sunnudagur 28. november 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 27. november 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Eins og í fjør skipaði
Shell fyri stóru Shell
Helix Grand Prix
kappingini, har ið
allar bilasølurnar og
verkstøðini í Føroy-
um kundu luttaka
TÍÐINDASKRIV
Høvuðsvinningarnir vórðu
drignir 25. november av
Magnus Gunnarsson frá
Sosialinum á skrivstovuni
hjá Føroya Shell á Viðar-
nesi.
Fyrsti vinningur, sum er
ein ferð til Formel 1 til San
Marino í Italia vann: Jan
Niclasen, ið starvast hjá
P/F D.B.Bilar.
Annar vinningur, sum er
ein ferð til Sturup Raceway
í Svøriki vann: Jona Jen-
sen, ið starvast hjá P/F
Meinhardt Arge.
Vinnararnir funnir av Shell
Helix Grand Prix 2004
Magnus Gunnarsson frá Sosialinum (v.m.) við 1. virðisløn og Erling í Liða, sølu- og
marknaðarleiðari hjá Shell við 2. virðisløn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan
hátt hjálptu okkum og sýndu okkum samkenslu,
tá elskaði maður og pápi okkara
Niels Petersen
Nuuk, búsitandi í Kaldbak
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og øll tykkum
mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað, og tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt
hjálptu til við ervinum.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á G4 fyri dyggan
stuðul og umsorgan hansara seinastu tíð.
Sólja, Ivalu og Janus
1. oktober tók Robert
James Brown við sum
professari í jarðalis-
frøði á Náttúru-
vísindadeildini á
Fróðskaparsetrinum.
Í tí sambandi skipaði
Fróðskaparsetrið fyri
móttøku og fyrilestri
í Nóatúni hósdagin
25. november
MÓTTØKA
Móttøkan byrjaði við at
Malan Marnersdóttir, rekt-
ari á Fróðskaparsetri Før-
oya, beyð Robert James
Brown, professara, væl-
komnum. Síðan helt hann
starvstøkufyrilesturin
"Nakað um jarðalisfrøði og
nakað um tøl".
Robert James Brown er
61 ára gamal. Hann hevur
starvast innan jarðalisfrøði
á universitetum í fleiri
londum. Hann tók master
prógv í jarðalisfrøði á
Universitetinum í Manitoba
í Kanada í 1968. Í 1973 tók
hann Ph.D. prógv í seis-
mikki við Universitetið í
Uppsala í Svøríki.
Síðani 1980 hevur hann
verið knýttur at Universi-
tetinum í Calgary í Kanada,
men hevur eisini í styttri og
longri
tíðarskeið
verið
knýttur at øðrum universi-
tetum sum gestagranskari,
td. í Sydney í Avstralia og
Luleå í Svøríki.
Seinastu árini hevur Ro-
bert James Brown arbeitt
sum serfrøðingur í jarðalis-
frøði, serliga seismiskum
datatænastum hjá norsku
ráðgevingarfyritøkuni
GeoGrids.
Á yrkisleið sínari hevur
Robert James Brown skriv-
að hópin av greinum í
viðurkendum tíðarritum.
Í samband við, at tað í ár
eru liðin 175 ár, siðani
Hvalvíkar kirkja varð bygd,
verður í morgin klokkan
11.00
hildin
hátíðar-
gudstænasta har.
Kingokórið í Tjørnuvík
fer at luttaka við gomlum
donskum uppruna kingo-
sálmum, sum verða sungnir
uttan tónleik.
Eisini fer Magni Christ-
iansen at syngja og spæla.
Aftaná
gudstænastuna
verður døgurði fyri bygd-
arfólkunum, bispi, próvsti
og fyrrverandi og núver-
andi prestum í Norður-
streymoy. Veitslan verður í
bygdahúsinum í Hósvík
allan seinnapartin. Eisini
har fer Magni Christiansen
at syngja nakrar sangir.
Klokkan 18.00, verður
kvøldgudstænasta við altar-
gongd, við luttøku av
Bjarna Bæk, dómpróvsti og
prestunum
í
Norður-
streymoy, Marjun bæk,
Ingu Poulsen og Mogens
Tilsted Christensen. Á hes-
ari gudstænastuni syngur
Sunnudagskórið.
Dagurin endar við kaffi í
Missiónshúsinum í Hval-
vík, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Hvalvíkar kirkja er elsta
kirkja í Føroyum, og er
bygd úr træi.
