburðarnir Rannvá og Rúna livdu mitt í verðini, tá tær sluppu at royna síni kynstur sum
listamálarar
Áðrenn næmingarnir byrjaðu at mála, greiddi Ólavur í Beiti teimum frá arbeiðsgongdini, tá
ein málar
Mynd: Sørvágskúli
17 blaðungir listamálarar
C
M
Y
K
7
6