Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 9 Í dag fyllir for­mað­ ur Fólka­floks­ins, Jørg­en Niclasen, fimm­ti Hóast lutvíst unga ald­urin, so er Jørgen Niclasen gam­al í garði sum politikari. Hann hevur verið valdur á ting á hvørj­um løgtingsvali síðani 1994, men hevði longu fast sæti á tingi í 1991, tá hann fekk sæti sum var­ a­maður fyri Svend Aage Ellefsen, sum gjørdist lands­ stýr­is­mað­ur í tvey­flokk­a­sam­ gong­uni millum Javna­ð­ar­flokk­ in og Fólkaflokkin. Hetta var tann fimta og sein­ asta samgonga, sum Atli P. Dam skipaði og stóð á odda fyri sum løg­mað­ur. Javnaðarflokkurin hevði fingið eitt framúr gott val á løg­ting­svalinum, sum varð skriv­að út í ótíð at vera 17. no­v­ em­b­er í 1991. Javnaðarflokkurin fekk tíggju fólk vald á ting, eftir at sam­gongan millum Fólka­ flokk­in, Sambandsflokkin og Tjóð­veldis­flokkin hevði rent seg fasta. Jógvan Sundstein, sum var løg­maður og formaður Fólka­ floks­ins, og Atli Dam arbeiddu væl saman, og tí lá væl fyri – nú høv­ið beyðst á fysta sinni síðani 1950, at skipa eina tveyflokka sam­gongu. Við teimum 10 úr Javn­að­ar­flokkin um og 7 úr Fólka­flokk­inum, fekst meiriluti á tingi. Og tá Svend Aage Ellefsen gjørd­ist landsstýrismaður – og tí legði tingsessin frá sær í Vága val­dømi, so lá politiska virk­is­ leið­in hjá Jørgeni Niclasen opin. Hann tók av kjansinum. Men á vári í 1993 kom kinkur í sam­starvið millum Javn­að­ar­ flokkin og Fólkaflokkinum. Mar­ita Petersen hevði tikið við sum for­kvinna í Javn­að­ar­flokk­ i­num og løgmaður. Hon gav Fólk­a­flokk­inum durafjórðingin og skip­an nýggja samgongu saman við Tjóðveldisflokkinum og Sjálv­stýr­is­flokkinum – og Jørg­en Niclasen reyk tá úr ting­ i­num – fyribils, sum tað vísti seg at vera. Á løgtingsvalinum í 1994 bleiv Jørgen Niclasen fyrst­vald­ ur á listanum hjá Fólk­a­flokk­i­ num í Vága valdømi. Hann fekk 114 atkvøður – og harvið 27 fleiri enn Svend Aage Ellefsen, sum hevði havt tingsessin síðani 1980, og hesaferð fekk 87 at­ kvøð­ur. Jørgen Niclasen er sonur Her­vør og Niclase Niclasen í Sør­vági. hann er giftur Ann­e­ lenu Vest Niclasen, sum er dótt­ ir Áslu og Julius Joensen úr Hvalvík. Jørgen og Annelena eiga børnini: Linda (f. 1993), Ás­ vør (f. 1995) og Julian (f. 2001). Jørgen Niclasen hevur stud­ ents­prógv úr Hoydølum frá 1988 Hann er valdur á ting øll vali­ ni síðani 1994. T. v. s. í 1998, 2002, 2004, 2008, 2011 og 2015. Hann gjørd­ist formaður í Fólka­flokk­i­ num í 2007. Hann setti fyrstu ferð fótin innan tinggátt longu sum 20 ára gamla í 1989 sum vara­maður nakrar dagar fyri Svend Aage Ellefsen. Umframt løgtingssissin hev­ ur Jørgen Niclasen fleiri ferðir ver­ið landsstýrismaður. Fyrstu ferð, tá hann tók við, eftir John Pet­er­sen legði frá sær sum fisk­ i­mál­a­ráð­harri í 1998. 2003 varð Jørgen Niclasen feld­ur sum landsstýrisamður. Tað vóru Jóannes Eidesgaard, for­mað­ur Javnaðarfloksins, og Lis­beth L. Petersen, forkvinna í Sam­bands­flokk­inum, sum løgdu fram misálitisuppskotið. Grundgevingarnar vóru ein úr­skurður hjá kanningarstjóra, sum hevði kannað em­bæt­is­ førsl­una hjá Jørgeni Niclasen í sam­bandi við umlegging av lán­ um til fjarfiskiflotan. Undir orðaskiftinum um mis­ál­itisuppskotið kom fram, at Tjóð­veldi ætlaði at atkvøða fyri mis­áltinum, og tí varð Jørg­ en Niclasen, sjónliga harmur um støðuna, noyddur at leggja fær sum landsstýrismaður. Hetta var tann 14. januar í 2003. Jørgen Niclasen kom tó aftur í lands­stýrið tvær ferðir. Fyrru ferð í 2008, tá hann gjørdist utt­ an­rík­is­ráðahrri í seinnu CHE samgonguni. Hann legði tó brád­liga frá sær sum lands­stýr­ is­mað­ur 19. januar í 2011, tí – sum hann segði – »tað var ikki sam­bær­iligt at sita sum floks­ for­mað­ur og landsstýrismaður sam­stund­is«. Øllum mundi vera greitt, at hetta var ein um­ ber­ing fyri okkurt annað, sum hann ikki vildi siga, tí longu sama ár, 14. november í 2011, tekur hann við krevjandi upp­ gáv­uni sum landsstýrismaður í fíggj­ar­málum – samstundis sum hann varðveitir for­mans­ ses­s­in í Fólkaflokkinum. Í sínum borgarliga yrki hev­ ur Jørgen Niclasen verið stjóri í fam­ilj­u­fyr­i­tøkuni N. Niclasen í Sø­r­vági og verið stjóri á salt­ fiska­virki. Hóast »bara« 50 ára gamal hev­ur Jørgen Niclasen 27 ára roynd­ir í poltikki. Hann kann halda fram nógv ár afturat, tí í løg­ting­inum eru minst seks mans, sum hava aldur at vera pápi hansara – tann elsti er Poul Michelsen sum næstan 25 ár eldri enn Jørgen Niclasen. Sum formaður í Fólk­a­flokk­i­ num er Jørgen Niclsen al­tern­a­ tiv­ið til Aksel V. Johannesen sum løgmann. Skal hann gerast løg­mað­ur, so verðurí eini sam­ gongu við Sambandsflokkin – og so er ein fortreyt sjálvsagt, at Fólk­a­flokkurin verður størri enn Sam­bands­flokkurin. Tað benda allar velj­ar­a­kanningar á í løt­uni, men fyri tað er einki av­ gjørt. Aksel V. Johannsen hevur gjørt greit, at Javnaðarflokkurin ikki fer í samgongu við Fólk­a­ flokk­in, og Tjóðveldi er eftir øll­ um sólarteknum ikki til reiðar enn at fara í samgongu saman við Fólk­a­flokkin og skipa eina full­veld­is­samgongu. Men tað kann eisini skjótt broytast. Jørgen Niclsen er sera orð­ kring­ur. Eingin setir hann fasta, hann veit altíð hvat hann skal siga. Tað er ein góður eginleiki at hava í politikki, serliga á velj­ ar­a­fund­um og í kjakum upp und­ir val. Men kynstrið er eisini at duga at steðga aftur og taka ting­ini meira í álvara. Har kundi Jørg­en Niclasen lært nakað, fyri at verða tikin meira í álvara av sín­um mótstøðufólki. Hvussu leikur fer, verður tíð­ in at vísa. Enn er einki sum bend­ir á, at val verður skrivað út fyrr enn til ásettu tí. Tað kann­ skjótt broytast, um okkurt stríð verður. Orrustan um for­ mans­sessin í fíggjarnevndini kann skjótt mennast til eitt slíkt mál, um løgmaður ikki fær bil­bugt við teirri støðuni. Og tá kann politiska leiðin hjá Jørgen Niclasen út í Ting­a­ nes liggja greið. Hiðan ynskja vit Jørgen Nic­l­ a­sen hjartaliga tillukku við fimm­ti ára degnum. SMYRIL FINGIÐ INTERNET Í HEIMSFLOKKI Nú hevur Smyril fingið nógv betri internet enn hann hevur havt. Leingi var tað ein stórur saknur hjá ferðafólki, at einki internet var umborð á Smyrli. Men tá ið tað so loksins kom, var tað eitt vónbrot, at tað riggaði so illa, at tað kundi næstan ikki brúkast. Men hetta seinasta árið hevur strandfaraskip arbeitt við at bøta um internetið á Smyrli. Í hesum sambandi er fipurnet lagt um alt skipið, og nýggj, framtíðartryggjað, útgerð, er sett upp umborð. Nýggja internetið er munandi skjótari enn tað gamla, og nú kunnu ferðafólk arbeiða á netinum, og tað er samband allan vegin av Krambatanga til Havnina – eisini vestan fyri Sandoynna, har einki internet var fyri stuttum. Orðkringur floksformaður fimmti MAGNI VIÐ LØKKE: Skulu hava utt­an­rí­k­ is­po­l­itiskt frælsi Magni Arge og Lars Løkke Rasmussen kjak­aðust á DR1 gjára­morg­unin. Magni Arge nevndi, at Tjóðveldi er til reiðar at stuðla teirri stjórn, sum vil lata Før­oyum suverenitet í utt­an­rík­i­ spolitikki og hand­ils­pol­ i­tikki, og mælti til somu skip­an millum Føroyar og Dan­mark, sum Ísland fekk í 1918. Lars Løkke Ras­mussen við­gekk, at tví­støður kunnu taka seg upp mill­ um Føroyar og Dan­mark, tí Danmark er í ES, og Føroyar eru utt­anfyri. Løkke nevndi makr­el­ stríð­ið sum dømi um eina tílíka tvístøðu. Magni Arge gjørdi greitt, at Tjóð­veldi leggur seg ikki út í intern donsk við­ur­skifti, men røkir føroysk á­hug­a­mál á fólk­a­tingi – sam­an við teim­um, sum vilja førka Før­oyar ímóti stjórn­ar­ skipanarligari sjálv­støðu. – Vit gjalda 93 prosent av okkara egnu vælferð í Før­oyum, og tað gevur onga meining, at vit skulu liva undir eini av­ old­aðari heimastýrislóg og dep­onera okkara uttanríkispolitiska og handi­ls­pol­it­iska virksføri í Dan­mark og ES, segði hann. Jørgen Niclasen er av okkara royndastu politikarum. Hann kom fyrstu ferð á ting sum 20 ára gamal í 1989 sum avloysari nakrar dagar. Í 1991 fekk hann fastan tingsess fyri landsstýrismann, og síðani 1994 er hann valdur sjey ferðir á Løgting. Hann hevur verið formaður Fólkafloksins seinastu 12 árini