Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 12 TEMA Enska ávirkanin hvørvur tá børnini gerast eldri - Tann enska málnýtslan er í rættiliga stóran mun knýtt at teimum ungu og børnunum, tí tað nettupp er eitt mótafyribrigdi í hesum aldursbólkunum, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO K jakið um ávirkanina av fremmandamálum á føroyska málið hevur verið viðkomandi fyri føroyingar í nógv ár. Síðst í 18. øld var tað málfrøðingurin, Jens Christian Svabo, ið stúrdi fyri, at føroyska talumálið fór at doyggja út orsakað av donsku ávirkanini. Svartskygda sannføringin bleiv tó ikki veruleiki, tí eldsálir hava arbeitt hart fyri at varðveita føroyska málið, og eitt av størstu fetunum á leiðini var, tá føroyskt bleiv undirvísingar- og kirkjumál í 1938. Men í dag er danskt ikki tað einasta fremmandamálið hjá føroyingum – enskt er nevniliga komið aftrat. Kanning hjá Mál­ menning.fo frá januar 2018 vísir, at føroysk børn og ung í stóran mun brúka enskt í sínari málnýtslu. Meðan summi eru ørkymlað um, at enskt trokar seg meir og meir inn í føroyska málið og stúra fyri framtíðini, eru tað onnur, ið velja at síggja avbjóðingina frá ein­um øðrum sjónarhorni. Jógvan Í Lon Jacobsen er professari í mál­ frøði á Føroyamálsdeildini, og hann metir ikki, at vit eiga at stúra so nógv fyri ensku ávirkanini á føroyska málið. 8. november í fjør skipaði Fróð­ skaparsetrið fyri Seturskjaki um “førenskt”, sum snúði seg um ensku ávirkanina á føroyska mál­nýtslu. Har hevði Jógvan í Lon Jacobsen eina framløgu um, hví hann ikki metti, at føroyskt er so hótt av enskum, sum fleiri vilja vera við. Hann heldur, at tað verð­ur gjørt í so nógv burturúr hesum spurninginum og meinar, at okkara málsliga medvit er ov stórt, til at føroyskt skal dvína fyri enskum. Vit fara at tríva í mergin av fram­løguni, Jógvan í Lon Jacob­ sen hevði fyri góðum tveim­um mán­aðum síðani á Seturs­kjak­ in­um. Hann býtti kjarnin av spurn­inginum um “førenskt” sund­ur í tríggjar partar: tign, aldurs­treytaða málnýtslu og máls­ lig­an økismiss. Føroyskt hevur tign Fyrsti parturin snýr seg um tign – ella prestisju, har Jógvan í Lon Jacobsen vísir á, at mál, sum koma í samband hvørt við annað, ofta hava ymiska tign. - Eru vit stolt av okkara før­ oyska máli og brúka tað so nógv sum gjørligt, fær tað tign; og øvut, hevur málið tign, so verður tað brúkt. Verður tað ikki brúkt, er tað eitt deytt mál. Einki mál livir avbyrgt frá øðrum málum, tí orð ferðast tollfrítt um landamørk. Jógvan í Lon Jacobsen leggur dent á, at føroyskt hvørki missir tign ella nakað annað av, at tøku­ orð koma inn í málið. - Eg meti tað ikki vera ein vanda fyri føroyska málið, at børn og ung brúka ensk orð sum cool, fancy, crazy og mega. Tað eru jú ein rúgva av lánorðum í málum frammanundan, og tað er einki dømi nakrastaðni um, at eitt mál er gingið til grunda av, at lánorð koma inn í málið, sigur hann og vísir á, at ein stórur partur av orða­tilfarinum í eitt nú donskum og norskum er lánorð. Málfrøðingurin sigur, at føroyskt hevur eina opna og al­ menna ting, sum sæst aftur í al­ menna rúminum. Enskt hevur eis­ini tign í Føroyum, og tað fevn­ ir um eina fjalda tign, sum er at finna í bólkum, fakbólkum og stak­mentanum. - Ein partur av tí at vera barn og ungur er ein bólkanormur, har ensk málnýtsla hevur tign, tí hon er við til at skilmarka bólkin, vísir hann á. Málsligi atburðurin knýttur at aldri Næsta partin kallar Jógvan í Lon Jacobsen fyri aldurstreytaða mál­ nýtslu, har hann sipar til ein máls­ ligan atburð, sum er knýttur at ávísum aldri. Hann heldur, at tey ensku orðini sum flower og yellow, Føroyska málið Málfrøðingur: