Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 10 TEMA Føroyska málið - Tey sum hava granskað innan evnið siga, at tað er møguleiki fyri einum málskifti, tá 25 prosent av fólkinum er farið yvir til at tosa eitt annað mál. Í okkara føri er tað enskt, ið kann troka seg fram, sigur Hjalmar P. Petersen, komandi professari í málvísindi, sum ávarar um, at enskt kann troka føroyskt burtur sum høvuðsmál í Føroyum. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO A t føroyskt er høvuðs­ mál í Føroyum er ikki nakað, ið vit kunnu taka fyri givið, men er úrslitið av stríðnum hjá nógvum monnum og kvinnum gjøgnum fleiri ártíggjund fyri at fáa málið viðurkent í skúla, kirkju, umsiting og aðrastaðni. Tað eru ikki nógv meira enn 80 ár síðan, at lærarar í fólkaskúlanum fingu møguleikan at velja, um undirvíst bleiv á føroyskum ella donskum, meðan tað fyrst var í 1949, at bíblian kundi lesast í heilum líki á føroyskum. Men meðan flestu føroyingar eru varugur við, at eitt hart stríð liggur aftanfyri ta støðu, ið før­ oyskt hevur í samfelagnum í dag, so munnu tað vera færri, ið eru varug við júst hvussu viðbrekin hendan støðan er og hvussu skjótt hon kann broytast. Í grein, ið kundi lesast á heima­ síð­uni hjá Setrinum í heyst, ávar­ aðu Hjalmar Páll Petersen og Sissal M. Rasmussen móti tí, ið tey kalla eitt málskifti. Rithøvundarnir vísa á, at um almenni myndugleikin ikki tekur seg um reiggj, so er ein veruligi vandi fyri, at enskt fer at troka føroyskt burtur sum høvuðsmál í Føroyum. Hetlendskt fyridømi - Tey sum hava granskað innan evnið siga, at tað er møguleiki fyri einum málskifti, tá 25 pro­ sent av fólkinum er farið yvir til at tosa eitt annað mál. Í okkara føri er tað enskt, ið kann troka seg fram, svarar Hjalmar P. Pet­ er­sen, sum 1. februar verður til­ nevndur professari í málvísindi á Fróðskaparsetrinum, tá hann verður spurdur nærri um nakar veruligur vandi er fyri framman. Hetta eru tøl, ið man millum annað kennir frá Hetlandi, har skotskt fekk støðu sum høvuðs­ mál í staðin fyri norm, ið var gamla høvuðsmálið á oyggjunum. - Tað sum hendi í Hetlandi var, at tað kom ein rúgva av skotskum til­flytarum til Hetlands við tí úrsliti, at man fekk blandaðar fam­iljur. Frammanundan var norn málið, ið bleiv tosað í Het­ landi. Í teimum blandaðum fam­ ilj­unum lærdu børnini tað skotska málið og spakuliga vann tað yvir upp­runamálinum, vísir hann á. Tað hugsaða dømi Hjalmar P. Petersen trívur aftur í hagtølini og vísir til eitt hugsað dømi um hvussu eitt slíkt málskifti kann henda her í Føroyum. - Um man sigur 25 prosent og set­ir tað inn í føroysk viðurskifti, so er talan um 12.500 fólk, ið tosa enskt. Latið okkum so býta Før­ oy­ar upp í tey seks økini Vágar, Norð­oyggjar, Eysturoy, Havnin, Norð­streymoy og síðan Sandoy og Suð­uroynna saman. Latið okkum so siga, at av teimum 12.5000 fólk­ un­um búgva 4.000 av teimum í Havn­ini. So eru tað umleið 2.000, ið búgva í hinum økjunum, sigur hann og heldur fram. - Latið okkum síðan taka Vág­ ar sum dømi. Um tað um 40-50 ár búgva 2.000 fólk har, ið tosa enskt til dagligt, fer man so at tosa før­ oyskt ella enskt saman, tá man hitt­ist á gøtuni. Tað er eitt hugsað dømi, ið vísir hvussu eitt málskifti er møguligt. Tvinnar orsøkir At Hjalmar P. Petersen nú roynir at vekja ans fyri hesum er tí hann sær eina gongd, har enskt fyllir alsamt meira her á landi, meðan føroyskt samstundis viknar sum høvuðsmál. Tað eru í høvuðsheitum tvær or­søkir til hesa gongd. Tað fyrra er, at eitt vaksandi tal av fólki, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, flyta til Føroyar, meðan tað seinna er, at enskt er vorði ein størri part­ ur í gerandismálinum hjá ung­ dóm­inum. - Sum støðan er nú, hava vit eina rúgvu av fólkum, ið koma til Føroyar. Men undirvísingin í før­oyskum fyri útlendingum er ikki nóg væl skipað, vísir hann á og mælir til, at føroyingar inn­føra somu skipan, ið fleiri av granna­ lond­unum brúka. - Í Norra, Íslandi og aðrastaðni gongur man eftir einum, ið eitur CEFR, ið er ein stytting fyri The Common European Framework of Reference for Languages. Tað er deilt upp í trý stig. Tú hevur A, B og C-støði. Vit mugu skipa und­irvísingina í føroyskum fyri út­lendingar eftir hesi CEFR-stig­ anum, so at vit hava sama stand­ ardin at ganga eftir sum londini rund­anum okkum hava, sigur Hjalm­ar P. Petersen. Hann greiðir frá, at und­ir­vís­ ingin fevnir bæði um mál og ment­ an, og at tað er eint treyt, at áðrenn man fær ríkisborgararætt, skal man hava staðið hesa royndina. - Ein loysn er, at tey sum flyta til landið mugu fáa møguleikar at læra føroyskt gjøgnum CEFR- stiganum og skulu tey klára royndina áðrenn tey fáa ríkis­ borg­ararætt. Eins og kravt verður í Danmark, Norra og aðrastaðni, vísir hann á. Ungdómurin Hjalmar P. Petersen er tó skjótur at vísa á, at tilflytarar, ið ikki fáa nøkt­andi undirvísing í føroyskum, neyv­an er nóg mikið at skumpa undir eitt málskifti, men at tað eisini er ein onnur gongd, ið førk­ ar okkum skeivan veg. Tað er før­ oysk­ur ungdómur, ið er farin at brúka fleiri ensk orð til dagligt. - Øll hesi 25 prosentini ella 12.500 fólkini nýtast ikki vera til­ flyt­arar. Í staðin kann hugsast at at 6.000 eru tilflytarar, meðan hini 6.500 eru ungir føroyingar, ið ikki tíma at tosa føroyskt, men velja held­ur at tosa enskt. Tí tey ungu í dag brúka rættiliga nógv enskt, vís­ir hann á. 1. februar verður Hjalmar P. Petersen tilnevndir professari í málvísindum á Fróðskaparsetrinum Sum støðan er nú, hava vit eina rúgvu av fólkum, ið koma til Føroyar. Men undirvísingin í føroyskum fyri útlendingum er ikki nóg væl skipað FØROYSKT