týsdagur 15. januar 2019síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. januar 2019 · Nr. 6
40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Á nøkrum økjum kann tað vera
positivt, at tú sum menniskja
megnar at skumpa órógv í bak
grundina og ikki tekur sorgir
sum forskot – soleiðis, sum
nakrir menn hugsandi gera.
- Men, tá ræður um sjúku, er
hetta sjáldan ein skilagóð leið at
ganga. At skumpa trupulleikar
frá sær, er ein háttur at
megna trupulleikarnar. Men,
trupulleikarnir hjá monnum
eru ofta, at teir enn ikki koma
har til, at teir bíleggja sær tíð
hjá læknanum. Tað er ofta
konan, sum noyðist at gera
tað fyri teir, sigur Svend Aage
Madsen.
Hann leggur aftrat, at tá
tað so ræður um almennar
snarkanningar fyri eitt nú
tarmkrabba, har fólk sjálvi
skulu senda inn skarnroynd, er
heilt galið hjá monnum.
- Tað verður skjótt alt ov
trupult hjá teimum, og tí eru
tað eisini nógv færri menn enn
kvinnur, sum fáa hetta í lag.
Sálarfrøðingurin heldur, at
tað kundi verið freistandi at
givið monnum ein ordiligan
”vals” og biðið teir tikið seg
saman, tí hvussu trupult kann
tað vera at fara inn á netið og
bíleggja sær tíð hjá lækna?
Og hví ikki koma avstað so
skjótt sum gjørligt, tá øll vita,
at útlitini fyri lekidómi altíð
eru betur, tá tú ikki bíðar ov
leingi?
-
Men,
tað
er
neyvan
gongda
leiðin
at
”píska”
menninar avstað. Í staðin
eigur heilsuverkið at fyrireika
seg betur til at møta monnum,
har teir eru. Vit skulu jú heysta
tær fruktir fyrst, sum hanga
niðast á trænum, og sjálvandi
skulu vit hava menninar at
broyta seg. Men, tað fer at taka
langa tíð, og í meðan kunnu vit
tað sama royna at skilja menn
inar og møta teimum, har teir
eru,
sigur
sálarfrøðingurin
og granskarin, Svend Aage
Madsen.
Vilmund Jacobsen
- Tá menn gerast sjúkir,
bera
teir
seg
øðrvísi
at enn kvinnur. Men, í
sjúkrahúsverkinum
er
tey ikki nóg røsk til at
loysa trupulleikan við
monnunum, sigur sálar
frøðingurin og gransk
arin, Svend Aage Madsen,
sum er granskingarleiðari
á Ríkissjúkrahúsinum.
Hann
vísir
á,
at
hetta er eisini ein av
orsøkunum til, at menn
eru yvirumboðaðir í keði
ligu sjúku-og deyðshag
tølunum.
Kynini eru ymisk
Tá ein kvinna merkir eitt
hvørt í kroppinum, sum
ikki er heilt, sum tað plag
ar, gongur ikki long tíð,
til hon bíleggur sær eina
kanning hjá lækna. Tá
maður hinvegin merkir
eitt hvørt óvanligt í sín
um
kroppi,
skumpar
hann tað til viks og hugs
ar, at hetta fer helst at
ganga yvir av sær sjálv
um – um bara hann ikki
hugsar um tað.
Tá kvinna verður rakt
av álvarsamari sjúku, fer
hon ógvuliga skjótt inn í
leiklutin sum sjúklingur
og fylgir sínari viðgerð
frá fyrsta degi. Tá maður
hevur fingið álvarsama
staðfesting
av
sjúku,
hevur hann trupult við
at finna sína rók í heilsu
skipanini.
Maðurin tekur ikki
altíð sín heilivág, fær ikki
í lag at bíleggja sær tíð til
framhaldssamrøður við
lækna, og skal hann til
endurvenjingar,
passar
hann ikki venjingarnar
serliga væl.
Menn vita minni
- Menn og kvinnur bera
seg stutt sagt ikki eins
at, tá sjúka rakar, hvørki
frammanundan
ella
undir sjúkuleguni, sigur
Svend Aage Madsen, sum
í nógv ár hevur granskað
í, hvussu sjúkir menn
bera seg at.
Hann sigur, at um vit
taka tað úr øðrum enda
num, so vita menn í fyrsta
lagi minni enn kvinnur
um, hvørjum sjúkueyð
kennum teir skulu geva
gætur.
- At teir tapa seg í vekt,
gerast skjótt pøstir – ella,
at okkurt sær øðrvísi út á
likaminum, enn tað hevur
gjørt – er ikki neyðtur
viliga nakað, sum menn
geva stórvegis gætur.
Sálarfrøðingurin legg
ur aftrat, at tá menn so
finna út av, at okkurt
veruliga er galið, draga
teir tað longri út enn
kvinnur at søkja sær
lækna. Hjá læknanum
uppliva
nógvir
menn
eisini, at samrøðan ikki
er nøktandi.
Størri deyðstíttleiki
Tað er ikki bert vitanin
um sjúku og sjúkueyð
kenni, sum monnunum
vantar. Teimum vanta
ofta eisini orð, tá teir
møta
heilsustarvsfólki.
Teir vita ikki, hvussu teir
skulu siga tingini, og teir
vita heldur ikki, hvat teir
skulu leggja dent á, tá teir
verða spurdir um heilsu
og sjúku.
Hava menn fyrst havt
eina keðiliga læknavið
talu, verður tað enn verri
hjá teimum at koma eina
aðru ferð.
Alt hetta er ein orsøkin
til, at menn finna seg
sjálvar yvirumboðaðar í
keðiligastu hagtølunum
viðvíkjandi
sjúku
og
deyða.
- Í tí heilt stóru mynd
ini er deyðiligheitin mill
um menn alt ov høg.
28 prosent fleiri menn
enn
kvinnur
doyggja
av krabbasjúkum, sum
kvinnur eisini fáa. Tað
gongur eisini monnum
verri enn kvinnum, tá
ræður um diabetes og
hjartasjúkur.
Svend Aage Madsen
vísir á, at tað eru nógvar
kanningar, sum vísa tað
sama.
- Eitt tíðarskeið varð
dentur
lagdur
á
at
styrkja ein ávísan bólk
av diabetes-sjúklingum,
og síðan varð virknað
urin máldur 13 ár seinni.
Úrslitið var, at deyðilig
heitin millum kvinnur
minkaði við 25 prosent
um, men einki broyttist
hjá monnum viðvíkur,
sigur Svend Aage Mad
sen.
MENN OG
KVINNUR BERA
SEG YMISKT AT
VIÐ SJÚKU
Í tí heilt stóru myndini er deyðiligheitin millum
menn alt ov høg. 28 prosent fleiri menn enn
kvinnur doyggja av krabbasjúkum, sum kvinnur
eisini fáa. Tað gongur eisini monnum verri enn
kvinnum, tá ræður um diabetes og hjartasjúkur
- Hetta er ein av
orsøkunum til, at menn eru
yvirumboðaðir í keðiligum
sjúku-og deyðshagtølum,
sigur sálarfrøðingur
og granskari á
Ríkissjúkrahúsinum
Menn úttseta trupulleikarnar
- Tað kundi verið freistandi at givið monnum ein
ordiligan ”vals” og biðið teir tikið seg saman, sigur
sálarfrøðingurin og granskarin, Svend Aage Madsen