hósdagur 17. januar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Huddersfield og David
Wagner hava avgjørt
at fara hvør til sítt.
Huddersfield hevur ikki
megnað at endurskapa
góðu úrslitini frá í fjør
og liggur í løtuni aftast
í Premier League, við 11
stigum frá 22 dystum.
Innbrot hevur verið
í Skótahúsinum á
Selatrað. Løgreglan
sigur, at slakar 4000
krónur vóru stolnar,
umframt nakað av
sodavatni og annað
eisini. Løgreglan fann
tjóvarnar.
Sjúrður Olsen er nú
forstjóri í Bygma
Balslev Timburhandli og
Byggibúð.
Atlantsflog er nú
á sølulista til 165
ferðamál saman
við KLM, sum er eitt
tað størsta og elsta
flogfelagið í heiminum.
TROM er arbeiðsheitið
á nýggjari føroyskari
sendirøð eftir Torfinn
Jákupsson, sum
byggir á rannsakandi
miðlamannin Hannis
Martinsson, sum vit
kenna frá bókunum
hjá Jógvani
Isaksen.
Krúnprinsur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
íðkarar fara
til Oyggja
leikir í juli
105
Í summar fer Fríðrikkur,
krúnprinsur, at renna í
Klaksvík til ársins fyrsta
Royal Run – sum er
rennitiltak hjá prinsinum.
Um orðið sigur Sprotin:
mannligur
ríkisarvingi (vanl. sonur
verandi kong el. drotning)
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Meirilutin í
løgtingsins
fíggjarnevnd
sleppur ikki at siga:
“Bye Ruth”.
Krúnprinsurin fer eisini
at skipa fyri Royal Swim í
Klaksvík. Jóan Pauli skal
svimja á Geil nummar eitt.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul
av suðri, 3 - 8 m/s, men um
náttina av eystri. Skiftandi skýloft
við møguleika fyri einstøkum
ælum við regni og vátakava. Hitin
millum frostmarkið og 5 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt
andøvsgul av útsynningi, 5 - 10 m/s,
sum seinni snarar í ein vestan og øtlar
til 8 - 13 m/s,. Skýggjað og regn,
seinni klárnar av vestri við einstøkum
ælum. Hitin millum 3 og 6 stig.
Leygardagin verður gul til stívt
andøvsgul av landsynningi, 5 - 10
m/s, sum um náttina snarar í ein
útsynning. Skiftandi skýloft við
møguleika fyri einstøkum ælum,
um náttina skýggjað og regn. Hitin
millum 3 og 6 stig alt samdøgrið.
3-8 m/s
5-10 m/s
Hjá einum, sum tímir væl at fylgja
við í politikki, hava rembingarnar
í Stórabretlandi verið ógvuliga
áhugaverdar at fylgja við í seinastu
dagarnar.
Ein fólkaatkvøða segði, at UK skal
fara úr ES og tað hevur stjórnin hjá
Theresu May so arbeitt við síðani
hon tók við. Forsætisráðharrin tekur
fólkaatkvøðuna í fullum álvara og
rystist ikki á hondunum í hesum
sambandi.
Men hetta er ikki nøkur løtt uppgáva.
Stórur meirluti í Undirhúsinum helt
ikki hetta kvøldið, at avtalan, sum
May hevur gjørt við ES, er nóg góð.
Kortini valdi Undirhúsið dagin eftir
ikki at samtykkja eitt misálitisuppskot
á stjórnina.
Sjálvur haldi eg ikki, tað er lætt at
skilja, hvat tað er bretar vilja hava,
nú teir fara úr ES. Í orðaskiftinum
er tað sum fólk hava ógvuliga ymisk
ynskir og tí ikki kunnu standa saman
í krøvunum um eina Brexit avtalu.
Hetta minnir í stóran mun um
okkum føroyingar, tá ið vit fyrr sendu
samráðingarnevndir til Danmarkar.
Allir flokkar vóru umboðaðir, so tá ið
vit komu á Christiansborg byrjaðu vit
at klandrast okkara millum.
Ája!
Í Føroyum hava vit eisini politiskt
stríð, men í hesum døgum er tað meira,
hvussu andstøðan og samgongan
skulu skipa seg. Nú vil andstøðan hava
formnansskapin í fíggjarnevndini –
og tað skapar so nakað av politiskum
rumbli.
Annars eru stórtíðindini hesa
vikuna, at krúnprinsurin kemur til
Føroyar seinni í ár við sínum Royal
Run.
Hetta er ógvuliga vælumtókt
millum royalu føroyingarnar, sum
longu í stórum tali hava meldað seg
til renningina.
Ája!
Vit fingu eitt sindur av kava í vikuni,
men vit kunnu framvegis siga, at hesin
veturin higartil hevur verið av teimum
góðu. Veruligt ódnarveður hava vit
ikki havt nakað serligt av og vit eru
hóast alt komin langt inn í januar og
í næstu viku er pálsmessa.
Tað ger myrku tíðina munandi
lættari at veðrið háttar sær væl. Og nú
leingjast dagarnir – ikki so nógv, men
tað byrjar at merkjast.
Ája!
Hjá okkum, sum fylgja við øllum
handa slag av ítrótti, setir hondbólts
HM dám á hesar dagarnar. Norðurlond
klára seg væl og mínsann hava vit
Jóhan á Plógv mitt í rokanum.
Hann hevur fingið fitt av
spælitíð og hevur gjørt vart við
seg á danska landsliðnum,
sum altso telist millum
tey bestu í heiminum.
Eg haldi tað er
eitt bragd av unga
manninum
at
hava vunnið sær
hetta plássið og
tað er ongin grund
til ikki eisini at
veitra við føroyska
flagginum, tá ið
ein føroyingur nú
er millum heimsins
bestu vongspælararnar
í hondbólti.
Ájá!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
at Jørgen
Niclasen fylti
50 ár í
vikuni?
5-10 m/s