týsdagur 15. januar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøkur orð um
tær ætlanir,
ið Tórshavnar
kommuna virk
ar fyri og er við
í v. m.
Nú býráðsvalskeiðið er hálv
runnið haldi eg tað vera
hóskandi at taka samanum
og at kunna eitt sindur um,
hvat ið er komið av skafti hjá
sitandi býráðssamgongu, og
hvørji evni, vit fara at arbeiða
við í seinna partinum av set
uni viðvíkjandi málinum um
at útvega fleiri bústaðir í
Tórshavnar kommunu.
Sum forkvinna í byggi-
og
býarskipanarnevndini
fari eg tí at tríva í nakrar av
teimum pørtum, sum arbeitt
verður við til tess at bøta um
bústaðartørvin. Síðani henda
býráðssamgongan tók við á
nýggjárinum í 2017 er nógv
orka løgd í at loysa trupul
leikarnar av bústaðarneyðini
í kommununi, og hevur hetta
havt eina av okkara fremstu
raðfestingum. Væl vitandi,
at hetta ikki var ein løtt upp
gáva, ið kommunan heldur
ikki kundi loysa einsamøll,
fóru vit við treysti til verka.
Miðvíst hevur verið ar
beitt yvirskipað við at greina
spurningin og trupulleikar
nar, somuleiðis við at lýsa
støðuna og avbjóðingarnar,
um hvussu farast skuldi fram
at fáa fleiri aktørar til at taka
ábyrgd og til at koma við “inn
á vøllin”. Arbeitt hevur verið
við at fáa ymsu partarnar at
finna saman í toymi, soleiðis
at vit kundu fingið eitt ítøk
iligt ískoyti lagt aftrat undir
samsvarandi uppgávu, sum
hana, ið Bústaðir longu tek
ur sær av. Ein long og drúgv
fundarrøð hevur verið við
ymsar viðkomandi aktørar,
sum vit mettu onkursvegna
vóru áhugaði í at vera við
til at lyfta tungu samfel
agsligu
uppgávuna
sam
an við kommununi. Her
vórðu fundir hildnir við
arbeiðstakarar,
fakfeløg,
íleggingargrunnar, pening
astovnar, tryggingar, arki
tektar, ráðgevar av ymsum
slag v.m.
Samanumtikið má sigast,
at hetta vóru sera hugaligir
fundir; jaligir hugburðir og
samstørv komu burturúr,
og loyvi eg mær at siga, at
samvirkanarárin hava verið
at hóma í samfelagnum øll
um. Felagið Heimbýli varð
stovnað, sum hevði ætlanir
um at bjóða uppá tær bú
staðarbyggingar, sum kom
munan hevði í hyggju at
bjóða út.
Tíverri varð hetta felagið
avtikið,
beint
uppundir
nýggjár, tí Betri tók seg
burturúr
samstarvinum.
Men onnur samstørv eru,
og vónandi er okkurt annað
ávegis. Eisini er landsstýrið
komið við einum bústaðar
pakka og hevur samstundis
økt um játtanina til Bústaðir;
hetta gleðast vit stórliga um.
At bæði Bústaðir og privatir
byggja íbúðir, sæst aftur
í hagtølunum hjá komm
ununi, har myndin nú er
koppað, soleiðis at skilja, at
nú verða fleiri íbúðir bygdar
enn sethús, hetta er heilt
nýtt í byggisøgu Tórshavnar
býráðs og er eisini í tráð við
tørvin, sum kanningin hjá
kommununi vísti.
Bústaðarpolitikkur
Samstundis hevur verið ar
beitt við at gera ein bústað
arpolitikk, tí givið er, at tíðin
stendur ikki í stað. Mentanin
og gerandisdagurin hjá fólki
broytist alla tíðina. Nýtt
fólk og nýggir siðir, plagdi at
verða tikið til. Fleiri og fleiri
liva einsamøll, fleiri gerast
eldri, fólk eru heilsuliga væl
fyri upp í høgan aldur, fólk
ferðast nógv, fleiri stakir
uppihaldarar o.s.fr., o. s. fr.
Samfelagsmynstrið
er
snøgt sagt broytt nógv sein
astu áratíggjuni. Vit vildu
ikki gita, men vita, og bú
staðarpolitikkurin varð tí
bygdur á kanningar, út
greiningar, framskrivingar,
borgarafundir og hoyringar
v.m.
Bústaðarpolitikkurin
varð endaliga samtyktur av
býráðnum tann 20. juni 2018.
Bústaðarpolitikkurin er
ein langtíðarætlan og eitt
amboð hjá kommununi til
at stýra býar- og kommunu
menningini við, sí leinkjuna:
https://www.torshavn.fo/De
fault.aspx?pageid=1713
Fundir
og
politikkir
skapa ikki nakrar bústaðir í
sjálvum sær, kann ein siga,
men sera týdningarmikið
er tó, at farið verður fram
við skili; at byggiætlanir eru
burðardyggar, at umhvørvið
og lendið verða gagnnýtt
væl, og at borgarin fær
dygdar bústaðir fyri ein so
lágan pening, sum gjørligt.
Tað er burturúr bústaðar
politikkinum, at ítøkiligar
verkætlanir skulu spretta;
Tórshavnar býráð a
at loysa bústaðartø
Økið til íbúðarbygging undir Kongavarða á Argjum
SNA Arkitektar: Uppskot,
partur av Stórubrekku,
nýggjur býlingurin í Hoyvík