hósdagur 17. januar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
17
Leygardagin 1. juni 2019 renn
ur HKH Krúnprinsurin 10 km
í Klaksvík. Hetta er í sambandi
við Royal Run 2019, sum í ár
verður skotið í gongd í Før
oyum.
Í sambandi við 50 ára føð
ingardagin hjá Krúnprinsinum
í mai 2018, rann Krúnprinsurin
Royal Run saman við 70.000
luttakarum í fimm ymiskum
býum í Danmark. Í ár verður
startskotið til Royal Run renn
ingina 2019 í Klaksvík.
-Hetta er ómetaliga spenn
andi fyri allar Føroyar. Í Klaks
vík eru vit sjálvsagt errin av,
at tað er Klaksvíkar kommuna,
sum saman við Treysti, fær
møguleikan at samskipa
Royal Run. Vit høvdu vitjan
av Krúnprinsfamiljuni sein
asta summar, men høvdu
ikki ímyndað okkum, at
Krúnprinsurin fór at vera so
skjótur aftur, sigur Jógvan
Skorheim, borgarstjóri, sum
tó leggur aftrat, at hann undir
veitsludøgurðanum í Spinnar
ínum spurdi, um tað ikki var
ein møguleiki, at hava Royal
Run í Klaksvík.
-Góða móttøkan uttanfyri
Norðoya Sparikassa, har før
oyskir rennarar frá Royal
Run 2018 tóku ímóti Krún
prinsafamiljuni, hevur heilt
sikkurt eisini havt sína ávirk
an, at Klaksvík varð valt sum
staðið, har renningin skuldi
vera, sigur Jógvan Skorheim,
borgarstjóri.
Royal Run er ikki ein kapp
ing um bestu tíðina, tí møgu
leiki er bæði at ganga og at
renna. Tí er talan um eitt til
tak fyri øll, óansæð um mann
er royndur rennari ella um
mann bara ynskir at ganga
eina enska míl, sum svarar
til 1,6 km. Sostatt kunnu fólk
í øllum aldri, familjur við
barnavognum og fólk í koyri
stóli ella líknandi eisini luttaka
saman við Krúnprinsinum.
-Okkara luttøka í Royal Run
skal eggja øllum til at røra seg,
sigur Guttorm Sørensen, næst
formaður í Treysti. Hetta er eitt
fantastiskt tiltak, sum eisini
hevur til endamál at savna
føroyingar. Vit eru mong, sum
minnast Tunnilsrenningina í
2006, tá 3.200 luttakarar fóru
ígjøgnum Norðoyatunnilin.
Tað varð ein hátíðarløta, sum
vit vóna at endurskapa við
Royal Run, sigur Guttorm
Sørensen.
Royal Run verður í Dan
mark 10. juni 2019, og tekur
átakið støðið í hugsjónini
“Bevæg dig for livet”, sum er
eitt samstarv millum donsk
ítróttarfeløg, har endamálið
er, at 75% av íbúgvunum skulu
verða virkin. Hesum máli vilja
vit eisini arbeiða fram ímóti,
og metir Guttorm Sørensen, at
Royal Run avgjørt kann birta
undir, at fleiri fara at røra seg.
- Ómetaliga
spennandi fyri
alt Føroyar
- Tey spurdu heldur leiðandi
inn til, um Royal Run ikki
kundi vera í Føroyum, so eg
havi tikið tey upp á orðið, sig
ur Fríðrikur krúnprinsur við
danskar miðlar.
Tað eru ikki bara føroyskir
miðlar, sum eru á tremur við
royalum tíðindum í hesum
døgum. Eisini danskir miðlar
viðgera Royal Run, sum renni
tiltakið hjá krúnprinsinum
eitur.
Tv2 skrivar, at krúnprinsur
in fekk íblástur til at taka sítt
rennitiltak til Føroya, tá í hann
vitjaði í Føroyum við familju
síni í fjør summar
- Tá eg var við familju míni
í Føroyum, møtti eg fleiri før
oyingum, sum høvdu verið
í Danmark fyri at luttaka í
Royal Run. Tey spurdu heldur
leiðandi inn til, um Royal Run
ikki kundi vera í Føroyum, og
eg havi tikið tey upp á orðið,
sigur krúnprinsurin sambært
Tv2.
- Vit bjóðaðu krúnprinsinum
at koma til Klaksvíkar at
renna hálvmaraton í mai. Eg
haldi, at hann svaraði kanska,
segði ein av teimum 10 kvinn
unum, tá ið in.fo hitti tær á
keiðini í Klaksvík 24. august
í fjør, tá ið tær tóku ímóti
krúnprinsafamiljuni, tá ið hesi
løgdu at í Klaksvík við konga
skipinum. Tær 10 kvinnurnar
vóru allar ílatnar bláar renni
troyggjur og høvdu heiðurs
merki um hálsin.
Tær 10 høvdu tað til felags,
at tær í fjør tóku lut í Royal Run
18. Royal Run var eitt rennitil
tak, sum Fríðrikur, krúnprins
ur, skipaði fyri í samband við
50-ára føðingardag sín.
Hann bjóðaði fólkinum at
renna við sær, antin eina míl
ella 10 kilometrar, í Aalborg,
Århus, Odense, Esbjerg og
í Keypmannahavn. Tær 10
klaksvíksdamurnar runnu í
ymiskum býum.
- Vit hildu tað vera skeg, at
lata okkum í troyggjurnar og
heiðursmerkini, sum allir lut
takararnir fingu, nú tey komu
til Klaksvíkar. Kanska fór tað
at eydnast at fanga uppmerk
semi teirra, segði ein teirra við
in.fo tá.
Og tað gjørdi tað, tí Fríð
rikur, krúnprinsur setti beina
kós móti teimum 10, tá hann
sá tær.
Tær fortaldu eisini Mary,
krúnprinsessu, at mál teirra
var at renna skjótari enn hon,
men tað eydnaðist tíverri ikki.
- Hon rann teinin eini 10
sekund skjótari enn tann
skjótasta av okkum, tíverri,
søgdu tær brosandi.
Krúnprinsurin:
Eg tók tey upp á orðið
Hetta søgdu tær í fjør
Hesar kvinnurnar vóru á keiðini í Klaksvík, tá ið Kongaskipið legði
at. Tær eru Ingun G. Sørensen, Vera Larsen, Karin K. Petersen,
Herdis Sigurðsson, Ruth Johannesen, Henny Gerðalíð, Mona
Rasmussen, Tanja Petersen, Malan Vágsgarð og Heidi Biskopstø
Fríðrikur krúnprinsur varð
móttikin av rennarum í royalum
rennutroyggju, tá ið hann vitjaði
í Klaksvík í august í fjør. Og
hetta hevur eftir øllum at døma
givið krúnprinsinum ta hugskot
at byrja Royal Run saman við
renni áhugaðum í Føroyum