Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál og umhvørvismál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir trimum full trúum – tveimum løgfrøðingum og einum fíggj ar fulltrúa – til setan skjótast gjørligt. Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá lands stýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðs uppgávurnar fevna um at ráðgeva lands- stýris kvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvør- gang andi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til. Í starvinum kemur tú ser liga at arbeiða við uppgávum innan heilsuøkið, men talan kann eisini verða um uppgávur innan onn ur øki. Førleikar Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri læru- stovni. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og inn lendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur góð samstarvs- evni, politiskt tev og áhuga fyri samfelags viður- skift um sum heild. Arbeiðsuppgávur Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høv uðs uppgávurnar hjá løgfrøðingunum verða m.a. løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunn gerð ar- smíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur. Høvuðsuppgávurnar hjá fíggj ar- full trú anum verða m.a. fíggjarligar greiningar, fíggj ar lógarviðgerð, hagtøl, eftirlit og samskifti um framt fíggjarlig ráðgeving av stovnum innan økið. Harumframt umboða fulltrúarnir stjórn ar- ráðið í møguligum arbeiðsbólkum og sam starvs- fora. Størvini eru mennandi og við skiftandi og fjøl- broytt um uppgávum. Hóast størvini eru sjálv støð- ug og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loyst ar í toymum og í samstarvi við aðrar starvs fel- ag ar í ráðnum. Lønar- og setanartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggj- ar málaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Set anin fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á himr@himr.fo Umsóknarfreist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. januar 2019, kl. 12:00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, tlf. 304050 ella umvegis teldupost til turid.arge@himr.fo ALMANNAMÁLARÁÐIÐ Almannamálaráðið umsitur almannamál, bústaðarmál og persóns- familju og arvarætt og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Almannamálaráðið søkir eftir tveimum fulltrúum Uppgávurnar fevna breitt, m.a. at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, at tilevna lóg ar uppskot og uppskot til kunngerðir á máls økinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Al manna málaráðnum. Serliga verður talan um at arbeiða við upp gávum innan bústaðarmál, altjóða sáttmálar og persóns-, familju- og arvarætt, men eru størvini ikki avmarkaði til hesar uppgávur. Talan er um størv í einum spennandi politisk um umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti. Førleikar Annar fulltrúin hevur løgfrøðiligt embætis prógv (cand. jur.) og hin fulltrúin hevur við kom andi samfelagsliga útbúgving, t.d. stjórn málafrøði, samfelagsfrøði, løgfrøði ella bú skap arfrøði. Lesandi, sum eru um at gera útbúgving sína lidna, eru eisini vælkomin at søkja. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri sam felags viðurskiftum sum heild. Tú tímir og dugir væl at samstarva og sam skifta bæði við myndugleikar og borgarar, og tú ert før/- ur fyri at arbeiða undir einum ávís um trýsti. Tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøð inga- felagið. Setanin fevnir um Almanna mála ráðið og stovnar undir tí, umframt Løg mansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal send- ast til: Almannamálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á amr@amr.fo Umsóknarfreist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. januar 2019, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marjuna T. Magnussen, deildarstjóra, á tlf. 734060 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo. STARV SUM FÍGGJARFULLTRÚI Í LØGTINGINUM Í sambandi við, at eitt av okkara trúgvu starvsfólkum gevst í starvinum vegna aldur, er eitt ógvuliga spennandi og avbjóðandi starv sum fíggjarfulltrúi í Løgtinginum leyst at søkja til setan 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Uppgávurnar fevna m.a. um: • at vera nevndarskrivari í Fíggjarnevndini og møguligum øðrum nevndum • at vera ráðgevi hjá tingmonnum í fíggjarviðurskiftum í sambandi við lóggávuarbeiði o.a. • at luttaka í vanligari málsviðgerð og umsitingarligum uppgávum Talan er um eitt til tíðir rættiliga krevjandi starv, har nógv er at gera og at halda skil á. Tann, sum settur verður, skal hava viðkomandi hægri útbúgving, hava góðan kunnleika til føroyskt mál, áhuga og hegni at arbeiða í politisku skipanini og góðan kunnleika til nýtslu av teldu. Kunnleiki til arbeiðið við fíggjarlóg og til játtanarskipan landsins er eisini ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi 4. februar 2019, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til logting@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294. FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2019 – fæst kring alt landið