hósdagur 17. januar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
7
eru av teimum bestu, so hugsar
Sigrun Jóhansdóttir Bisp ikki
nógv um, at lív hennara kanska
lakkar av álvara móti endanum.
- Eg royni ikki at hugsa so
nógv um tað, men heldur hava
eina jaliga tilgongd til sjúkuna.
Eg trúgvi, at tað er mítt positiva
lyndi, sum hevur gjørt, at eg havi
tað so gott, sum eg hóast alt havi
tað, sigur hon.
Hon sigur, at deyðin ikki er
nakað, sum hon hugsar nógv
um, tí tað tænir ongum góðum.
- Eg njóti teir góðu dagarnar,
eg havi. Eg veit, at eg ongantíð
fari at blíva gomul, men tá eg
var fødd bleiv sagt, at fólk við
cystiskari fibrosu sjáldan blivu
yvir 14 ára gomul. Nú eri eg 28.
Læknavísindin hevur ment
seg nógv hesi árini og eg vóni,
at menningin heldur fram við
somu ferð. So nái kanska eisini
eg at blíva gomul, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp.
Hon er tó greið yvir, at nú
kann alt skjótt vera yvirstaðið.
- Eg veit, at eg má siga farvæl
við øll eg kenni, áðrenn eg fari
niður aftur. Tað kann væl vera,
at eg ikki komi til Føroyar aftur
í mong ár. Tað kann eisini vera,
at hetta er seinastu ferð, eg yvir
høvur eri í Føroyum, sigur hon.
Eg havi einki val
Tá ein er á bíðilistanum til vev
naðarflutning, er týdningar
mikið, at ein er tilreiðar, tá eini
gøgn eru tøk. Tíðin kann ofta
vera knøpp, og tí er týdningar
mikið at vera nærindis einum
góðkendum sjúkrahúsi. Av somu
orsøk er lítið sannlíkt, at Sigrun
Jóhansdóttir Bisp kemur aftur
til Føroya áðrenn hon hevur
fingið nýggj lungu.
- Eg havi jú einki val. Eg má
fáa eini nýggj lungu. Munurin
í mun til seinast er tí einans, at
hesa ferð veit eg, hvat bíðar mær
á sjúklingahotellinum. Eg havi
tað sum so gott, og har er gott
at vera. Men eins og seinast, so
má eg bara venja meg við at bíða
eftir løtuni, tá eini nýggj lungu
eru klár til mín, sigur hon.
Og tað kann gerast drúgt at
bíða. Seinast bíðaði hon níggju
mánaðir, men fekk kortini einki
tilboð, fyrr enn hon var sett á
bráðtørvslistan. Avbjóðingin
er, at Sigrun Jóhansdóttir Bisp
bæði hevur eina serstaka blóð
typu, B+, og er lágvaksin.
- Lunguni skulu altso bæði
hava mína blóðtypu og vera
passaliga stødd. Nógv flest fólk
í heiminum eru vanliga stødd, og
tí vilja flestu lunguni frá teim
um vera ov stór til mín. Har
umframt eru tað einans seks
prosent av fólkinum, sum hava
somu blóðtypu sum eg. Tí kann
tað taka tíð, áðrenn eini hósk
andi lungu eru tilreiðar til mín,
sigur hon.
Keðilig tvístøða at vera í
Sigrun Jóhansdóttir Bisp er í
nakað av eini tvístøðu, tí sam
stundis, sum hon veit, at henni
tørvar nýggj lungu, so veit hon,
at eisini tey nýggju lunguni fara
bara at virka í avmarkaða tíð.
- Eg kundi hugsað mær at liva
so leingi sum gjørligt við hesum
lungunum, fyri at strekkja tíðina
út, tí eg veit, at nýggju lunguni
eisini fara at svíkja eftir nøkrum
árum, sigur hon.
Tað eru ikki øll, sum fáa tilboð
um nýggjan vevnaðarflutning,
eftir at ein ikki hevur virkað. Or
Eg veit, at eg
ongantíð fari at
blíva gomul
Lungavirki er einans 16
prosent, so nú skal ikki
so nógv til, fyrr enn eg
ikki orki nakað longur.
Tí má eg hava nýggj
lungu, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp