týsdagur 15. januar 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
kommunan ynskir at vera
ein viðleikari við m.a. at
útvega lendir og at skapa
karmar.
Vaksandi fólkatal
Gongdin er vend og fólk velja
nú í stóran mun at búseta
seg í Føroyum. Hetta er sera
hugaligt, og talan er bæði um
ungfólk, eldri, fólk úr øðrum
londum o. s. fr. Samstundis
hendir tað, sum eisini er væl
kent í okkara grannalondum,
nevniliga at fólk ynskja at
trunkast saman undir meira
býarkendum
umstøðum,
heldur enn at liva í spjaddum
einbýli. Orsøkin er saman
sett, men givið er, at vit eru
tað, ið ofta verður tikið til og
nevnt sum “floksdjór”.
Vit vilja savnast, og stutt
er ímillum hjá okkum før
oyingum, so tíðindi ganga
eisini skjótt. Tað er vorðið
áhugavert ímillum tey ungu
at vera verandi í landinum,
útbúgvingarmøguleikarnir
eru vorðnir fleiri, ung fólk
flyta heimaftur eftir lokna
útbúgving og eisini familjur
við børnum flyta heim, tí
tey ynskja, at teirra børn
skulu verða føroyingar. Sam
felagið er vorðið meira rúm
ligt, fleiri arbeiðspláss av
ymsum slagi eru tøk, trygg
leikin er víðagitin, friðurin,
familjubondini og náttúran
verða virðismett, ja, saman
umtikið ein økt atdráttar
megi.
Íbúðir á Frúutrøð og
undir Kongavarða
Kommunan hevur nýliga
bjóðað tvey lendir út til íbúð
arbygging, ávikavist á Frú
utrøð og undir Kongavarða.
Hóast verkætlanirnar ikki
hava gingið so skjótt, sum
ætlað, so er vónin tó enn,
at hesar báðar verkætlanir
skjótt verða veruleiki. Her er
talan um bæði leigu- og eig
araríbúðir.
Fleiri bústaðarætlanir
ávegis
Stórabrekka í Hoyvík og
undir Fjalli úti í Marknagili
eru tvær stórar bústaðar
ætlanir, sum arbeitt verður
við, og sum skjótt verður
meira at frætta um. Við Dal
avegin, við Landavegin og
aðrastaðni í býnum, eru fleiri
ætlanir ávegis, eins og stórt
byggivikrsemi er á Argjum.
Í Kollafirði, í Kaldbak og í
Nólsoy eru bústaðarbygg
ingar í gongd, og aðrastaðni í
kommununi koma aðrar ætl
anir aftrat. Talan er bæði um
almennar, kommunalar og
privatar byggiætlanir.
Neyðugt við almenn
um bústaðarpolitikki
Hóast býráðið tann 20. juni
2018 eisini samtykti at heita
á landsins myndugleikar um
at útvega kommununum lóg
arheimild til at lýsa bústað
arskyldu á útvaldum økjum,
so er henda heimild ikki
komin enn. Tórshavn, sum
høvuðsstaður, er allarhelst
einasti
høvuðsstaður
av
teimum, sum okkum dámar
at samanbera okkum við, har
loyvt er at hava summarhús
á fremstu rók í hjartanum
av sjálvum høvuðsstaðnum,
har hesi hús annars kunnu
standa tóm størsta partin av
árinum. Hetta elvir til mis
trivna millum teir veruligu
íbúgvarnar, og býurin verður
ein huldubýur. Vónandi fer
henda heimildin um bústað
arskyldu skjótt at verða givin
kommununum, soleiðis at
farið kann verða undir eina
tilgongd, at Havnin, høvuðs
staðurin, fær enn fleiri mið
býarbúgvar.
Vit høvdu ynskt okkum, at
landið tók bústaðarneyðina
í størri álvara, tí í mun til
okkara grannalond eru vit
lítið lógarskipað á bústað
armarknaðinum. Alneyðugt
er við einum almennum
bústaðarpolitikki, sum m.a.
veitir heimildir og setir
karmar fyri bæði kommun
urnar og ta privatu vinn
una. Heimildir tørva til at
langtíðarútleiga lendir til
bústaðarbygging,
lóg
um
bústaðarskyldu, lendisprísir
til bústaðarbygging, skipaði
viðurskifti til bæði stutt- og
langtíðar útleigan o.s.fr.
