hósdagur 17. januar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
13
Skal stimbra málið hjá
føroyskum børnum
Barnasangbók Føroya er ein nýggj føroysk
sangbók, sum skal vera við til at geva føroyskum
børnum eitt størri orðfeingi á føroyskum,
og bókin er longu sera vælumtókt
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Á
rið í fjør varð av
Mentamálaráðnum
sæð sum árið fyri
málmenning
hjá
børnum. Pengar vórðu settir av
til verkætlanir um málmenning,
og ein av lidnu verkætlanunum
varð løgd fram 25. november í fjør.
Hetta var nýggja barnasangbókin,
Barnasangbók Føroya. Vónin við
sangbókini er, at hon skal stimbra
um føroyska málið við eitt nú
at geva børnunum eitt so stórt
orðfeingi sum gjørligt, so tíðliga
sum gjørligt.
Øll børn, sum eru fødd frá
1. januar 2018, fáa bókina í
vøggugávu frá landinum. Tey,
sum eru fødd higartil í ár fáa hana
frá heilsusystrunum kring landið,
og tey, sum hereftir verða fødd,
fáa hana á føðideildini.
Hevur selt 400 eintøk
Barnasangbók Føroya verður
eisini seld í leysari sølu, og
bókin hevur gingið sum heitt
breyð, síðan hon kom út síðst
í november. Hetta var um tað
mundi, tá jólasølan plagar at byrja,
og tað merktist eisini aftur í Rit
& Rák í SMS. Heilt neyvt hevur
Rit & Rák selt júst 400 eintøk av
Barnasangbók Føroya, upplýsir
handilin fyri Sosialinum. Bókin er
á top 3 listanum yvir mest seldu
bøkurnar síðan desember.
Út á netið
Rigmor Dam, landsstýriskvinna
í Mentamálum, legði bókina fram,
og í røðu síni segði hon eitt nú:
- Føroyska málið verður
nú álopið langt fyrr, enn tað
áður hevur verið, tí skíggjar og
skermar nú eru ein partur av
gerandisdegnum. Og tað sama er
tað enskt-domineraða, YouTube.
Og tað ávirkar. Eisini málið hjá
okkara smæstu, segði Rigmor
Dam.
Eyð
Steinbjørnsdóttir
skrivaði í fjør MA-ritgerð,
sum staðfesti, at málið hjá
føroyskum barnagarðs- og
vøggustovubørnum er ávirkað
av enskum tilfari á alnótini -
sum eitt nú YouTube. Tað er
stórur tørvur á føroyskum
tilfari á alnótini, og sum
ein roynd uppá at broyta
hetta, verða allir sangirnir
úr Barnasangbókini lagdir
út á YouTube-rásina hjá
Barnasangbók Føroya.
Teir flestu sangirnir
eru komnir á, og teir
síðstu eru enn á veg.
Mentamálaráðið vónar,
at føroysk børn nú kunnu
læra sangir, orð og hugtøk
á føroyskum, heldur enn á
enskum.
sum vøggustovu- og barnagarðs
børn kunnu siga, fara at hvørva úr
teirra føroyska máli, tá tey gerast
eldri. Hann vísir eisini á, at skúla
næmingar ofta brúka ensk orð
í sínum føroyska máli, tí tað er
smart og nýmótans.
- Tann enska málnýtslan er
í rættiliga stóran mun knýtt at
teimum ungu og børnunum, tí
tað nettupp er eitt mótafyribrigdi
í hesum aldursbólkunum. Tað er
onkursvegna smart at brúka ensk
orð sum barn og ungur, men tá
tey verða eldri, sleppa tey hesum,
tí tá síggja tey, at aðrir normar
fyri føroyska málið eru galdandi.
Tá merkja tey, at hesin mátin at
brúka málið uppá ikki er tann
rætti, sigur Jógvan í Lon Jacobsen.
Hann heldur, at ein av orsøk
unum til ensku málnýtsluna hjá
børnum og ungum er, at enskt í
teirra huga hevur tign á nøkrum
økjum, tí føroyskt ikki er til har.
Hetta er serliga galdandi á net
inum, í telduspølum, teldlum og
fartelefonum, har skipanirnar og
kunningin ofta er á enskum.
- Enskt umboðar her tað, sum
er nútímans, og nútímans er tað,
sum hoyrir til tað nýggjasta á
sínum øki. Tað at fylgja við tíðini
er í sjálvum sær jaligt. Tað øvuta er
at vera gamaldags, og tað vil eing
in vera, serliga ikki børn og ung,
segði hann til Seturskjakið.
Økismissur er størsta
avbjóðingin
Triðja partin kallar hann málsligan
økismiss, har hann meinar við, at
málnýtslan á summum økjum í
samfelagnum fer frá at vera før
oysk til at vera ensk – eitt nú á
summum fakøkjum og í telduspøl
um. Hetta sær hann sum størstu
avbjóðingina, tí um fleiri nýtsluøki
gerast enskmælt, verður føroyskt
sambært honum ikki longur eitt
fullfíggjað mál.
- Av tí at føroyskt í øgiliga lítlan
mun er til í telduspølum, so koma
tey ungu og børnini í samband við
enskt gjøgnum hesi spølini. Upp
gjøgnum 1900-árini var talan um
økisvinning: føroyskt kirkjumál,
føroyskt undirvísingarmál, før
oyskar lærubøkur o.s.fr. Í dag
uppliva vit tað øvuta, nevniliga
økismiss t.d. innan fyri gransking,
útbúgving og vinnulívið.
Hann heldur tað vera óheppið,
um mann bara lærir tey ensku fak
orðini í undirvísingini.
- So verður málið ikki ment
á hesum økjunum. Eg haldi, at
mann allatíð skal royna at menna
føroyska málið á øllum fakøkjum.
Um fakfólk ikki meta tað vera
neyðugt, kann tað jú henda, at
tann orðagerðin á teimum fakøkj
unum heldur uppat, sigur hann og
vísir á, at tað væl ber til bæði at
læra bæði føroysk og altjóða fak
orð í skúlanum.
Nýggj barnasangbók: