sunnudagur 28. november 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
11
Hóast tað ikki var eins stór undirtøka sum fyri fýra árum
síðani, má kortini sigast, at úrslitið av 2. útbjóðing er á
einari leið. Hesaferð eru 8 feløg við, í 2000 vóru tey tvífalt
so nógv. Tað hevur sínar orsøkir. Eitt nú eru fleiri av feløg-
unum, sum vóru við í 2000 men ikki nú framvegis virkin
her. Tað eru feløgini, sum hava 6 ella 9 ára loyvi. Hesi hava
helst valt at steðga á og gera seg liðug við sítt arbeiði frá 1.
rundu, áðrenn tey fara út í meira. Hinvegin eru nøkur nýggj
feløg við, ChevronTexaco, OMV og Geysir.
Tað er greitt, at vónirnar til Gullhornið vóru í so bjartar.
Kortini eru kolvetni staðfest, og tað hevur týdning fyri
allan landgrunnin. Tað fær feløgini framhaldandi at trúgva
uppá, at onkunstaðni á landgrunninum goyma kolvetni
seg. Og fundini, sum eru gjørd á bretskum øki longur
norðuri beint við markið, hava so eisini skapt nýggjar
vónir. Nú verður bráddliga tosað um, at tað er als ikki
óhugsandi, at tað inni á landgrunninum undir basaltinum
finnast risastór olju- ella gassfelt. Tann sannroynd, at ein
av høvuðsaktørunum á Atlantsmótinum sum heild sum
ChevronTexaco nú er við at leita, ger, at tað verður eitt
sindur hugaligari.
Bæði føroysku oljufeløgini eru við í útbjóðingini. Tað
kann tykjast eitt sindur spell, at Atlants Kolvetni ikki er
við í nøkrum av tyngru bólkunum. So er spurningurin
um felagið hevur verið ov seint á sjóvarfallinum ella hetta
er tí, at tað í fyrstu atløgu ynskir at arbeiða saman við
einum minni felag fyri so seinni at kunna taka onnur stór
feløg uppí ella sjálvt "farma" inn í eitt annað samtak.
Hetta seinasta er væl sannlíkt, um so er at myndugleikar
og onnur oljusamtøk, sum søkja um somu teigar sum
Atlants Kolvetni og Geysir, meta tað vera rætt at taka hesi
bæði við. Men einki er givið. Tí verður spennandi at
síggja, hvussu tað fer at hepnast Atlants Kolvetni at fáa
onkran góðan bitan í hesi runduni. Hitt føroyska olju-
felagið hevur skorað seg inn í millum Statoil, Dong og
Shell og má tað sigast at koma tí væl við, nú hesi feløgini
eru millum oddafeløgini á landgrunninum.
Áhugavert verður at síggja, hvat nýggja leiðslan á
Oljufyrisitingini fer at fáa burtur úr telvingini um bestu
plássini í 2. útbjóðing. Tí hóast feløgini helst hava søkt
ymsa staðni er sannlíkt, at fleiri at umsóknunum matja
hvørja aðra tvs. fleiri feløg ella samtøk ynskja uttan iva
somu teigar og hesi liggja helst har norðuri og nær
markinum. Umframt hesa avbjóðing skal fyrisitingin
eisini gera sær tankar um, hvussu verður við boringunum
í 1. rundu, um hesar skulu borast í Gullhorninum ella um
tær skulu flytast og onkrar møguliga leggjast saman til at
bora inni á basaltinum t.d. í verandi 9 ára loyvum, og har-
við vera við til at lata dyrnar upp til myrka dýpið undir
basaltinum. Eitt er hvat oljufeløgini vilja, annað er hvat
myndugleikarnir meta vera best fyri Føroyar og til tess at
fasthalda áhugan hjá oljufeløgunum sum heild. Aftur her
verður talan um eina skilagóða javnvág, sum fyrst og
fremst má hava fyri eygað upprunaliga endamálið: at til-
rættaleggja soleiðis, at bestu møguleikarnir fyri at finna
olju og gass verða troyttir - hvussu tað so enn verður
skrúvað saman.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Á einari leið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tak til Hvalvík og Streymnes
Hvørjar ætlanir hava Føroyar fyri 2005 og
árini fram eftir ?
Gud plantede selv et træ til
korsets planke. Men Gud
plantede også selv et træ på
det sted, hvor Hvalvík kirke
ligger i dag.
Dengang da den gamle
kirke var blæst omkuld i
1827, fandt man et træ,
som man mente, Gud
havde plantet på det sted,
hvor kirken ligger i dag.
Meget tyder på, at det var
Guds profeti. Hvalvík har
været rammen om en stor
vækkelse i slutningen af
1800-tallet, der faktisk
gjorde hele Hvalvík og
Streymnes til et næsten
100% kristent kirkeom-
råde.
(Josva
21,
v45
http://www.bibelselskabet.
dk/danbib/web/jos/ch21/v4
5.htm> : ≈Ikke ét af alle de
gode ord, Herren talte til
Israels hus, faldt til jorden;
alt gik i opfyldelse.≈)
På søndag √første søn-
dag i det nye kirkeår fejrer
Hvalvíks ældste helt
igennem trækirke 175 års
jubilæum.
Og mon ikke kirken
kunne fortælle meget, hvis
den kunne tale? Hvad har
den dog ikke været vidne til
gennem de 175 år? Måske
er det godt, at den ikke kan
tale.
Men i hvert fald vil både
min hustru Anna og jeg
meget gerne sige tak for
trofast opbakning til den
nye danske præst, der kom
ind nede syd fra på et
tidspunkt, hvor kirken stod
og var ≈helt rundt på gulv-
et≈, fordi den manglede en
præst.
Den gode og hyggelige
julekirke og beboerne i
Hvalvík og Streymnes har
rørt vore hjerter dybt.
Tak til naboer, tak til
kirkegængerne,
tak
til
missionshusfolket og tak til
alle Hvalvík borgere, som
jeg møder på min vej både
når jeg går i kirke og når
jeg går og kører andre
steder hen.
Med venlig hilsen
Anna og Mogens
Præstegården
Hvalvík
Edmund Joensen
Í heimspolitikki henda av
og á stórlop ella skarvslop
rætta vegin. Tað seinasta
var tá 10 lond gjørdust
limir í ES afturat teimum
15, sum vóru framman-
undan. Felagskapurin rúm-
ar nú 25 limalond við um-
leið
480
milliónum
íbúgvum.
Slíkt má kallast ein søgu-
lig stórhending, serliga tá
hetta er hent við tí fyri eyga
at skapa frið, vælferð,
vernd av umhvørvi o.s.fr.
Vit síggja eitt á so mangan
hátt broytt og sameint Evr-
opa við skarvslopum framá
leiðini ímóti tí ætlaða mál-
setninginum. ES er um
somu tíð eisini vorðin
heimsins størti búskapur,
frammanfyri bæði USA og
Japan.
Noreg, Ísland og Sveits
eru ikki fullir limir enn,
men hesi londini hava
annað beinið innanfyri við
teirra EBS avtalu. EBS-
samstarvið er helst tann
nærmasti samstarvsformur-
in, sjálvstøðug lond kunnu
fáa uttan at vera limir í EU.
Síðstu tíðina hava vit
javnan hoyrt í fjølmiðlun-
um, at stórur meiriluti av
norska fólkinum sambært
meiningsmátingum gongur
inn fyri fullum limaskapi í
ES. Norðmenn hava, eftir
tvær ferðir at hava sagt nei,
eftir øllum at døma nú álit á
at fullur limaskapur er
framtíðin.
Hvar eru Føroyar í øllum
hesum og hvørjar ætlanir
hava føroyingar? Er nakað
ES-kjak yvirhøvur? Verða
t.d. gjørdar meiningsmát-
ingar um hesi viðurskifti?
Ætla Føroyar eina tillað-
ingarskipan í tøttum sam-
starvi, á sama hátt sum Ís-
land og Noreg hava tað?
Ætla føroyingar at fyrireika
landið og íbúgvarnar til ein
møguligan komandi lima-
skap?
Onki røkist fyri at so er.
Føroyar hava eina "simpla"
handilsavtalu við ES, mest
lík teimum sum londini í
triðja heiminum hava. Stutt
sagt gevur okkara handils-
avtala við ES Føroyum
flestu vansarnar sum ein
fullur limaskapur inniber,
men ikki fyrimunirnar.
Hetta er serliga harmu-
ligt, tá Føroyar sum partur í
danska ríkinum hava fullan
rætt at krevja limaskap við
undantøkum,
sum
t.d.
Áland fekk sum atland hjá
Finnlandi.
Hetta
hevur
givið Álandi veldugar fyri-
munir, nógv størri, enn um
teir gjørdust sjálvstøðugir
limir. Áland er atland í
Finska ríkinum á sama hátt
sum Føroyar eru atland í
danska ríkinum. Hetta er
ein rættur, sum bíðar eftir at
vit føroyingar taka okkum
saman - ein rættur sum vit
eiga framum tey suverenu
londini.
Meðan londini í okkara
heimsparti brynja seg til
avbjóðingarnar í nýggja
Evropa, so viðgerða Føroy-
ar handissáttmalan við Ís-
land. Avtalan er vánaligur
arvur frá undanfarnu sam-
gongu.
Løgmaður
skal
viðgerða avtaluna í uttan-
landsnevndini
og
hann
skipaði fyri temadegi í
hesum sambandi á Hafnia í
seinastu viku. Um avtaluna
við Ísland kann í stuttum
sigast, at hon gevur Íslandi
fullan fríðhandil í Føroy-
um. Føroyar fáa haraftur-
ímóti nógv avmarkaðan
handil, lítið og onki annar-
leiðis enn í dag - í onkrum
føri verri.
Ìslendsku verjutiltøkini á
fiskivinnuøkinum
verða
ikki broytt. Sostatt fellur
allur fyrimunurin, sum
skuldi verið í einum hand-
ilssáttmála Føroya vegna, á
gólvið, bæði í sjálvum
handilssáttmálanum
og
eisini í komandi komuler-
ingini. Føroyar fáa als ikki
somu treytir sum Ísland í
kappingini.
Framhald á síðu 11
VIÐMERKINGAR
1. partur
Leikluturin hjá Skipa-
eftirlitinum
Eftir Anni á Hædd,
løgfrøðingi
Forsíðan á frágreiðingini
avdúkar, at Skipaeftirlitið
ikki kennir sína myndug-
leikauppgávu í kanningar-
málum av hesum slagi. Í
lógini um trygd á sjónum
stendur í grein 13, at
"Landsstýrismaðurin
ásetir reglur um kanning av
vanlukkum á sjónum, sum
viðvíkja føroyskum skipum,
og øðrum vanlukkum á
sjónum við tilknýti til Før-
oyar, til tess at staðfesta
vanlukkuorsøkina og til
fyribyrgjan av vanlukkum,
og kann, um tørvur er á tí,
brúka útlendska serfrøði til
tess."
Landsstýrismaðurin hev-
ur ikki enn ásett nakrar
reglur um kanning av van-
lukkum á sjónum. Sostatt
hevur Skipaeftirlitið í Norr-
ønu-málinum ikki havt
nakrar reglur at arbeiða
eftir annað enn tað, sum
stendur skrivað í grein 13
og so sjálvandi viðmerk-
ingarnar til grein 13, sum
eru í álitinum um trygd á
sjónum. Hvat er tað so,
leikluturin hjá Skipaeftirlit-
inum er í kanningarmálum
av hesum slagi?
Staðfesta
vanlukkuorsøkina
Á fyrstu síðu í frágreiðing-
ini staðfestir Skipaeftirlitið,
at teirra uppgáva er at "út-
vega
upplýsingar
um
óhappið og at fáa greiðu á
tilburðargongd og orsøk-
um". Hetta samsvarar við
kanningarsetningin í grein
13 í lógini, tí tað er orsøkin
ella orsøkirnar, sum Skipa-
eftirlitið skal royna at finna
fram til.
Fyribyrgja vanlukkur
Á fyrstu síðu í frágreiðing-
ini staðfestir Skipaeftirlitið,
at teirra myndugleikaupp-
gáva eisini er at "gera til-
ráðingar og taka neyðug
stig til at minka um vandan
fyri, at tílík(ar) óhapp
henda aftur". Men her mis-
tekur Skipaeftirlitið seg.
Uppgávan hjá Skipaeftir-
litinum í kanningar-málum
av hesum slagi er ikki at
minka um vandan fyri at
Norrøna eina aðru ferð
drívur á land undir innsigl-
ing til Tórshavnar havn
undir somu veðurumstøð-
um sum hin 15. januar
2004. Hvussu skuldi Skipa-
eftirlitið eisini gjørt tað?
Skal Skipaeftirlitið áseta
eina kunngerð um, undir
hvørjum umstøðum tað ikki
er tilráðiligt hjá Norrønu at
sigla inn í Tórshavnar havn?
Lesur ein viðmerkingar-
nar til lógina um trygd á
sjónum og altjóða reglur,
sum liggja aftanfyri áset-
ingina, framgongur tað
greitt, at orðingin "til fyri-
byrgjan av vanlukkum" í
grein 13 sipar til eina gen-
erella fyribyrging av van-
lukkum í alheimshøpi. Sum
dømi kann nevnast ein
skipsvanlukka,
sum
er
komin fyri tí eitt nú eldfim
evni eru komin í samband
við onnur evni umborð. So
kann ein fyri-byrging av
tílíkum vanlukkum gerast,
um kanningarmyndugleik-
in, í føroyskum høpi Skipa-
eftirlitið, mælir altjóða
sjóvinnufelagsskapinum
IMO til, at altjóða reglur
verða gjørdar um, at eldfim
evni ikki mugu lastast
saman við onnur evni o.s.fr.
Á fyrstu síðu í frágreið-
ingini stendur eisini, at
"Skipaeftirlitið hevur onga
ávirkan á møguligar revsi-
rættarligar- ella endur-
gjaldsspurningar í sam-
bandi við óhapp". Hetta er
beinleiðis ósætt. Skipa-
eftirlitið og varafútin hava
longu alment boðað frá, at
"mistøkini" hjá skiparanum
ikki eru meiri álvarslig enn
tað, ið kann sammetast við
ein bilførara, sum koyrir og
rennir á í hálku, og tí verður
ikki meiri gjørt við máli.
Altso er niðurstøðan hjá
Skipaeftirlitinum, sum sak-
kønur skipamyndugleiki,
og
varafútanum,
sum
ákærumyndugleiki,
at
"mistøkini" ikki eru nóg
stór ella grov til, at málið
kann fáa nakrar revsirættar-
ligar fylgir. Júst tað, sum
Skipaeftirlitið á síðu eitt
sigur seg onga ávirkan
hava á. Hinvegin, ein nýtist
ikki at hava nógv ímillum
oyrini fyri at finna útav, hví
støðan er sum hon er.
Skipaeftirlitið hevur nevni-
liga, við lógini um trygd á
sjónum í hondini, fingið til-
lutað uppgávur og skyldur,
sum rætt og slætt ikki eru
sambæriligar við verandi
fyrisitingarliga bygnað.
Skipaeftirlitið sum
góðkenningarmyndug
leiki
Skipaeftirlitið hevur sam-
bært lógini um trygd á
sjónum uppgávur sum góð-
kenningarmyndugleiki.
Grein 17 í lógini staðfestir,
at "Skipaeftirlitið góðkenn-
ir brúk av skipum, undir
hesum
siglingarøki
og
ferðamannatal v.m., og
veitir neyðug loyvisbrøv og
onnur próvskjøl í hesum
sambandi."
Í
Norrønu-málinum
merkir hetta, at Skipaeftir-
litið hevur góðkent nýggju
Norrønu sum skip við allari
útgerð umborð, eisini Voy-
age Data Recorder, ella
"svarta kassan". Sum øllum
kunnugt, hevur Skipaeftir-
litið í Norrønu-málinum
avdúkað, at teir hava góð-
kent eina lógarásetta skip-
an, sum teir ikki sjálvir
hava fakligan førleika og
vitan um. Tí blivu dáturnar
og upplýsingarnar í svarta
kassanum ikki goymdar.
Skipaeftirlitið sum
eftirlitsmyndugleiki
Fremsta
uppgávan
hjá
Skipaeftirlitinum er, sum
navnið eisini sigur, eftirlits-
uppgávan. Sambært grein
2, stk. 4 er ásett, at
"Skipaeftirlitið
umsitur
lógina og hevur umsjón
við, at lógin eins og reglur,
boð og forboð, givin sam-
bært lógini, verða hildin,
jbr. tó stk. 3" sum ásetur, at
"Landsstýrismaðurin kann í
serstøkum førum leggja
sínar heimildir sambært
lógini til aðrar almennar
myndugleikar enn Skipa-
eftirlitið at fyrisita." Henda
heimild er tó ikki brúkt í
sambandi við kanningar-
mál.
Sostatt er tað uppgávan
hjá Skipaeftirlitinum at
fylgja við í, at øll skip undir
føroyskum
flaggi
lúka
krøvini í skipalóggávuni.
Skipaeftirlitið kann útinna
sínar eftirlitsuppgávur á
ymiskan hátt. Mest vanligi
hættirnir at fremja eftirlit
uppá eru ófráboðaði eftirlit
og fráboðað eftirlit, sum
ikki hava samband við
óhapp ella vanlukkur. Ein
annar háttur at fremja eftir-
lit er at fara umborð á skip
aftaná at eitt óhapp er hent.
Í Norrønu-málinum er
tað júst tað seinna sum er
he-nt. Skipaeftirlitið fór
umborð sama dag sum
óhappið hendi sum "eftir-
lits-myndugleiki",
men
konverteraði seinni til at
virka
sum
kanningar-
myndugleiki.
Skipaeftirlitið sum
serkønur og tilmæl-
andi myndugleiki í
revsirættarligum
spurningum
Sambært lógini um trygd á
sjónum er tað Skipa-
eftirlitið, sum hevur fingið
nærum allar heimildir eftir
lógini. Hetta merkir, at í
revsirættarligum
spurn-
ingum er Skipaeftirlitið
einasti føroyski myndug-
leiki, sum kann úttala seg
um lóggávan er hildin ella
brotin. Altso er Skipaeftir-
litið einasti serkøni mynd-
ugleiki, sum hevur heimild
til at meta og úttala seg um,
um brot eru framd á lóg-
gávuna ella ikki. Í veruleik-
anum hevur Skipaeftirlitið,
sum sonevndur serkønur
myndugleiki, skyldu til at
taka revsirættarliga spurn-
ingin upp.
Skipaeftirlitið sum
kanningarmyndugleiki
Í Norrønu-málinum hevur
Skipaeftirlitið,
sambært
sær sjálvum, virka sum
kanningarmyndugleiki við
heimild í grein 13 í lógini.
Sum fyrr nevnt, er upp-
gávan hjá Skipaeftirlitin-
um, sum kanningar-mynd-
ugleiki, at kanna og stað-
festa orsøkina ella orsøkir-
nar til, at eitt óhapp er kom-
ið fyri - og bara tað. Spurn-
artekin verður sett við, um
Skipaeftirlitið
í
sínum
kanningararbeiði,
sínari
málsviðgerð og niðurstøð-
um bert hevur fyrihildið
seg til málið sum kanning-
armyndugleiki?
Fyri at so skal vera,
mugu almennu Føroyar
hava álit á, at Skipaeftir-
litið, líka síðani 15. januar
og fram til 22. november í
ár, í øllum viðurskiftum
viðvíkjandi Norrønu-mál-
inum hevur minst til at
leggja sín góðkenningar-
kasjett, eftirlitskasjett og
sín kasjett sum serkønur og
tilmælandi myndugleiki í
revsirættarligum spurning-
um frá sær og bara "hatta"
seg undir kanningarkasjett-
inum.
Les
frágreiðingina
á
www.fma.fo
og
met
sjálv/ur.
Í næsta parti verður
kanningararbeiðið og upp-
lýsingargrundarlagið í Nor-
rønu-frágreiðingini
við-
gjørt.
Er Norrønufrágreiðingin frá
Skipaeftirlitinum eitt sjuskverk?
Ìsland hevur dugað væl.
Landið hevur ment seg
ótrúliga nógv undir EBS
skipanini.
Búskapurin
stendur nú á alt fleiri bein-
um. Ísland førir ein aktivan
íleggingar- og bankapoli-
tikk í útlondum við øðrum
beininum í ES við EBS
avtaluni.
Ìslendingar keypa seg inn
í Føroyum. SMS, Skipa-
smiðjan, Snodd o.s.f. Ìs-
lendsk fyritøka hevur boð-
að frá sera aktivum virk-
semi í sambandi við flog-
fersluna í føroyum. Ì Dan-
mark er Magasin keypt av
íslandskum íleggjara. FIH,
Finansieringsinstituttet for
industri og handverk í Dan-
mark, eiga teir eisini.
Sanniliga er munur á
monnum. Íslandskir pol-
itikkarar smaðast ikki fyri
at seta verjutiltøk fyri teirra
egnu fiskivinnu og teirra
egna ídna.
Svøríki, sum í nýggjari
tíð hevur verið kent fyri at
standa øksl móti øksl við
stórídnaðin, hevur boða frá
sama politikki. Stjórnin er
til reiðar at brúka meira enn
10 milliardir kr. til tiltøk
sum kunnu gera at Svøríkið
vinnur kappingina, t.d. so-
leiðis at Saab verksmiðjan
verður verðandi í Svøríki.
Danski forsætisráðharrin
Anders Foog Rasmussen
legði nú sunnudagin fram á
landsfundinum krystalklára
ætlan og startegi um,
hvussu Danmark ætlar at
leggja tilrættis. Hvussu
gerast skal fyri at Danmark
skal hava tað besta kapp-
ingarføri og vinna í kapp-
ingini alla tíðina.
Hvat gera vit í Føroyum?
Tá hendan samgongan tók
við, vóru seks ár av dýra-
barari tíð burturspilt av
loysingarsamgongum. Seks
ár, sum blivu brúkt til
klandur og stríð. Sjávl-
fylgiligheitir blivu gjørd til
stórmál og stríðsmál, og
sjálvandi kom onki burtur
úr Føroya vegna. Seks ár
sum (um hildið varð fram
við framburspolitikkinum
hjá landstýrinum frá 94-
98), trygt høvdu sett Før-
oyar
á
vinnarabreytina
saman við grannalondun-
um Íslandi og Noregi.
Løgið at Búskaparráðið
ikki sær tær stóru linjurnar
- ikki sær tær stóru av-
laðingar og avleiðingar og
tað trongu spennitroyggj-
una, sum føroyskt vinnilív
livir undir samanborið við
grannarnar, tá um handils-
avtalur ræður. Eisini er tað
sera løgið at ráðið leggur so
stóran dent á privatisering
av Fiskavirking, einasta
felag sum hevur eitt kon-
sept og sum er ført fyri at
taka kappingina upp við
útlandið. Einasta føroyska
felag sum út frá tosinum
millum fiskimenn heldur
fiskaprísinum uppi.
Vit føroyingar - hvat gera
vit, nú vit er sloppin av við
loysingarsamgongurnar og
nú vit reypa av at hava eina
stóra og sterka samgongu.
Hvørjar ætlaninr hava vit
fyri 2005 og árini fram
eftir. Átti landstýrið og
stóra sterka samgongan
ikki at sett út í kortið og at
gjørt nakað ítøkiligt og
munagóð tiltøk, sum kundu
flutt
Føroyar
fram
á
leiðnini.
Eitt er vist - tað kann ikki
góðtakast, at meðan grann-
arnir og Europa gera
skarvslop fram eftir, so
skvamblar okkara sterka
landstýri og okkara stóra
sterka samgonga uttan mál
og mið runt í egnum
dunnuhyli. Her má vend
koma í..
Føroyar hava brúk fyri
strategiskum og ítøkiligum
ætlanum fyri 2005 og árini
fram eftir.
Framhald av síðu 10
C
M
Y
K
11
10