sunnudagur 28. november 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
9
Bókadagur
Fyri fyrstu ferð í
langsamiliga tíð er
bygdaráðið í Hvalba
samt um, hvør skal
verða borgarstjóra
BYGDARÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Levi Niclasen heldur fram
sum borgarstjóri í Hvalba í
fýra ár afturat.
Tað varð greitt eftir fund
í nývalda bygdaráðnum í
Hvalba mánakvøldið.
Á fundinum varð skotið
upp at Levi Niclasen skuldi
halda fram sum borgarstjóri
og tað var einmælt samtykt.
Sostatt er tað fyrstu ferð í
langsamiliga tíð, at bygda-
ráðið í Hvalba er samt um
at velja borgarstjóra.
Men tað var ikki heilt av
tilvild, at alt bygdaráðið
samdust um borgarstjóra.
Frammanundan bygda-
ráðsfundinum, høvdu allir
teir nývaldu bygdaráðslim-
irnir fund, har tey samdust
um at skipa bygdaráðið í
sátt og semju.
Annars fekk listi A, sum
er listin hjá borgarstjóran-
um fýra, av teimum sjey
bygdaráðslimunum
og
kundi sostatt skipa bygda-
ráðið einsamallur.
Men tað varð gjørt av at
royna eina semju og tað
eydnaðist. Sostatt fær eisini
listi B sína ávirkan á
kommunupolitikkin
í
Hvalba tey næstu fýra árini.
Eitt nú verður Magni
Bertholdsen á lista B vara-
borgarstjóri tey næstu fýra
árini.
Annars hevur bygdaráðið
í Hvalba gjørt av at skipa
eina nevnd afturat og tað er
ein vega- og havnanevnd.
Soleiðis eru mál, sum
viðvíkja vegum og Havnum
tikin úr teknisku nevnd og
løgd í eina serstaka vega-
og havnanevnd.
Í fíggjarnevndini er Levi
Niclasen formaður, í tekn-
isku nevnd verður Trygvi
Midjord á lista B, formað-
ur, í trivnaðarnevndini er
Otto West á lista A, for-
maður og í nýstovnaðu
havnanevndini er Niels
Jacob Thomsen á lista A,
formaður.
Asfalt og bátahylur
Tað, sum bygdaráðið í
Hvalba fer at leggja dent á
tey komandu árini, er at
asfaltera vegirnir í komm-
ununi lidnar, tí teir eru
rættiliga illa farnir, serliga
summastaðni í Hvalba.
Somuleiðis er ætlanin at
gera ein nýggjan bátahyl
innanfyri flakavirkið. Hann
er mettur at kosta ímillum 3
og 4 milliónir.
Annars eru tveir bátahyl-
ar í Hvalba frammanundan,
men Levi Niclasen sigur, at
veruleikin er, at teir eru ikki
nóg góðir og har fáa bátar
ikki ligið um veturin.
Jólakonsert
í Glyvra
kirkju
KONSERT
tíðindaskriv
Sunnudagin 28. no-
vember hava Havnar
Ungdomshornorkestur
og Nes Sóknar Mu-
sikkfelag felags kon-
sert í Glyvra kirkju.
Leiðari hjá báðum or-
kestrunum er musikk-
lærarin Ken Jones.
Hetta er triðju ferð, at
hesi bæði orkestur
hava felags jólakon-
sert.
Havnar Ungdóms-
hornorkestur er sett
saman av sera ungum
spælarum, sum tó ikki
eru óroyndir. Tey hava
m. a. verið bæði í
Noregi, Aberdeen og
París og spælt. Somu-
leiðis fyrireika tey eina
ferð til í New York í
summar, so sigast má,
at hesir ungu blásarar
fáa altjóða royndir.
Nes Sóknar Musikk-
felag er sett saman av
spælarum úr bygdun-
um kring Skálafjørðin
og úr Oyndarfirði. Or-
kestrið hevur í ár fing-
ið nýggj instrument og
er mannað við umleið
30 spælarum, bæði
ungum og eldri. Tey
spæla
regluliga
til
mong ymisk tiltøk:
stevnur, hátíðarhald,
konsertir og tendring
av jólatrøum. NSM var
í 1999 á konsertferð í
Skotlandi og síðsta
summar í Hetlandi.
Á konsertini verður
byrjað við felagsor-
kestri, sum tá telur yvir
40 spælarar. Eftir fe-
lags byrjanina hevur
NSM hesa skrá: Nú
ringja klokkur, It’s the
Most Wonderful Time
of the Year, Once in
Royal Davids City,
White Christmas, Jóla-
klokkan aftur ringir.