Tættari bygging og
betri trivnaður
Altjóða viðurkend gransking
hjá norðmanninum Magne
Raundalen, ein av fremstu
barnasálarfrøðingunum
í
Noregi, vísir, at eitt trygt
heim er undirstøðið fyri
einum tryggum menniskja,
og trygg menniskju skapa
eitt
gott
samfelag.
Ein
góður bústaður, og eitt gott
uppvakstrarumhvørvi,
er
meira enn ein fín íbúð ella
eini góð hús. Lívið ímillum
húsini hevur stóran týdn
ing. Umsorgan í eini tryggari
familju lyftir barnið, familj
una og framtíðar ættarlið
upp úr fátækradømi. Eitt
trygt grannalag og nærum
hvørvi er gott at alast upp í.
Ein væleydnaður býlingur,
eitt gott grannalag við góð
um sosialum kapitali er sera
týdningarmikið fyri barnið
at vaksa upp í. Tað er munur
á at hava eini hús og tak yvir
høvdið, og so at hava eitt
gott heim, tí eitt heim hevur
m.a. eitt trygdarnet. Eitt
barn hevur tørv á nógvum
royndum fyri at menna heil
an væl, og ein part av hes
um royndum fær tað frá
einum tryggum grannalagi.
Ella v.ø.o., at royndir byggja
heilan, og sambond byggja
menniskju.
Granskingin hjá heims
kenda danska arkitektinum
Jan Gehl er eins viðkomandi
í dag, sum tá ið hann í 70-u
num segði, at býir skulu vera
fyri menniskju. Hann sigur,
hvussu týdningarmikið tað
er við dygd í býarskipanini,
at lívið í býnum, og atlit
ið til menniskjuni í býar
rúminum, eigur at hava ein
høvðusleiklut í býarplan
leggingini.
Býirnir
skulu
vera livandi, tryggir, sunnir
og burðardyggir.
Í kanningunum hjá Tórs
havnar
kommunu,
sum
vórðu partur av grundar
lagnum fyri tí samtykta bú
staðarpolitikkinum,
sigur
fjórði hvør seg ynskja sær
eina leiguíbúð. Tí skulu eisini
fleiri leiguíbúðir byggjast.
Umráðandi er at byggja
alt slag av bústøðum, og
sera týdningarmikið er at
raðfesta trivnaðin millum
bústaðirnar. Serliga í teimum
førum, har tað er tætt bygg
ing við smáum íbúðum, er
tørvurin enn størri til fel
agsøkir, tilhaldsstøð, grøn
økir, spælispláss, felagshølir
v.m. Tí at vera saman við
øðrum, at koma hvørjum
øðrum við, og at vera nak
að fyri hvønn annan, gevur
betri lívsgóðsku. Einsemi
er skaðiligt fyri heilsuna og
sjálvsvirðið, og tí er tað so se
ra umráðandi, at grundarlag
er fyri felagsskapum í nýggj
um byggiætlanum, at vit
kunnu vera felags um ym
iskar hentleikar, samstund
is sum ein kann fara inn til
sín sjálvs og lata hurðina
aftur. Miðaldrandi og eldri
borgarar skulu hava møgu
leika at sleppa úr sínum ov
stóru sethúsum og heldur í
eina minni íbúð.
Eg fari í eini seinni grein
at kunna um onnur økir, sum
arbeitt verður við innan virk
isøkið hjá byggi- og býarskip
anarnevndini.
Gott nýggjár.
Marin Katrina Frýdal,
býráðslimur fyri Tjóðveldi
og forkvinna fyri byggi- og
býarskipanarnevndini
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
arbeiðir virkið við
ørvin í kommununi
Marin Katrina Frýdal
býráðslimur í Tórshavnar kommunu
Ætlaða nýggja íbúðarøkið á Frúutrøð
Ove Mortensen Arkitektavirkið & Arkitektar 99: Uppskot, útstykking undir Fjalli. Bygging veksur í hædd og vavi frá
sethúsabygging norðaneftri til hægri íbúðarbygging suðureftir móti verandi íbúðarblokkunum undir Gráasteini