týsdagur 15. januar 2019síða 48
Tekstur á síðuni
So eru Torradagarnir aftur á skrá 18. –
23. februar 2019, og eru tey, ið ynskja
okkurt sett á skránna vælkomin at gera
vart við seg á dw@klaksvik.fo ella ringja
til Klaks víkar kommunu.
Skráin er ikki liðug enn, men m.a. Sigmar
Bláberg, rithøvundur greið ir frá við støði
í bók síni ”Stállínuskipini í aðra vinnu
1962-64”. Fiskivinnutingið tekur saman-
um fiskivinnulóggáv una og verður ein
partur av leikpallinum á Torradøgunum í
Spinnarínum hesaferð.
Norðoya Sparikassi fyllir 100 ár í 2019
og hava teir lagt seg uppat skránni á
Torradøgunum við ymiskum tiltøkum,
fleiri teirra verða í Spinnarínum og verður
m.a. søgan hjá Spinnarínum eisini fortald
har við søguligum afturliti. Tí verður
skráin nokkso rúgvusmikil hesaferð.
Eisini
verða
ymsar
hugnaløtur
í
Smæruni við m.a. Alfred Olsen sum
greiðir frá um Dannebrogsmannin, við
Jonnu Johannessen, ættað av Hellunum,
sum greiðir frá uppvøkstri sínum har, og
um tíðina í Grønlandi, tá ið menn vóru til
lands við opnum bátum, har hon eisini var
við. ”Søgur av Flemish Kap” verður aftur á
skrá, við framløgum og práti við sjómenn,
sum hava verið á Flemish Kap.
Heilsurenning, Heilsukáfé og Matiné er
eisini á skrá. Ein serstøk framløga verður í
Spinnarínum við kenda tíðindamanninum
hjá DR, Steffen Gram, har spurt verður,
”Eta Putin og Trump fisk”?
Her verður tikið í nakað um tað neyðuga
av, at Føroyar hava fría marknaðaratgongd
bæði í EU, Russlandi og sanniliga eisini í
USA – Hvat hendir, um Trump spælir ov
nógv við musklunum og leggur ov nógvan
toll / bann á hetta og hatta? EU hevur jú
boykotta Russland, men hevur tað kanska
verið ein “fyrimunur” fyri Føroyan – ella?
Torradagarnir verða 18. - 23. februar
og sum sagt er skráin ikki liðug enn, men
verður meir at frætta seinni.
Tey, ið ynskja okkurt sett á skrá
kunnu gera vart við seg á dw@klaksvik.
fo ella ringja til Klaksvíkar kommunu á
tel. 410000.
18. - 23. februar
Myndir: Dávur Winther