HUH spælir hesi
løg: Angels We Have
Heard, 2. satsur úr
Trompetkonsert
hjá
Haydn (Tróndur Hera-
son er solistur), Here
Comes Santa Claus,
Nu
tändas
tusen
juleljus, Sleigh Ride.
Ein messingkvintet úr
HUH
(Ken
Jones,
Pauli Petersen, Trónd-
ur Herason, Glenn
Samuelsen og Dávur J.
Magnussen) fer har-
afturat at spæla Halle-
luja-kórið úr Messias
hjá Händel.
Endað verður við, at
felagsorkestrið spælir
undir til felagssálmin
Gleðilig jól.
Tað verður Delmar
Tausen, sum skal
leiða hovbingar
ígjøgnum tey næstu
fýra árini
BYGDARRÁÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hovbingar
hava
fingið
nýggjan Borgarstjóra.
Á bygdaráðsfundi herfyri
hevur nýggja bygdaráðið í
Hovi skipað seg Delmari
Tausen sum borgarstjóra.
Varaborgarstjóri er enn sum
áður, Jákup Petur Joensen.
Hinir bygdaráðslimirnir í
Hovi eru Emma Petersen,
Dagfríð Hovgaard og Jón-
svein Hovgaard, sum er
nývaldur.
Annars
skal
Delmar
Tausen umboða kommun-
una í Føroya Kommunu-
felag, Jákup Petur Joensen
skal umboða kommununa í
SEV, Jónsvein Hovgaard
skal umboða kommuna í
IRF og Dagrfríð Hovgaard
skal umboða kommununa í
nevndini fyri Suðuroyar
Ellis- og røktarheimi.
Tað var longu undan
valinum greitt, at nýggjur
borgarstjóri skuldi finnast í
Hovi,
tí
borgarstjórin,
Emma Petersen staðfesti
rættiliga tíðliga, at hon fór
ikki at taka av einum
afturvali.
Delmar Tausen sigur, at
høvuðsmálini hjá nýggja
bygdarráðnum verður at
gera
kloakkkipanina
í
bygdini lidna og at fara í
holt við vatnveitingina, eitt
nú er sjálvur vatnbrunnurin
farin at eldast.
Sunnudagin 28. november,
sum eisini er fyrsti sunnu-
dagur í atvent, verður ein
sonevndur Bókadagur hild-
in í Norðurlandahúsinum.
Møguleiki verður at hoyra
brot úr ymsum nýggjum
bókaútgávum upplisin, eins
og kunning verður um ný-
útkomnar bøkur
Tiltakið byrjar kl 15.00
og verður ymsa staðni í
Norðurlandahúsinum.
– Fyrst fara Jóanis Niel-
sen, Heðin M. Klein og
Oddfríður M. Rasmussen at
lesa upp yrkingar eftir
Christian Matras í Klingr-
uni.
– Síðani verða Tolkien og
Tórgarð at hoyra. Hanus
Kamban fer nevniliga at
lesa upp úr bókini um
Ringanna Harra.
So er sangur og tónleikur
á skránni. Zacharis Søren-
sen fer at framføra løg úr
lagasavninum til Føroya
fólks Sangbók. Hetta verð-
ur eisini í Klingruni.
Eftir sangin fer Oddvør
Johansen at lesa úr virðis-
løntu bók síni um Sebast-
ians hús.
Allar hesar framførsl-
urnar varða ímillum 10 og
15 min.
Í Forhøllini fer Arthur
Krasilnikoff, sum er gestur
úr Danmark, síðani at lesa
upp úr bók síni, nevnd
»Hvalens Øje«. Hann fer
síðani eisini at tosa um
bókina.
Í Dansistovuni verður
høvi at hoyra Heðin M.
Klein lesa upp yrkingar úr
nýútkomna
yrkingaavni
sínum.
So verður aftur farið inn í
Klingruna, har Marjun
Kjelnæs lesur úr stuttsøgu-
savni sínum, »Ein farri av
kolvetni«.
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags fer síðani at
kunna
um
nýútkomnar
bøkur. Eisini her verður
upplestur á skránni.
Carl Johan Jensen fer so
at lesa úr nýggjasta yrk-
ingasavninum hjá Tóroddi
Poulsen.
Seinasta
tiltakið
á
skránni verður orðaskifti
við pallborði, sum fer at
tosa um »ummæli og um-
støður at ummæla í Før-
oyum«. Við pallborðið sita
Bergur D. Hansen, Hanus
Kamban, Kinna Poulsen og
Carl Johan Jensen. Orð-
stýrari verður Ivan Niclas-
sen.
