hósdagur 17. januar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
16
Her taka kvinnurnar í rennifelagið í Klaksvík ímóti
krúnprinsafamiljuni, tá ið hesi vitjaði í Klaksvík
á sumri 2018. Við heiðursmerki um hálsin bjóða
tær krúnprinsinum at koma at renna í Føroyum
ROYAL RUN
Royal Run:
KRÚNPRINSURIN
KEMUR TIL
KLAKSVÍKAR
AT RENNA
Fríðrikur krúnprinsur varð í fjør summar boðin
at luttaka í marathon renning í Klaksvík summar
2019. Hann gjørdi tó eitt betur – hann tók sína
egnu rennikapping við til Klaksvíkar. – Hetta er
simpelthen so stórt, sigur Vera Larsen, ein av
rennarunum, sum beyð prinsinum til Føroya.
Her á síðunum kanst tú lesa alt um Royal Run
BARBARA HOLM
T
að gjørdist alment
mikumorgun, men
kvøldið fyri fingu
rennararnir úr Klaks
vík boðini. Royal Run byrjar í ár
í Klaksvík.
Og fert tú inn á heimasíðuna
royalrun.dk, og hyggur eftir lut
tøkulistanum fyri føroyska til
takinum, so sæst, at verturin
sjálvur – krúnprinsurin – er
nummar fýra á tilmeldingar
listanum. Nummar eitt og tvey
eru hjúnini Jonhard og Vera Lar
sen í Klaksvík. Og Vera hevur
eina serstaka søgu við Royal
Run.
Seinastu mongu árini hava
fleiri vinapør hjá Veru og Jon
hard verið til alskyns rennitil
tøk í fleiri ymiskum londum,
men tá ið Royal Run tiltakið
skuldi rennast í Danmark, vóru
tað bara konurnar, sum fóru at
renna – menninir tímdu ikki við.
- Vit hildu tað var skeg, at vit
skuldu fara at renna við einum
sjeiki sum Frederik. Men tað
tímdu menninir ikki, sigur Vera
Larsen um fyrstu ferð tær vóru
við í Royal Run.
Tá ið so krúnprinsavitjanin
var á skránni í august í fjør, kom
ein heldur spontan áheitan á
Veru og vinkonur hennara, um
at lata seg í bláu rennutroyggj
urnar, taka heiðursmerkini um
hálsin, og stilla seg saman at
taka ímóti royalu gestunum.
- Tá hann kom til okkara
steðgaði hann upp, tók í hondina
á okkum og prátaði, sigur
Vera Larsen. Tær gjørdu
ikki mætari enn at
bjóða honum at
koma at renna
við í Klaksvík,
tá ið tær fóru
at renna hálv
m a r a t h o n
í summar.
Men krún
p r i n s u r
in
g jørdi
eitt betur
– hann tók
sína egnu
rennikapp
ing við til
Klaksvíkar.
- Hetta er
simpelthen
so
stórt. Vit hava øll
meldað okkum til,
og nú koma menninir
eisini við, sigur Vera Larsen,
sum væntar, at hetta verður
minst líka stórt, sum tá ið
tað varð runnið gjøgnum
undirsjóðartunnilin. Tá vóru
3000 rennarar við.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
1000
fólk longu
meldað til
Áhugin fyri Royal Run í Klaksvík er
ikki smávegis. Hósmorgun, áðrenn
hetta blaðið fór til prentingar, var
luttakarlistin komin upp á smá
1000 fólk. Hetta bert eitt døgn
eftir, at tað gjørdist alment, at
tiltakið verður í Klaksvík
í summar.