Hátíðargudstænasta í Hvalvíkar kirkju
Robert James Brown:
Professari í jarðalisfrøði
á Náttúruvísindadeildini
Malan Marnersdóttir, rektari
á Fróðskaparsetri Føroya,
beyð Robert James Brown,
professara, vælkomnum
Mynd: Jens Kristian Vang
15
14
Nr. 228 - 27. november 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Takk
Hjartaliga takki eg
øllum, sum stuðlaðu
mær so dyggiliga
til býráðsvalið í
Runavíkar kommunu
Rodmundur Nielsen
»Hjálpt úr neyð«
eftir Absalon Absalonsen.
Ein sera grípandi og væl samansett skaldsøga við støði í
viðurskiftunum, sum valdaðu í Føroyum í 18. og 19. Øld.
Við sínum kunnleika í søgu og viðurskiftum okkara bæði
á sjógvi og landi, hevur tað eyðnast Absalon at flætta
veruligar og tilhugsaðar hendingar inn í hugtakandi søgu-
gongdina í bókini. Við ríku ímyndingarevnum sínum lýsir
høvundurin umstøðurnar í oyggjum okkara hetta
hendingaríka tíðarskeið í fátækdømi, armóð og hung-
ursneyð eins og í gudsótta, næstrakærleika og gávumildi
millum fólkið. Tú fært valla slept bókini, tá tú ert byrjaður
at lesa, tí her møtir tú drama-tikki, spenningi, roman-tikki,
øvund, góðsku og sonnum kristindómi í gerandislívinum,
sum fær teg bæði at gráta og grína.
Zakaris Zakariassen.
Í søguligum høpi varpar
skaldsøgan ljós inn yvir
jarðarlívið.
Hin
kristna
trúgvin er lýst á ærligan og
sannan hátt. Náði Guðs í
trúnni á Jesus elur fram
góða hugsan til gott verk at
inna. Ein fløvandi hiti vellir
úr skaldsins huga og skapar eina perlu millum kristnar
bókmentir. Bókin kemur ikki einans at standa á hillini, -
hon er vorðin ein partur av mær sjálvum. Hon hitar mítt
hjarta, styrkir mína trúgv og elur fram ta bøn, at eg
mótvegis øðrum má vera eitt gott mennisja.
Jógvan Fríðriksson.
Absalon hevur lagt eitt framúrskarandi arbeiði úr hondum.
Hetta er ein kærkomin søga. Hon sigur m.a. hvussu
næstrakærleiki kann broyta tilveruna hjá fólki og vinna á
tí ónda. Tann, sum fer í holt við hesa bókina, hevur ringt
við at leggja hana frá sær, fyrr enn hon er liðug, so spenn-
andi er hon. Ein frálík jólagáva.
Hanna Lisberg
Nýggj skaldsøga
Ein av fyrstu døgunum kemur út nýggj
skaldsøga, ið Absalon Absalonsen hevur
skriva og gevur út á forlagnum Løkur Lítli.
Bókin er 228 blaðsíður við 10 myndum, sum
rithøvundurin sjálvur hevur teknað, hon
verður prentað á Einars Prent og fer at kosta
240 kr í bókabúðunum.
Trý av teimum, sum hava lisið søguna, geva
henni fylgjandi ummælir
Takk fyri
stuðulin
Eina hjartans tøkk til tykkum øll,
sum valdu Javnaðarflokkin, og ein
serlig tøkk til tykkum, ið valdu
okkum persónliga
Við javnaðarkvøðu
Katrin Dahl Jakobsen og Elin Lindenskov
Takk
Eg takki øllum tykkum,
sum valdu meg per-
sónliga til kommunu-
valið.
Guð vælsigni
tykkum øll
Eyðfinn Mørk
Vági
Sunnudagin, 28. november,
eru 50 ár, síðan Nanny og
Kjartan Nielsen í Sal-
tangará gingu saman í
hjúnalag. Tey vórðu vígd í
Glyvra kirkju.
Tey eiga trý børn. Jón býr
í Saltangará og eigur tvey
børn, Edvard er giftur
Onnu Mariu; tey búgva í
Havn og eiga tveir synir,
Nicolina er gift Jack; tey
búgva í Fuglafirði og eiga
trý børn.
Nanny er fødd 11. juni
1934 og er ættað úr Rytu-
vík. Foreldrini vóru Edvard
og Dina Højgaard. Edvard
var yngsti sonur fyrstu
niðursetufólkini í Rytuvík.
Dina var ættað av Regni á
Toftum. Dina og Edvard
fingu sjey børn, harav tvey
eru deyð.
