Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 3 ÁRNI GREGERSEN E in av avleiðingunum av, at Kristin Michelsen, ting­maður, var koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnað­arflokkinum er, at nú hevur samgongan ikki longur meir­lutan í fíggjarnevndini Kristin Michelsen hevur um­boðað Javnaðarflokkin í nevndini og hevur harvið verið partur av meirlutanum í fíggjar­ nevndini, sum hevur Ruth Vang úr Framsókn sum for­kvinnu. Kristin Michelsen var tí eisini við til at velja forkvinnuna. Nú er vent í holunui. Nú hava teir tríggir andstøðulimirnir í fíggj­ar­nevndini saman við Krist­ in Michelsen kravt for­mans­val á dagsskránna á fyrstta fundi hjá nevndini. Hetta hevur sett samgonguna í eina ringa politiska støðu. Formanssessurin í fíggjar­ nevndini er tann nevndar­for­ mans­sessur í Løgtinginum, sum hevur nógv størstu tignina og eisini áivrkan og vald. Tá ið samgongur verða skip­ að­ar er tann sessurin altíð í spæli og telir næstan líka nógv, sum ein landsstýriswsessur. Tí kann samgongan ikki bara uttan víðari lata andstøðuna vin­na eitt nýtt formansval í týdn­ingar­ miklastu tingnevndni. Hvat er at gera Formliga noyðist nevnd­ar­ for­kvinnan at kalla nevndina saman, áðrenn alt ov long tíð er farin. Tað er siðvenja, at vil ein meirluti í einari nevnd hava fund, so verður fundur. Júst í hesum føri er støðan eitt sindur øðrvísi. Tingsalurin er ikki tøkur, tí ymiskar um­ vælingar verða gjørdar í salinum og tað tekur einar 10-14 dagar aftur­at. Velja samgonguleiðararnir at sleppa úr knípuni, samgongan er sett í, so kunnu teir velja, at ganga ein umveg og velja allar tingnevndirnar av nýggjum. Tá krevst tó, at tingið kann halda fund í tingsalinum. Samgonguleiðarin, Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur ikki enn tikið støðu til, hvat skal gerast. Samgonguleiðararnir eru ikki allir samlaðir aftur fyrr enn fyrst í komandi viku, so fyrr enn tá verður onki avgjørt. Kílin, sum andstøðan hev­ ur sett inn í samgonguna, kann lætt­liga broyta javn­vág­ina millum teir tríggjar sam­gongu­ flokk­arnar. Í løtuni er tað soleiðis, at Fram­sókn hevur formanssessin í fíggjarnevndini. Noyðist flokk­ urin at lata hann frá sær, so má sam­gongan á onkran hátt kom­ pen­sera fyri tað og lata onkran annan sess til flokkin. Møguleikin hjá andstøðuni at seta hendan kílin inn, kemur tí Kristin Michelsen ikki longur er partur av tingbólkinum hjá Javn­ aðarflokkinum. Tí halda hinir báðir samgonguflokkarnir, Tjóð­ veldi og Framsókn, ikki, at teir skulu missa ávirkan av tí, sum er hent í Javnaðarflokkinum. Nýggjar nevndir Samgongan hevur møguleikan at krevja at velja allar ting­ nevnd­irnar av nýggjum fyri at tryggja sær meirlutan í fíggjar­ nevndini aftur. Hetta krevur tó, at samgongan hevur minst 17 limir – tað vil helst siga Sonju Jógvans­dóttir og Magna Laksá­ foss, afturat 15 sam­gongu­limum. Eydnast tað, so kann sam­ gongan kravja nevndarval av øllum nevndunum aftur. Tilsamans eru 45 sessir at velja og er býtið millum andsstøðu og samgongu í tinginum 16-17, so fær andstøðan 22 sessir av teim­um 45 og samgongan teir 23. Tá ið so verður valt, so verða tær týdningarmestu nevndir­ nar valdar fyrst og so fær sam­ gongan fýra av sjey limum í tær nevndirnar, men tá ið 32 sessir eru mannaðuir koppar tað til, at andstøðan fær fýra av sjey lim­um. Á tann hátt kann samgongan tryggja sær meirlutan í týdn­ ingar­miklastu nevndunum. Vit eiga at minast til, at verður formaðurin koppaður í fíggjarnevndini, so kann tað sama henda í vinnunevndini. Har hevur andstøðan meirlutan, meðn Bjørt Samuelsen úr sam­ gonguni er forkvinna. Velir Sjálv­stýri at siga upp avtaluna um valbólk til nevndirnar, so kann hetta henda. Samgonguleiðararnri sita nú og hugsa um næsta leik. Neyvan er nakað at ivast í, at hetta hevur samgonguleiðarin Aksel V. Johannesne sæð fyri sær fór at henda, tá ið hann rak Kristin Michelsen úr tingbólkinum hjá Javn­aðarflokkinum. Í politikki eru ofta nógvar dyr og ein kann vera, at løgmaður sigur, at tað reinasta nú er at út­skriva væl og fáa slætt borð. Hetta hóst samgongan sigur seg hava fleiri mál eftir, sum hon gjarna vil hava ígjøgnmum áðrenn væl verður. GREINING Snávingarsteinur hjá sitandi samgongu Kravið um at velja nýggjan formann í fíggjarnevndini, skapar politiksar trupulleikar hjá samgonguni Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari, hevur fingið nakrar spurningar at taka støðu til eftir at ein tinglimur var koyrdur úr tingbólkinum hjá Javnaðaflokkinum Kristin Michelsen er tann, sum kann gera, at fíggjarnevndin skal hava nýggjan formann Bjørt Samuelsen er forkvinna í vinnunevndini. Har kjann andstøðan eisini skifta formannin út, tí andstøðan hevur meirlutan Hevur samgongan 17 tinglimir, so fær hon 23 av 45 nevndarsesssum, meðan andstøðan fær 22