týsdagur 15. januar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Jóhan
á
Plógv
Hansen
vildi sum heilt ungur verða
hondbóltsmálmaður
sum
gumman.
Seinni
var
fyri
myndin
brasilski
fótbólts
spælarin, Ronaldinho. Sum 15
ára gamal byrjaði tó ein leið,
har Jóhan á Plógv Hansen valdi
hondbóltin fremst, men hann
hevur ikki altíð verið so góður.
Sum yngri er hann ikki eitt
“lýsandi talent”, sum hann
sjálvur tekur til í samrøðu við
ÍtróttarSosialin tíðliga í fjør.
Fyrsta útlendska skiftið er
til Skanderborg, har venjarin
heldur at føroyski vongurin
dugur illa at spæla hondbólt.
Hann metir tó, at ungi føroy
ingurin hevur nakrar krops
ligar fyrimunir, ið gera at hann
kann blíva avbera góður.
Jóhan á Plógv Hansen er
fyrsta árs ungilingur í Skander
borg, tá tveir skaðar gera at
hann skal á vøllin fyri besta
liðið. Søgan um Jóhan á Plógv
Hansen, er ein søga um at
stríðast og arbeiða hart, og altíð
verða til reiðar at taka av. Eisini
avbjóðingunum, tá tað gongur
illa og skaðar gera um seg.
Alt byjaði í Kyndli
Sum yngri er stóra fyrimyndin
Marjun á Plógv. Hon er gumma
Jóhan og er venjari í Kyndli.
-Alt byrjaði í Kyndli, har
gumma mín stóð í mál. Hon
spældi eisini á landsliðnum.
Hon var barnavenjari og tók
meg við til venjing. Eg vildi
eisini verða málmaður, men
sum 10 ára gamal fekk eg at
vita, at eg við míni vinstri hond
kundi blíva til nakað, sigur
Jóhan á Plógv Hansen, sum
eisini spældi fótbólt sum yngri.
-Eg spældi eisini fótbólt og
tað var tað eg vildi mest. Eg vildi
verða líka sum Ronaldinho. Tað
gekk eisini fínt og eg kom á U15
og U17 landsliðið, men sum 15
ára gamal bleiv eg klárur yvir,
at eg var nokk betri til hond
bólt, fortelur danski landsliðs
spælarin.
Dia Midjord sigur frá
Dia Midjord er venjari á besta
liðnum hjá Kyndli, tá Jóhan á
Plógv Hansen og hansara lið
felagir spæla eina ungdóms
steypafinalu.
-Dia Midjord kemur yvir til
mín og sigur, at eg ikki skal
spæla fótbólt. Eg hugsaði hvat
hann billaði sær inn, men eg
slapp hareftir at venja við besta
liðnum, fortelur vongurin.
Jan Ottosen, sum tá er
venjari í KÍF, skipar soleiðis fyri,
at ungi havnarmaðurin sleppur
at royna seg í Skanderborg.
Tveir mánaðir seinni flytur
hann til Skanderborg, men
ætlanin er bara at búgva niðri
í eitt ár. Tað endar við, at hann
ger sáttmála við felagi.
“Tú rann skjótt og hoppaði
høgt, men hondbólt dugdi tú
ikki at spæla”. Orðini eigur
gamli venjarin hjá honum í
Skanderborg. Føroyski vong
urin hevur ikki altíð verið besti
hondbóltsspælarin.
-Hevur tú nakrar fysiskar
eginleikar, sum onnur kanska
ikki hava, so kanst tú koma
langt, tí at finta og annað kanst
tú læra. Tað var mítt talent, tí
eg var ikki nakað sjónligt hond
bóltstalent, sigur Jóhan á Plógv
Hansen.
Hann er annað val á høgra
vongi á U18 liðnum hjá Skand
erborg. Hann ætlaði sær bara
eitt ár í Danmark og so aftur
til Kyndil, men hann hevur
fingið nýggjan sáttmála. Hann
stríðist alt hann er mentur og
brádliga fær hann møguleikan.
-Bæði vongurin á U18
liðnum og á besta liðnum
blíva skaddir. Og har
stóð eg og skuldi inn at
spæla mín fyrsta dyst.
Vit taptu greitt, men
eg minnist at eg fái
fatur á einum bólti og
havi eitt skot, men skori ikki.
Tað hugsi eg tó ikki nógv um,
tí eg havi spælt á besta liðnum,
fortelur Jóhan á Plógv Hansen.
Hann heldur eisini at yrkis
leiðin hjá honum er ein staðfest
av, at “time’ing”, sum hann
orðar tað, er ein týdningarmikil
partur av at klára tað. Eftir
hetta vinnur hann seg fram á
besta liðnum hjá Skanderborg.
Aftur góð ”time’ing”
Hesi seinastu orðini sigur hann
á vetri í 2017, men tey passa
eins væl í dag. Tað er trongt á
høgra vongi á danska lands
liðnum, har 37 ára gamli Hans
Lindberg og Lasse Svan eru
stuðulskreftir á liðnum. 24
ára gamli Jóhan á Plógv
Hansen
hevur
gjørt
um seg á ungdóms
landsliðnum,
men
tað er langt til eitt
pláss á A-lands
liðnum,
sum
skal spæla HM
á heimavølli.
Tó hevur lands
liðsvenjarin,
Nikolaj
Jacobsen,
føroyska
vongin
í
bakhondini.
Jóhan á Plógv Hansen
er eitt skifti toppskjútti í
Champions
League
við
Bjerringbro-Silkeborg.
Tá so Hans Lindberg
blívur
skaddur
stutt undan HM
eru boð eftir
J ó h a n i .
H a n n
spælir tveir
dystir móti
Ungarn, har
hann í seinna
dystinum
er
eyðsýndur
og
skorar fýra mál.
-
Vit
hava
fingið prógv fyri,
at um Hans Lind
berg (37 ár) og Lasse
Svan Hansen (35) ein
dag gevast, so er Jóhan
tilreiðar, sigur frásøgu
maðurin á TV2, Thomas
Kristensen, eftir dystin.
Í døgunum upp til HM er
stórur spenningur, um Hans
Lindberg verður tøkur. Jóhan
á Plógv Hansen fær boð um,
at verða verandi í hópinum í
nakrar dagar.
- Eg havi júst fingið at vita,
at eg skal vera í HM-hópinum
nakrar dagar afturat. Eg njóti
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen í heimselituni:
IKKI EITT SJÓNLIGT
HONDBÓLTSTALENT
Jóhan á Plógv Hansen spælir í hesum døgum í HM-
endaspælinum fyri Danmark, har hann er millum
heimselituna í manshondbólti. Havnarmaðurin var ikki
eitt sjónligt hondbóltstalent, men hevur aðrar eginleikar,
sum síðani hava gjørt at hann nú spælir í heimselituni