Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 6 DANJAL AV RANA S íðst í hesum mánaði­num flytir Sigrun Jóhans­ dótt­ir Bisp fyri aðru ferð í trý ár av landinum niður á sjúklingahotellið í Keyp­mannahavn. Tað má hon gera, nú hon aftur er sett á listan til vevnaðarflutning hjá Ríkissjúkrahúsinum. Sum seinast, so veit hon ikki, hvussu leingi tað verður at bíða. 28 ára gamla Sigrun Jóhans­ dóttir Bisp úr Kollafirði hevur sjúku­na cystiska fibrosu. Hetta er ein arvalig sjúka, sum førir til ein ílegufeil í slímframleiðandi kertlunum í likaminum. Tað er ymiskt, hvussu sjúkan rakar, men hjá teimum flestu elvir sjúk­an til trupulleikar við anda­ gøgnunum. Fyri nøkrum árum síðani leyp ein aggressiv bakteria á lunguni hjá Sigruni Jóhansdóttir Bisp. Lunga­virki byrjaði at falla og við ársbyrjan 2016 var funktiónin dottin niður á 22 prosent. Tá av­gjørdu læknarnir at seta ungu kollafjarðardamuna á bíðilistan til vevnaðarflutning. Hon, maðurin og sonurin fluttu niður á sjúklingahotellið, so at hon skuldi vera klár, tá eini lungu vóru klár. Móti ársenda bleiv Sigrun Jóhans­dóttir illa sjúk og mátti leggj­ast í andingartól. Tá bleiv avgjørt at seta hana á bráð­ tørvis­list­an, sum merkti, at hon kundi fáa lungu úr øllum Norður­evropa. Í januar fekk hon nýggj lungu. - Fyrsta tíðin var strævin, við nógvari mótgongd, men eg stríddist hvønn dag fyri at koma fyri meg. Eg bleiv útskrivað á føðing­ar­degi mínum í mars, og í juni 2017 kundu vit endiliga flyta aftur til Føroya, sigur hon. Sjúkan forðar nýggju lungunum at virka Sigrun Jóhansdóttir Bisp visti, at nýggju lunguni ikki fór at vara í allar ævir. Hon fekk at vita, at miðal livialdurin eftir slíkan vevnað­arflutning var fimm til sjey ár, og tí kom tað heldur óvart á, tá lungavirki versnaði longu eitt ár eftir vevnaðarflutningin. Í fjør summar fekk hon boð frá lækn­unum, um at kroppurin vísti nýggju lungunum frá sær. - Talan er ikki um sokallaða akutta frástoyting. Tá er tað immun­verjan, sum sær nýggju lungu­ni sum eitt fremmanda­ lik­am og loypir á. Tað slagið av frá­stoyting kann viðgerast við heili­vági, sum dempar immun­ verjuna, sigur hon. Í hennara føri er talan um kroniska frástoyting, og satt at siga er Sigrun Jóhansdóttir Bisp ikki heilt greið yvir, hvat tað merkir. - Hóast míni nýggju lungu eru frísk og ikki vísa tekin til cystiska fibrosu, so er lungavirki minkað nógv seinastu tíðina. So­mikið nógv, at hon nú er verri enn fyrru ferð eg bleiv sett á bíðilista, sigur Sigrun Jóhans­dóttir Bisp. Tá hon var niðri til kann­ingar í síðstu viku, fekk hon at vita, at lungavirki nú einans er 16 prosent. Saman við lækn­un­um tók hon tí avgerð um aftur at fara á bíðilistan eftir nýggj­um lungum. Má fara frá manni og soni Tað er tó ikki bara bara fyri lítlu familjuna í Kollafirði. At vera sett á bíðilistan til vevnaðarflutning merkir, at hon má flyta aftur til Danmarkar. Tá eini lungu eru klár, ræður um at gera skjótt av. Tá kann tað gerast ov seint, um hon er stødd í Føroyum. - Munurin í mun til seinast er, at nú gongur sonurin í skúla. Tað hevur tí verið torført at gera av, um hann skuldi koma við mær niður nú ella kanska bíða til í summar. Nú hava vit so avgjørt, at hann ger 1. flokk lidn­an í Føroyum og síðani flytir niður við pápanum. So mugu teir bara koma nøk­ur long viku­skif­ti at vitja í vár, sigur hon. Kortini hevur tað ikki verið tor­ført at taka avgerðina um at fara niður aftur. - Eg havi einki val. Fyrr ella seinni fara hesi lunguni eisini at svíkja. Funktiónin er einans 16 pro­sent, so nú skal ikki nógv til, fyrr enn eg ikki orki nakað long­ur. Tað er heldur einki lív. Tí má eg hava nýggj lungu, sigur hon. Sjúkralegan hjá Sigruni Jóhans­dóttir Bisp hevur verið drúgv, og nú er líkt til, at hon fer at vara nakað væl afturat. Sjálv hevur hon eina síðu á Facebook, sum eitur Mítt lív við cystiskari fi­brosu. Har lutar hon av og á, hvussu tað er, at hava sjúkuna. Kann vera seinasta ferð í Føroyum Sjálvt um hon er greið yvir, at ván­ ir­nar fyri einum longum lívi ikki Bíðar eftir nýggjum lungum: EG MÁ SIGA ØLLUM FARVÆL ÁÐRENN EG FARI Fyri tveimum árum síðani byrjaði lívið mest sum av nýggjum fyri Sigrun Jóhansdóttir Bisp. 9. januar 2017 fekk hon nýggj lungu, eftir at hava bíðað í átta mánaðir. Nú ger sjúkan, at nýggju lunguni ikki virka, sum tey skulu, og tí má hon aftur niður á sjúklingahotellið at bíða eftir nýggjum lungum Eg havi einki val. Fyrr ella seinni fara hesi lunguni eisini at svíkja. Tí má eg hava nýggj lungu PERSÓNSSØGA: Sigrun J. Bisp Sigrun Jóhansdóttir Bisp fekk staðfest cystiska fibrosu sum tvey ára gomul