hósdagur 17. januar 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
5
– Hetta er eitt
maktspæl,
men eg ætli
ikki at lata
meg hótta
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að sigur Ruth Vang, forkvinna
í Fíggjarnevndini hjá Løgting
inum. Og tað sigur hon eftir at
meirilutin í Fíggjarnevndini nú
hevur heitt á hana um at kalla saman til
nevnd í Fíggjarnevndini alt fyri eitt.
Tað eru sjey limir í Fíggjarnevndini,
og nú Kristin Michelsen er koyrdur úr
Javnaðarflokkinum, misti samgongan
samstundis meirilutan í nevndini. Og
tað er nettupp Kristin Michelsen, sum nú
er farin í part við hini trý umboðini fyri
andstøðuna um at krevja fund í Fíggjar
nevndini beinanvegin.
Á Fundinum vilja tey fýra umboðini
fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini sleppa
at velja nýggjan formann, og tey vilja
eisini hava nøkur mál á skrá, sum hava
liggja í Fíggjarnevndini, men sum nevnd
in langt síðani átti at havt avgreitt eftir
tingskipanini.
Ruth Vang sigur, at sjálvandi fer hon at
kalla Fíggjarnevndina saman – men hon
leggur afturat, at tað verður hvørki í dag
ella í morgin. Hon leggur dent á, at sam
gongan kann ikki góðtaka at missa for
mannin í Fíggjarnevndini, sum er tann
týdningarmesta nevndin av øllum hjá
Løgtinginum.
Og hon sigur, at fyrr enn samgongan
hevur viðgjørt støðuna, og hevur fingið
greiði á, hvussu hon kann varðveita for
mannin í nevndini, verður ongin fundur.
Og, hvussu tað málið verður avgreitt, veit
hon ikki, tí tað verður leiðslan í samgong
uni, sum skal fáa greiði á tí.
Hvussu tað kann gerast, veit hon
ikki. Ein máti er at gera eina avtalu við
onkran flokk í andstøðuni um at velja
allar nevndirnar av nýggjum. Her kann
leggjast afturat, at tá ið nevndirnar vórðu
valdar upprunaliga beint eftir seinasta
val, gjørdu samgongan og Sjálvstýri
avtalu um valbólk, soleiðis at samgongan
fekk formansskapin í nevndunum.
Bill Justinussen, sum er eitt umboð fyri
andstøðuna í Fíggjarnevndini, heldur, at
Ruth Vang er dumpað sum forkvinna, tí
tað, hon ger, er í stríð við tingskipanina.
Men Ruth Vang er ikki samd.
– Hetta er eitt maktspæl um for
mansskapin í Fíggjarnevndini. Og hetta er
eitt maktspæl, har andstøðan brúkar tey
vápn, hon hevur. Men afturfyri brúki eg
eisini tey vápn, eg havi, og eitt av teimum
er, at tað eri eg, sum geri av, nær fundur
verður. Hevði eg givið eftir fyri eini hóttan,
sum hesari, kundu vit tosað um, at eg var
dumpað, leggur hon afturat.
Hon heldur eisini, at tey mál, sum
Fíggjarnevndin ikki hevur avgreidd, eru
mál, sum saktans tola at bíða. Talan er
ikki um mál, har stór, samfelagslig virði,
ella trygd landsins, eru í vanda, so tey tola
at bíða í nakrar dagar afturat, leggur hon
afturat.
Eg lati meg ikki hótta
– Hetta er eitt maktspæl um formansskapin í Fíggjarnevndini, sigur Ruth Vang,
løgtingskvinna fyri Framsókn og forkvinna í Løgtingsins fíggjarnevnd
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
LANDS-
FUNDUR
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Navn floksins er Miðflokkurin
.... og endamál floksins er at savna kvinnur og menn til arbeiðis fyri
demokratiskum politikki, bygdan á kristnu lívsáskoðanina.
Soleiðis ljóða fyrstu orðini í "lóg fyri Miðflokkin" og víðari lesa vit:
Øll, sum taka undir við endamáli og stevnuskrá floksins, kunnu gerast
limir í flokkinum, við at tekna seg hjá floksstjórnini.
Einaferð árliga møtast vit til landsfund. Vit viðgerða samfelagsstøðuna,
nágreina kósina og leggja ætlanir. Ein rættiligur hugna- og arbeiðs-
dag ur.
Í ár møtast vit í skótahúsinum við Løkin, í Runavík. Vit byrja kl. 09.00
við morgunmati, síðani verður andakt og lovsangur, áðrenn farið verð-
ur yvir til fundarskránna. Har hoyra vit framløgur frá floks stjórn ar for-
mann inum, formanni floksins og gestarøðarum. Dagsaktuell mál verða
við gjørd, i ár eru m.a. á skránni:
•
bústaðarneyðin/ bústaðarpolitikkur
•
eitt trygt vinnulív
•
burðardygd og umhvørvi
•
samferðsla, tunnlar
•
løgtingsvalið/ virðisvalið 2019
•
hvussu verja vit Føroyar
•
ábygdin fyri tí veika
Kl. 13.00 bjóðar flokkurin ein góðan døgurða, og í ár hava vit sett
nógva tíð av til orðaskifti.
Løgtingsvalið 2019 er eitt virðisval!
Vit í Miðflokkinum meta ársins Løgtingsval at vera tað týdningarmesta
nakrantíð, hetta tí at ráðandi flokkarnir tykjast hava slept øllum trygg-
um, góðum, mennandi og verjandi kristnum virðum fyri borð! Alt av-
ger andi, fyri at bjarga tjóð okkara, er tí at forða teimum at sleppa til
borðs aftur! Tín partur av hesum stríði kundi byrjað á landsfundinum
og hildið fram í valstríðinum og valhølinum!
Verðið vælkomin, kvinnur og menn,
á ársins landsfund, landsfund
Miðfloksins 2019!
CITAT
spor Miðfloksins í
samfelagnum bera boð
um lív