týsdagur 15. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
h v ø r j a
løtu, sigur
Jóhan
á
Plógv Han
sen í samrøðu
við
Horsens
Folkeblad.
Undan fyrsta
dystinum
verð
ur
kunngjørt,
at
tað ikki er brúk fyri
føroyska vonginum, tí
Hans Lindberg er tøkur. Hann
spælir dystin móti Kili, men
verður aftur skaddur.
Tað er í einum samanstoyti,
at Hans Lindeberg fær ein
minni skaða, sum merkir, at
vongspælarin ikki kann vera
við komandi dystirnar.
Roknað verður við, at Hans
Lindberg seinni í kappingini
kann koma aftur á liðið, upp
lýsir danska hondbóltssam
bandið leygardagin.
– Tí hevur Nikolaj Jacobsen,
landsliðsvenjari, í samráð við
læknarnar hjá landsliðnum
gjørt av, at taka út Johan P.
Hansen í HM bólkin at loysa
Lindberg av, sum harvið kann
fáa neyðuga friðin at gerast
dystarklárur aftur.
Føroyingur fyri
hálvan føroying
Tað er ein heilur føroyingur,
Jóhan á Plógv Hansen, sum
loysir av hálva føroyingin, Hans
Lindberg. 37 ára gamli Hans
Lindberg er uppkallaður eftir
abba sínum, Hans Lindberg,
sum var úr Trongisvági. Hans
Lindberg var giftur Alu Lind
berg, ið eisini er úr Trongisvági.
Tey bæði fluttu til Íslands,
Hans undir krígnum og Ala
nakað seinni. Tey bæði fingu
sjey børn, teirra millum Erling
Lindberg, ið fekk íslendska
konu. Erling Lindberg fekk
tveir synir, Dávid og Hans – og
tað er Hans Lindberg, sum vit
millum annað hava upplivað
í fleiri HM-endaspælinum í
hondbólti – eisini í setanar
dystinum
hesaferð
millum
Danmark og Kili.
Erling Lindberg, pápi Hans,
hevur mangan verið í Føroyum,
og hevur tá búð í Trongisvági
hjá familjuni har, eitt nú fastr
ini Elly Magnussen, ið so er
abbasystur hondbóltsspælaran
Hans Lindberg.
Hans Lindberg var íslendsk
ur ríkisborgari til hann var 18
ára gamal. Tá skifti hann fyri at
fáa danska SU, og tí at hann var
landsliðsaktuellur til danska
ungdómslandsliðið.
Hans
Ottar Lindberg dugir framvegis
íslendska
móðirmálið,
men
hann hevur ongantíð verið í
Føroyum.
Tvey mál í fyrsta dystinum
Fyrsti dysturin hjá føroyska
vonginum á danska landslið
num er móti Tunesia. Danmark
vinnur 36-22 og Jóhan á Plógv
Hansen
skorar
tvey
mál.
Havnarmaðurin spældi í eitt
gott korter í seinna hálvleiki.
Tað bleiv til tvey mál og eitt
upplegg í skjótalopi, tá bólturin
fór út til innkast. Hartil rakti
hann eisini stongina, tá hann
royndi seg við hegnisligum
skoti úr høgru.
Danmark hevði fult tamar
hald á dystinum, hóast Tunesia
kunnu verða torførir at spæla
ímóti. Teir eru stórir og sterkir,
men danska liðið hevði lisið
uppá. Stóran stjørnan á danska
landsliðnum, Mikkel Hansen,
verður toppskjútti saman við
Rasmus Lauge. Teir fáa hvør
síni sjey mál.
– Tað var ótrúligt. Eg fekk
gásarhold, tá tjóðsangurin varð
sungin, og tá navn mítt varð
rópt upp. Tað er størsta upp
livin, eg havi havt í hondbóltstíð
míni higartil. At sleppa at spæla
eitt HM og so á heimavølli, tað
verður ikki størri. Eg haldi, at eg
fái trupult við at sovna í kvøld.
Tað hevur verið ein stórur dagur,
sigur Jóhan á Plógv Hansen eftir
dystin við Ritzau.
Fýra mál móti Saudiarabia
Mánakvøldið er Jóhan á Plógv
Hansen aftur á vøllinum, tá
Danmark vann 34-21 á Saudi
arabia. Nikolaj Jacobsen velur
til dystin at seta fleiri av eyka
spælarunum á vøllin, tí mett
verður at mótstøðan er veik.
Hetta gongur tó illa eina løtu,
men Jóhan á Plogv Hansen
spælir seg heitan og skorar fýra
mál. Eisini eigur hann onkra
flotta avlevering til mál.
Sýnisgluggin til útheimin
Í 2016 skiftir Jóhan á Plógv
Hansen til Bjerringbro-Silke
borg, stytt BSV. Liðið vinnur
millum annað DM í 2016, og
spælir síðani í Champions
League, har liðið kemur í bólk
saman við nøkrum av størstu
feløgunum í heiminum. Millum
annað Barcelona, Kiel og Paris
Saint-Germain.
-Bólkurin, sum vit koma í er
ótrúliga sterkur. Tað eru tveir
bólkar á átta lið. Av teimum
sum vit kundu fáa fingu vit tað
sterkasta liðið hvørja ferð. Tað er
fantastiskt at hava spælt móti
elituni, sigur føroyski vongurin.
Í hesum kappingarárinum
hevur føroyingurin verið fram
úr í Champions League høpi.
Longu í 2017 hevur hann sett
eyguni eftir útheiminum, men
hevur virðing fyri BSV.
-Eg hugsi fyrst og fremst um
BSV, men tað hevði sjálvandi
verið áhugavert at sloppið at
spælt í Bundesliguni einaferð.
Kanska eg kundi spælt við
einum miðalliðið fyrst, og so
sæð hvat tað røkkur til, sigur
vongurin.
Tað er ikki ókeypis at spæla
hondbólt á høgum stigi, tí tað
er nógv, sum tú mást siga nei
til. Eitt nú at koma heim til
jólaaftan, tí tú skal spæla 23.
desembur. Ungi havnarmað
urin váttar, at tað er hart, men
leggur dent á fyrimunirnar.
-Eg havi ferðast í næstan
øllum Evropa, og spælt móti
fleiri stórum profilum. Tað er
heilt fantastiskt, sigur Jóhan á
Plógv Hansen.
Stutt undan HM-endaspæli
num segði hann við Horsens
Folkeblad, at hann nú er til
reiðar fara víðari.
- Eg havi tað fantastiskt í
Bjerringbro-Silkeborg,
men
upp á eitt ella annað tíðspunkt
vil eg gjarna víðari til eitt út
lendskt felag, og eg føli meg til
reiðar til tað. Hetta gevur mær
hug til fleiri landsdystir. Um
eg komi til týskan ella fransk
an hondbólt, so betrar tað um
mínar møguleikar fyri at fáa
eitt pláss á landsliðnum fram
yvir, sigur Jóhan í samrøðu við
Horsens Folkeblad og leggur
afturat:
- Daman hevur játtað seg til
at koma við uttanlands. Hon er
í holt við lesnað, sum hon kann
halda fram við umvegis netið,
sigur hann víðari.
Tekur av møguleikanum
Søgan um Jóhan á Plógv Han
sen er ein søga um at taka av.
Hann fór til Skanderborg í eitt
ár, men tók av tá hann fekk
møguleikan. Hann fór til BSV
og bleiv skaddur, men arbeiddi
seg aftur í hitan. Nú er hevur
hann aftur tikið av, tá danska
landsliðið hevur brúk fyri
honum.
Hóast hann ikki var eitt
”lýsandi talent”, so hevur hart
arbeiði og raðfesting í lívinum
gjørt, at vit í dag síggja Jóhan
á Plógv Hansen skjóta mál
millum heimselituna til eitt
HM-endaspæl.
trondur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
“Hann er
eitt heilt serligt
kropsligt talent
og hevur eitt
avsett, sum eg
ikki havi sæð
fyrr. Hann fær
meg at hugsa
um franska
landsliðs
spælaran, Luc
Abalo, tá tað
kemur til av
sett og teknikk.
Tað síggja vit
ikki so oftani
her um leiðir”
Jesper Koch, ítróttarstjóri í
Skanderborg, 2013