hósdagur 17. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Orrustan um formanssessin í fíggjar
nevndini man hava verið við í rokni
stykkinum hjá løgmanni, tá avgerðin
um at tveita Kristin Michelsen úr flokk
inum varð tikin.
Uttan mun til hvat vit halda um av
gerðina hjá Javnaðarflokkinum, so er
tað væl skiljandi, at Kristin Michelsen
spælir hund. Tá tú tveitir ein persón úr
flokkinum soleiðis, so hevur tú í veru
leikanum biðið um tað – tí støðið í Løg
tinginum er ikki hægri enn so, um onk
ur skuldi hildið tað.
Spurningurin er so, hvat vigar meira
hjá andstøðuflokkunum: At spæla sam
gonguni eitt puss við at taka fíggjar
nevndarformanssessin – ella at fáa sær
størri ávirkan í tingnevndunum, tað
sum eftir er av hesum valskeiðnum.
Tað er sjálvandi øllum greitt, at løg
tingsvalið nærkast við rúkandi ferð.
Eingi stórmál eru eftir at fremja, so tað
kann kanska gera tað sama hjá and
støðuni at vinna sær fleiri nevndarsess
ir.
Men samgongan hevur hóast alt
tann møguleikan, um ætlanin at koppa
fíggjarnevndarforkvinnuni verður
framd, at velja allar løgtingsnevndirnar
av nýggjum. Men fyri at kunna tað, so
skal samgongan telja upp í 17. Hon hev
ur bara 15, men við uttanflokkafólku
num báðum, Magna Laksafoss og Sonju
Jógvansdóttir, so fer kanska at bera til.
Tað hevur verið nevnt, at løgmaður
kann fremja broytignar í landsstýri
num og geva Framsókn ein landsstýris
sess afturfyri at missa forkvinnusessin
í fíggjarnevndini. Men tað verður valla
so, nú so stutt tíð er eftir til valið. Tað
kundi verið, um løgmaður bakkaði fyri
trýstinum úr andstøðuni at revsa Rig
mor Dam – at forkvinnan í mentanar
nevndini, Hanna Jensen, fekk tann
sessin.
Uttanflokkatingfólkini hava brúk
fyri at markera seg – so alt sum kann
geva teimum meira, er gott fyri tey.
Greitt er, at verður nýtt nevdnarval,
so missir samgongan nevndarsessir –
og av teimum, sum hon fær, skulu utt
anflokkatingfólkini hava nakrar.
Alternativið, um alt verður koyrt
upp í ein spíss er, at løgmaður vaskar
talvuna reina og útskrivar val at vera til
dømis leygardagin 1. mars.
Stríð um vald ella spæla hund
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
18. JANUAR 2019
Tórbjørn Jacobsen er farin at rósa Heðini
Mortensen fyri veruliga at duga at avrika
nakað. Eftir avtaluna um fjøruvegin í
Rúnavík skrivaði hann soleiðis á Facebook:
» – Hevur tú verið borgarstjóri í Tórs
havn í 12 ár, so veitst tú, at mál mega fáast
frá hondini, heldur í gjár enn í morgin.
Annars hópast alt upp í røkur. Í landspoli
tikkinum tykist tað mangan vera enda
málið, at fáa alt í drag. Tað snýr seg um at
vera heldur enn at virka.
Heðin tykist ikki vera miljøskaddur í so
máta, ikki enn, tí fær hann nógv frá
hondini. Tí er tað heldur ikki víst, at hesir
illa sæddu borgarstjórarnir í landspolitikk
inum eru tann skaðin, ið summi vilja gera
teir til.
Teir akademisera ikki málini upp í
ástøðilig roykskýggj, royndirnar frá
nærdemokratinum liggja støðugt undir
húðini, og har snýr
tað seg um at
borðið er ruddað
hvørt kvøld, táið tú
fert undir rekkj
uváðina, um tað
annars ber til :-)«
Heðin handlar!
TÓRBJØRN JACOBSEN
Les eisini blaðið
á telefonini
Orðkringi floksfor
maðurin fimmti
Nøvn síða 9
Solveig partur av
tuberklasøguni hjá
børnum
Siðsøga s 24-25
Um jóltíðir í brátt farna ári fór bróðir
mín, Heri Kragesteen, handan sýn,
einans 68 ára gamal.
Tung var eg í sál míni, tá ið eg fekk
boðini, at hesin blíði og fitti stóribeiggin
var farin. Vit systkini, Fróða, Heri og eg,
vóru framúr góð við hvønn annan, og
stóðu saman sum kletturin, tá ið á stóð.
Í byrjanin av nítiárunum flutti eg
saman við manni mínum og dóttir okk
ara til Danmarkar, og mangan var Heri
á vitjan. Í byrjanini saman við konuni
Katrin, men tá ið hon fyri skjótt seks
árum síðani varð tikin frá okkum vegna
herviliga krabbasjúku, kom hann einsa
mallur.
Og her fall hann væl til. Hann var
ein sannur handyman, ið dámdi sera
væl at putlast við ymist bæði innan- og
uttandura. Og sum hann onkuntíð tók til:
»Her eri eg í Paradísi«.
Ikki er neyðugt í hesi sorgarstund at
festa meira á blað um henda heiðurs
mann, tí hann var ikki bert mín bróðir og
vinur – hann var samstundis ein vinur av
fólkinum. Saknaðurin er ómetaligur.
Við sýndari samkenslu, Sofía
Til minnis um bróðir
mín, Hera Kragesteen