Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 15 erjast? Ja ella nei NEI! 1 Skal talið av dansktímum skerjast? &2 Fyllir danskt ov nógv í skúlanum? Tey nýggju árini føroysk børn ganga í fólkaskúlan hava tey sam­anlagt øll skúlaárini 64 viku­ tím­ar í føroyskum, 27 vikutímar í donskum og 21 vikutímar í ensk­ um. Í donskum verður byrjað í 2. flokki í enskum í 3. flokki. Í broyt­ingunum, sum eru í upp­ skoti at gera í fólka­skúla­lóg­ini, verð­ur m.a. skotið upp at skerja viku­tímatalið í fólka­skúl­an­um við 2 tímum um vikuna í øll­ um flokkum. Og í tí sambandi eru fleiri sum hava hugskot um hvussu hetta skal gerast. Eft­ir mínum tykki eru fleiri upp­skot í størri mun grundað á per­són­liga sannføring heldur enn náms­ frøði. Summi vilja strika ítrótt, onn­ur kristni og uppaftur onnur vilja skerja danskt. Eitt skilagott uppskot, sum er komið uppaftur í hesum sam­ bandi, er at danskt skal verða fyrsta fremmandamál í fólka­ skúl­anum og at laga lærugreinina har­eftir. Tí taki eg undir við. Men ann­ars havi eg ávarað ímóti at skerja danskt í óðum verkum. Eg haldi at henda hugsanin, at skerja tím­arnar í donskum, bendir á tað hugsan, at vit duga danskt betur enn vit í veruleikanum gera. 3 Hvat eru avleiðingarnar av at skerja talið av danskt tímum? Í tølum hjá Studna sæst, at í 2017/18 lósu 995 føroyingar í Dan­ mark meðan 132 lósu í øðrum lond­um. So framvegis lesa nógv flest føroyingar í Danmark. Talið av lesandi í Danmark og øðrum londum er minkandi, men tað kem­ur av tí gleðiligu gongd, at talið av lesandi í Føroyum veksur. So leingi sum nógv tann stórsti part­urin av teimum lesandi, sum fara uttanlands at lesa, fara til Danmarkar, so er tað um­ráð­andi at duga danskt væl og virði­liga. Hinvegin, verður danskt skert munandi, so verður læru­greinin ein viðfáningur sum fá duga til lítar. Lagnan hjá týskum í fólkaskúlanum gev­ur eina ábending um hvussu tað kann ganga tá ein læru­grein verður niðurraðfest. At vit enn brúka danskt undir­vís­ing­ar­ tilfarð í skúlunum, serliga í mið­ námsskúlunum, kemst av at vit enn ikki megna at fram­leiða nóg nógv og dagført undir­vís­ing­ artilfar. Men hetta er ein spurn­ ing­ur um raðfesting. Tað er ein sannroynd at før­ oyingar eru væl fyri í norð­ur­ lendsk­um høpi. Vit duga danskt og kunnu lætt­liga samskifta á øðrum norð­ur­lendsk­um mál­um. Vit kunnu t.d. lesa norð­ur­lendskar bók­ment­ir á upp­runa­málinum uttan stór­vegis trupulleikar. Hetta hev­ur eisini týdning í norður­lendsk­um samstarvi, har vit ikki hava stórvegis málsligar trupul­leik­ar. Norðurlendskt samstarv hev­ ur serliga stóran týdning fyri okk­ um, tí í flestu norðurlendskum samstørvum kunnu vit luttaka á jøvnum føti og gera vart við okkum. Og tað skerst ikki burt­ ur, at vit mentunarliga og hug­ sjónarliga eru nógv nærri í ætt við hini norðurlondini, enn við onnur lond. Í altjóða høpi eru vit hinvegin lítið sjónlig, og vit hava heldur ikki tað arbeiðsorku sum skal til fyri at gera okkum gald­ andi har. 4 Heimurin er vorðin alsamt meira altjóðagjørdur. Er tíðin ikki búgvin at læra enskt áðrenn danskt? Seinnu árini er enskt blivið støð­ ugt betri umtókt serliga millum børn og ung. Tað eru ábendingar um, at enskt er um at avloysa danskt sum “málið” umframt móðurmálið. Tíverri trokar enska málið seg eisini inn á føroyskt. Tað er ikki nógv ár síðani, at undirvísingin í enskum byrjaði í 6. flokki, nú byrja vit í 4. flokki. Tað var ein skilagóð broytingin, men um enskt skal hava meira rás­arúm, tí ivist eg í. 5 Frá 7. flokki og uppeftir er nærum eingin munur á tímatalinum av donskum, enskum og føroyskum. Kann tað ikki vera ein vansi, at føroyskt ikki fær meira rúm enn onnur mál? Sum sagt eru 64 vikutímar í før­oyskum tey 9 árini álagda skúla­gongdin er, og sjálvandi eig­ur móðurmálið at raðfestast fremst. Í lógaruppskotinum, at skerja vikutímatalið í øllum flokk­ um við tveimum tímum um vikuna, kemur skerjingin at raka móðurmáls­und­ir­vísingina ser­liga í yngru flokk­unum, tí har er ikki so nógv annað at taka av. Tað eru nógvir lær­arar harm­ir um. Støðan hjá føroyskum er og kem­ur framyvir at verða tengd at, um vit um­framt undir­vís­ ing­artilfarð eisini megna at framleiða tilfarið til børn og ung bæði á prenti og til talgildu miðl­ ar­nar. Herálvur Jacobsen Herálvur Jacobsen Sørvágur Formaður í Føroya Lærarafelag