Í Førhøllini fer bókasølan
í SMS at selja nýútkomnar
bøkur og Bókadeild Føroya
Lærarafelags fer at sýna
fram upprunamyndirnar í
nøkrum av teimum mynda-
bókum, sum forlagið gevur
út í vetur.
eys
Nýggjur borgar-
stjóri í Hovi
Delmar Tausen verður
borgarstjóri í Hovi tey næstu
fýra árini
Hvalbingar samdust um Levi
Hetta er listi A í bygdaráðnum í Hvalba. Fremst á myndini er Levi Niclasen, formaður, síðani
Otto West, Bjarta Berg, sum er nývald og aftast, Niels Jacob Thomsen
Og Hetta eru so tey trý, ið manna lista B í bygdaráðnum í Hvalba. Frá vinstru eru teir Martin í
Nesi og Magni Bertholdsen, sum báðir eru nývaldir, og Trygvi Midjord
Kirkjan í Hoyvík:
Skal standa í fleiri hundrað ár
Leingi hevur verið tos-
að um at byggja eina
kirkju í Hoyvíkshag-
anum. Fyri 20 árum
síðani varð ein arkit-
ektakapping útskriv-
að, men ikki fyrr enn
nú verður av álvara
farið undir arbeiðið.
Hoyvíkingar gleða seg
HOYVÍKAR KIRKJA
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Katrin Dahl er ein av
teimum, sum hevur verið
við í arbeiðnum við Hoyvík-
ar kirkju síðani byrjanina.
Hon sigur, at hon veruliga
gleðir seg til farið verður í
gongd við arbeiðnum.
– Tað er heilt víst, at okk-
um tørvar eina kirkju her
uppi. Um stutta tíð verða
vit næststørsti býur í Før-
oyum, næst eftir Havnina,
og tað ber ikki til, ikki at
hava eina kirkju fyri okkum
sjálvi, heldur Katrin.
Drúgt arbeiði
– Fyri 20 árum síðani sóu
vit, at býurin fór at vaksa.
Tí fóru vit tá undir fyri-
reikandi arbeiði, til at fáa
eina kirkju í Hoyvíkshagan,
greiðir Katrin Dahl frá.
Tey útskrivaðu tá eina
arkitektakapping um nýggju
kirkjuna. Eini 14 uppskot
komu inn, og uppskotið hjá
Albert Isfeldt og hansara
fólki vann tá 1. virðisløn.
– Vit ætlaðu tá at fara
undir at byggja alt fyri eitt,
men vit høvdu ikki serliga
nógvan pening. Vit vænt-
aðu tó, at feløg, fyritøkur
og onnur fóru at vilja stuðl-
að kirkjuni, men tað vísti
seg ikki at ganga. Tey vildu,
at arbeiðið skuldi byrja, og
so vildu tey hugsa um tað,
tá tey sóu hvussu tað fór at
verða, minnist Katrin.
Tey hildu tað tó verða
nakað váðamikið at fara
undir at byggja, uttan at
vita, um peningaligur stuð-
ul fór at koma. Tí varð ætl-
anin løgd á hyllina, og har
lá hon í 20 ár.
Hesi 20 árini er tó ein
ávís upphædd av gjaldin-
um, sum kirkjurnar í Havn
fáa, blivin sett av til kirkj-
una í Hoyvík, og nú verður
mett, at tað er forsvarligt at
fara í gongd við arbeiðið.
Eginognin er nú tveir
triðjingar av kostnaðinum
og lán verður tikið uppá
tað, sum restar í.
Sakna egna kirkju
Katrin greiðir frá, at hóast
tey á sinnu roknaðu við, at
Hoyvíkin fór at vaksa mun-
andi, so høvdu tey aldrin
droymt um, at hon fór at
vaksa so nógv, sum hon
hevur seinastu árini.
– Vit hava verið noydd at
broyta upprunaliga upp-
skotið nakað, tí uppruna-
liga kirkjan hevði verið ov
lítil til alt fólkið, sum nú
býr í Hoyvík. Tí verður
kirkjan eisini nakað dýrari
enn upprunaliga ætlað,
greiðir Katrin frá.
Hon heldur, at fólk í Hoy-
vík veruliga sakna ein
kirkju sum er teirrra. Og
tað verður tí eingin trupul-
leiki at fylla hana, hóast
rákið í hinum norðurlond-
unum hevur verið, at kirkj-
urnar gerast alsamt tómari.
– Hatta ivamálið er ikki
nakað, sum vit skulu taka
við,
frammanundan
at
kirkjan er bygd. Tí hyggur
tú í kirkjurnar í Føroyum,
so eru tað nógv fólk hvønn
sunnudag. Eg ivist tí onga
løtu í, at hoyvíksfólk eisini
fara at taka sína kirkju til
sín. Vit fara í øllum førum
at gera alt, sum stendur í
okkara magt, at fáa fólk at
verða góð við hana. Og at
halda negativa rákinum úr
útlondunum burtur, stað-
festir Katrin Dahl.
