Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 8 søkin er, at royndirnar við slík­ um vevnaðarflutningum ikki hava verið so góðar. Av teim­um 10, sum fingu nýggjar vev­nað­ ar­flutn­ing millum 1992 og 2002, doyðu øll innan eitt ár. Danska heilsu­verkið valdi tí at steðga við til­boðnum. Í 2012 byrjaðu tey aftur at bjóða nýggj gøgn til fólk, sum longu høvdu fingið vev­nað­ar­flutning eina ferð, men av teim­um sjey, sum hava fingið nýggj gøgn síðani tá, eru ikki øll á lívi í dag. Sjúkan hevur verið ein partur av gerandisdegnum hjá henni líka síðani hon var fødd og fekk stað­fest sjúkuna sum tvey ára gomul. - Eg havi vant meg við hetta. Eg tillagi meg eisini til broyt­ing­ ar­nar í likaminum, so hvørt sum tær henda og hugsi kanska ikki so nógv um tað. Eg vænti, at tað er verri hjá teimum, sum eru um meg, tí tey síggja broytingarnar, sum fara fram. Kanska fáa tey eisini meiri beinleiðis at vita frá læknun­um, hvussu støðan er, sigur hon. Vóni at blíva gomul Sigrun Jóhansdóttir Bisp greiðir frá, at hon ikki altíð følir seg so sjúka. Onkuntíð hevur hon lyndi til at gloyma, at hon ikki orkar stórt longur. Um onkur tá bjóðar henni ein túr í hagan, sigur hon ja, men minnist so, at hon hevur ongan møguleika at orka tað. - Útsjóndin lýgur eisini. Fólk, sum bara vita um fyrra vev­ nað­ar­flutningin og ikki gongd­ ina seinni, koma enn til mín og gleðast um, at tað gekk so væl. Tey síggja ikki, at nýggju lunguni ikki longur virka, sum tey skulu, og at støðan nú er verri enn fyrstu ferð, eg fór niður, sigur hon. - Eg vóni enn, at at lungavirki skal fara upp, men læknarnir siga at tað fer ongantíð at henda. Eg má tí njóta seinastu tíðina við hesum lungunum og so vóna, at tað fer at eydnast væl, tá eg fái nýggj lungu, sigur hon. Leygardagin vóru tvey ár síðani, at hon fekk nýggju lungu­ni. - Uttan tey hevði eg ikki verið her í dag. Men nú eri eg aftur í somu støðu, eg havi einki val, eg má fáa nýggj lungu. Og hvør veit, kanska læknavísindin er kom­in eitt sindur longri, tá nýggju lunguni fara at svíkja. Eg havi vant meg við tankan, at eg ongantíð blívi gomul, men eg vóni framvegis at liva leingi afturat, sigur Sigrun Jóhans­ dóttir Bisp. PERSÓNSSØGA: Sigrun J. Bisp Hvussu er tað at hava cystiska fibrosu? Set eina klemmu fyri nøsina og anda gjøgnum munnin gjøgnum eitt súgvirør. Soleiðis er kenslan, tá lungavirkni er so lágt sum hjá Sigruni Jóhansdóttir Bisp. Men hon kann ikki bara taka klemmuna av nøsini. Fakta: Eg má siga farvæl við øll eg kenni, áðrenn eg fari niður Nú hava vit avgjørt, at sonurin ger 1. flokk lidnan í Føroyum og so síðani flytir niður saman við manninum. So mugu teir bara koma nøkur long vikuskifti at vitja í vár, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp