hósdagur 17. januar 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
11
Tað er serliga nýggja tøknin,
ið er orsøkin til, at ung í dag eru
vorðin meira von við at brúka tað
enska málið. Mangan eru ymisku
forritini, talgildu tólini og annað,
ið fólk brúka í gerandisdegnum á
enskum, tí ongin føroysk týðing
er til hesar skipanir. Men um
man ynskir at varðveita føroyska
málið er neyðugt at týða slíkt til
føroyskt.
- Tað næsta punktið verður at
fáa alt tað ymiska, ið tey ungu
brúka í dag, sum er á enskum,
týtt til føroyskt. Fleiri brúka
hesi talgildu hjálpartólini, har alt
gongur fyri seg á enskum í dag.
Í framtíðini hevur tú ikki lyklar,
men biður í staðin hurðina um at
lata seg sjálva upp. Tá skal tað ikki
vera open the door, ið man sigur,
men eini føroysk boð, sigur hann.
Øðrvísi við donskum
Tað er ikki nakað nýtt, at føroyskt
ikki er einasta málið í Føroyum,
men hevur danskt verið brúkt
í fleiri hundrað ár her á landi.
Kortini er tað føroyskt, ið vit tosa
í dag. Lektarin vísir tó á, at tað er
ein munur á hvussu føroyingar
brúka enskt og danskt.
- Um man tekur føroyskt og
danskt, so er talan um tvey mál,
ið hava verið í samband við hvørt
annað í fleiri hundrað ár. Tað
hevur verið ein stabil tvímælt
støða, har føroyskt kanska hevur
lænt nøkur orð og annað úr donsk
um, men støðan hevur verið stabil.
Tað er ikki soleiðis, at man hevur
eitt kotuskifti millum føroyskt og
danskt. Tað vil siga, at føroyingar
tosar ikki føroyskt fyri síðan at
skifta brádliga yvir og siga trý orð
í sama setningi á donskum, vísir
hann á.
Hesum viðvíkjandi er støðan
ein heilt onnur við enskum, tí
sambært honum er tað rættiliga
vanligt, at ung brádliga skifta yvir
í enskt, tá tey siga ein setning á
føroyskum.
- Tað kann vera ein setningur
sum: ”At har vóru a lot of cele
brities”. Um tú hevði hatta
kotuskiftið millum føroyskt og
danskt, so hevði tú verið til tað
turra grin. Men tað enska tykist
at hava fingið ein hægri standard
millum ung. Og um tað er so, at
tað fremmanda málið fær ein
hægri standard, og fólk siga, at
tey vilja ikki tosa føroyskt tí tað
er kavrotið, so gongur tað móti
einum málskifti, ávarar Hjalmar
P. Petersen um.
Kann ganga skjótt
Hvussu leingi tekur tað so hjá
einum samfelag at skifta frá
einum máli til eitt annað? Sam
bært lektaranum í málfrøði kann
tað henda eftir bara einum ættar
liði, tó at tað er óhugsandi í Før
oyum.
- Man hevur sæð á oyggjum í
Kyrrahavinum, at tað kann taka
eitt ættarlið. Men tað krevur
næstan, at man sum samfelag
kastar málið frá sær. Tað er neyvan
aktuelt í Føroyum, tí málið er so
týdningarmikið fyri tjóðarbygging
og samleikaeyðkenni. Vit eru
føroyingar tí vit tosa føroyskt.
Um vit tosaðu danskt, so vóru vit
bara ein donsk kommuna og hvat
eru vit, um vit byrja at tosa enskt
nú, spyr hann.
Tað mest vanliga er, at tað er
ein líðandi tilgongd, har tað tekur
trý ættarlið hjá einum samfelag at
gloyma eitt mál og byrja at brúka
eitt annað.
- Fyrsta ættarliðið byrjar at
brúka eitt annað mál. Næsta ætt
arlið, tað vil siga børnini hjá fyrsta
ættarliðinum, skilja upprunamálið
tá tey eru vaksin, men tosa tað
nýggja málið. Triðja ættarliðið,
tað vil siga børnini hjá næsta ætt
arliðinum, hvørki skilja ella tosa
upprunamálið, men einans tað
nýggja málið. Soleiðis kann eitt
mál hvørva, vísir Hjalmar P. Pet
ersen á.
Í framtíðini hevur tú
ikki lyklar, men biður
í staðin hurðina um
at lata seg sjálva
upp. Tá skal tað ikki
vera open the door, ið man sigur,
men eini føroysk boð
Um tað um 40-50
ár búgva 2.000 fólk
har, ið tosa enskt
til dagligt, fer man
so at tosa føroyskt
ella enskt saman, tá man hittist á
gøtuni
T Í VANDA