Hon leggur afturat, at
undirtøkan og áhugin mill-
um manna, bendir á alt
annað enn eina kirkju, sum
fer at standa tóm.
– Fólk gleða seg og tey
eru óalmindiliga positiv, so
eg beri ongan ótta fyri has-
um, staðfestir hon.
Katrin sigur seg eisini
vóna, at sambandið og sam-
starvið ímillum skúlan og
kirkjuna fer at verða gott,
eftirsum tey fara at verða
síð um síð.
– Tey í skúlanum eru
ógvuliga spent uppá kirkj-
una. Og um vit fáa vant
hoyvíksbørn við kirkjuna
beinanvegin, heilt frá tí, at
tey eru smá, so er møgu-
leikin fyri, at tey veruliga
taka hana til sín, ógvuliga
stórur, sigur Katrin.
Hon heldur, at øll fólk
mugu hava okkurt at hella
sítt høvur á, og um tað ikki
verður kirkjan, so verður tað
okkurt annað. Allarhelst
okkurt rák úr eysturheimin-
um, sum vísir seg vera so
vælumtókt i grannalond-
unum.
Funktionel og flott
kirkja
Kirkjan fer at verða mið-
punktið í Hoyvíkini, og hon
fer at liggja við síðuna av
skúlanum.
– Vit ætla at útbjóða
longu í januar 2005. Vón-
andi verður spakin settur í
um februar/mars, og ætlan-
in er, at kirkjan skal verða
liðug á hvítusunnu í 07,
sigur Katrin.
Í skipinum á nýggju
kirkjuni fara 400 fólk at
rúmast. Afturat tí, verður
ein tilbygningur við dragi-
hurðum, sum at kalla kann
skoytast upp í skipið. Har
rúmst 200 fólk. Hesin til-
bygningurin kann so eisini
nýtast til onnur ting, sum
konfirmantfyrireiking ella
sunnudagsskúla.
Eisini
verður eitt kjallararúm til at
taka, og nýggja kirkjan fer
eisini at hava eitt kapel.
–
Hetta
verður
ein
ótrúliga flott kirkja. Ljós
verður í torninum, so tað
fer at síggjast langvegis frá.
Upprunaliga ætlanin er
eisini at hava kopartak og
laðað grót allanvegin fram-
við. Enn vita vit ikki um vit
hava ráð at gera hetta bein-
anvegin, men ætlanin er so,
at tað skal koma so líðandi,
greiðir Katrin frá.
Tað eru tó nøkur ting, ið
ikki eru tikin við í kostnað-
in av kirkjuni. Tað eru urg-
an,
kirkjuklokkan
og
kirkjusilvurið.
– Vit vóna, at vit fáa eina
innsavnan í lag, soleiðis, at
hoyvíksfólk
sjálvi
fáa
møguleikan at lata kirkjuni
hesi tingini. Ella í øllum
førum at hjálpa til at fíggja
tey, sigur Katrin.
Endalig avgerð er ikki
tikin um altartalvuna enn,
men Katrin veit at siga, at
valið stendur ímillum tveir
møguleikar.
– Tá vit á sinni fóru undir
arbeiðið við kirkjuni, var
Eivind Vilhelm, sáli og
fyrrverandi bispur, ein av
eldsálunum í arbeiðnum.
Hann keypti einaferð ein
kross, sum skuldi nýtast til
altartalvu í Hoyvík. Kross-
urin stendur í dag úti á
bispagarðinum, men spurn-
ingurin er, um ikki hann
verður ov lítil, nú kirkjan
verður størri enn ætlað. Hin
altartalvan er ein málning-
ur, sum Halstein Mikkelsen
hevur málað og ognað
Føroyum við tí treyt, at
hann skuldi heingjast í eina
kirkju. Higartil hevur hann
hingið í Meinigheitshúsin-
um, men vit fara nokk at
leggja eitt boð inn, so máln-
ingurin kann gerast okkara
altartalva. Og vit finna
nokk eisini pláss til krossin,
um enn tað ikki verður sum
altartalvu, sigur Katrin.
– Kirkjan skal vera ein
virðiligur bygningur, sum
allarhelst skal standa í fleiri
hundrað ár. Og hon eigur at
mynda byggilistina í tí
tíðini, tá hon er bygd. Tað
haldi eg, at Hoyvíkar kirkja
fer at gera, staðfestir Katrin
Dahl at enda og leggur
afturat, – Nú mugu vit bara
biðja til, at alt gongur sum
tað skal, so vit sleppa í
okkara egnu kirkju í 2007.
C
M
Y
K
9
8