Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 14 TEMA Føroyska málið Eyðun á borg Skal talið av dansktímum ske JA! 1 Skal talið av dansk­ tímum skerjast? Ja, vit kunnu saktans skerja m.a. danskt við t.d. einum tíma. 2 Fyllir danskt ov nógv í skúlanum? Ja, danskt fyllir ov nógv í skúlanum. Á skúlabóka­ s ø v n ­u n ­u m ( ø l l u m bókasøvnum í Før­oyum) eru nógv tær flestu bøk­urnar danskar. Undirtekstir í film­ um og sjónvarpi eru sum oftast danskir. Í miðnámsskúlum er meginparturin av undirvísing­ artil­farinum danskur. Her skulu  stór tøk takast. Talumál okk­ara er í stóran mun ávirkað av donskum. 3 Hvat eru avleiðingarnar av at skerja talið av danskt tímum? Danskt er so inngrógvin partur av okkara samfelag, at ein lítil skerjing av donskum fer neyv­an at skerja okkara donsku mál­før­ leikar. Neyðugt er at fáa før­oyskt undirvísingartilfar til undir­vís­ ingina í donskum. Tað fer eisini at økja um áhugan hjá næm­ ing­un­um fyri donskum. Annars mugu vit eisini sleppa undan at und­ir­vísa í tí sama í føroyskum og donsk­um.  4 Heimurin er vorðin alsamt meira altjóðagjørdur. Er tíðin ikki búgvin at læra enskt áðrenn danskt? Á Føroya læraraskúla í 1980 var eg í einum næmingabólki, sum skrivaði eina námsfrøðiuppgávu um føroyskt, enskt og danskt í fólkaskúlanum. Í uppgáv­ uni  høvdu vit tað kollveltandi upp­skotið, at vit skuldu taka enskt fram um danskt. Eitt sind­ ur av enskum í 4. flokki, og so danskt í 5. flokki. Í dag er tíðin møgu­liga búgvin til okkurt, sum lík­ist hasum. Kanska eitt sindur av ensk­um í 3. flokki og so danskt í 4. flokki!? Vit skulu ikki stúra fyri, at danskt verð­ur ein við­ fán­ingur í Før­ oy­um. Tað verð­ur tað ong­antíð. Tað er hent og gott at d u g a danskt; men lutfallið mill­um før­oyskt, danskt og enskt eig­ur at verða broytt eitt sindur. Summi taka so synd í ís­lend­ ing­um, tí teir ikki duga so væl danskt sum vit. Her mugu vit ikki gloyma, at teir fyrst og fremst duga sítt móðurmál, meðan før­ oy­ing­urin sum heild ikki dugir sítt móðurmál nóg væl! 5 Frá 7. flokki og uppeftir er nærum eingin munur á tímatalinum av donskum, enskum og føroyskum. Kann tað ikki vera ein vansi, at føroyskt ikki fær meira rúm enn onnur mál? Jú, møguliga eiga vit at broyta lut­ fallið millum mál­tím­ar­nar á hádeild (7.-9. fl.) eitt sindur. Tó er tað serliga hjá teimum yngru næm­ingunum, at vit mugu leggja eitt haldgott støði undir móð­ur­ máls­undirvísingina. E.S.:  Undirritaði gamli lærari veit, at enskt nú tykist vera meir áhugavert enn danskt hjá nógv­ um skúlanæmingum. Skúlin hevur eina stóra uppgávu fyri framm­an. Latið okkum ikki stúra ov nógv fyri tí ensku ávirkanini! Enska málið líkist als ikki før­ oysk­um so nógv, sum danskt mál ger. Næmingarnir hjá okkum, sum siga "hoytalari" (sum einki hevur við hoyggj at gera) fara neyv­an at siga "loudspeaker". Ítrótta­fólkini, sum siga, at "tað stadig­vekk er ein fordeilur at spæla á heimabana" fara neyvan at siga hatta á enskum! Lesarin kann sjálvur umseta. Eyðun á Borg Argir Fólkaskúlalærari