Kjartan er føddur 4. juli
1927. Hann er yngsti sonur
Justines og Nicolinu Niel-
sen. Tey vóru bæði ættað úr
Heiðunum. Tey fingu átta
børn, harav trý eru eftir á
lívi.
Nanny fór, sum vanligt
var tá í tíðini, út at tæna.
Hon var í fleiri húsum, og
hon var eisini í Havn.
Áðrenn hon giftist, arbeiddi
hon eisini í fiski á Høga-
bóli. Meðan børnini vóru
smá, var hon heimaarbeið-
andi. Við hús hevði hon
nokk at gera, tí Kjartan var
sjómaður og burtur stóran
part av árinum. Hon hevði
kúgv, og seyður var eisini,
sum hon passaði, tá ið
Kjartan var burtur.
Tá ið hon aftur fór út at
arbeiða, fór hon fyrst at
vaska skúla í nøkur ár.
Siðan fór hon at arbeiða á
Lynfrost, og har arbeiddi
hon, til hon fylti 70 ár –
burtursæð frá, at hon í sjey
ár arbeiddi á Heiða Neta-
virki. Hon hevur eisini sitið
sum nevndarlimur í Ar-
beiðarafelagnum Hæddini í
fleiri ár.
Kjartan var ungur undir
krígnum, og tá var ikki so
nógv arbeiði at fáa. Men
eitt sindur av fiskaarbeiði
var, og so fiskaðu teir eisini
sild.
Sum 17 ára gamal fór
hann til skips, og fyrsti
túrurin var við sluppini,
Lissy. 20 ára gamal fór
hann til Havnar á háskúla,
og 22 ára gamal fór hann á
skiparaskúla.
Kjartan hevur verið við
fleiri skipum – líka frá
sluppum til stórar trolarar.
Størsta partin av tíðini
hevur hann siglt við skipum
hjá P/F Lógv í Saltangará,
bæði við Oknini og Nýp-
uni. Við Oknini fiskaðu teir
eitt nú rækjur í Grønlandi.
Hann sigldi oftani sum
bestimaður.
Í 1984 legðist Kjartan
upp á land, tó at hann var
onkran túrin eftir tað, eitt
nú við Roc Amadour.
Uppilagstur fór Kjartan á
Lynfrost at arbeiða. Har var
hann, til hann fylti 67 ár.
Eftir tað fór hann at arbeiða
hjá Nevinum, og har var
hann, til hann var 76 ára
gamal og gavst at arbeiða.
Gullbrúðarparið
hevur
havt eitt langt og gott
familju-og arbeiðslív. Nú
njóta tey pensjónista-til-
veruna og putlast við
ymiskt heima. Heilsan er
farin at bila hjá Kjartani, so
hann fæst ikki við seyð
longur, sum honum annars
dámdi sera væl.
Nanny dámar ógvuliga
væl at fáast við urtagarðs-
arbeiði, og um summarið er
havin hjá teimum ein frægd
fyri eyga.
Teimum dáma væl at fáa
vitjan av ommu- og abba-
børnunum, og børnunum
dámar væl at vitja tey
gomlu.
Stóri dagurin verður hild-
in í húsunum hjá Eldrafe-
lagnum Nón í Runavík, har
øll eru hjartaliga vælkomin
millum klokkan 13 og 18.
Nanny og Kjartan Nielsen gullbrúdleyp
Absalon Absalonsen
Hólmgonga:
Eidesgaard vs
Hoydal
Fyri fyrstu ferð, síðani
nýggja samgongan tók við,
hava føroyingar í Keyp-
mannahavnarleiðini møgu-
leika at uppliva tveir teir
fremstu føroysku politikar-
arnar í politiskum kjaki.
Mikudagin fara Jóannes
Eidesgaard, løgmaður og
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins, at dyst-
ast í eini sonevndari hólm-
gongu.
Evnini sum nomin verða
við eru: útbúgvingarpoli-
tikkur, úrvald innlendis-
mál, uttanlandspolitikkur,
yvirtøkulógin og framtíð
Føroya sum heild.
Beinta Løwe Jacobsen,
verður orðstýrari á kjak-
fundinum, sum MFS, Meg-
infelag Føroyska Studenta,
skipar fyri.
Í steðginum verður tón-
leikur framførdur, eisini fáa
áhoyrarirnir
møguleika
umvegis orðstýrarin at seta
løgmanni
og
formanni
Tjóðveldisfloksins spurn-
ingar.
Tiltakið verður 1. de-
sember klokkan 19 í Føroy-
ingahúsinum á Vesterbro-
gade 17 í Keypmannahavn
- møtið fjølment.
C
M
Y
K
14