Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 28. november 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 17 Í nýggjari bók viðger ungi rithøvundurin, Uni Arge, tey mest umrøddu málini í al- menna orðaskiftinum seinnu árini. Hann gongur tí ímóti rákinum, tí lítið hevur verið at sæð av bókum um samtíðina á bókahillunum seinnu árini NÝGGJ BÓK Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Nú verðin liggur opin fyri okkum, kunnu vit ikki bara vera forelskað í fortíðini. Vit mugu taka støðu til heimin nú og í framtíðini. (»Komin er nú onnur øld« s. 108) Forelskilsið hjá føroying- um við fortíðina ætlar 33 ára gamli journalisturin, Uni Arge, at gera eina roynd at víðka til eisini at umfata samtíðina. Í hansara fyrstu bók, »Komin er nú onnur øld,« lýsir og viðger ungi rithøvundurin tey mest umrøddu málini í almenna orðaskiftinum seinnu árini. – Vit hava havt eina rúgvu av stórum málum seinastu 20 árini, sum hava havt avgerandi ávirkan á, hvar vit sum samfelag standa í dag. Við bókini vil eg koma nærri spurningin- um, hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Bókin roynir ikki at siga nakran endaligan sannleika. Eg royni at geva lesarunum fortreytir at hugsa víðari um, hvagar vit fara, greiðir Uni Arge frá. Bókin hjá Una Arge er býtt upp í átta partar. Ungi rithøvundurin setir millum annað spurningarnar, um rasisma kann taka seg upp í Føroyum, um ein tjóðskap- arlig semja er í eygsjón, um íslendingar skulu keypa Føroya Banka, og um før- oysk mentan er steðgað upp í fortíðini. Spurt verður eisini, um áttatiárini framvegis hanga sum ein moralsk marra yvir politisku skipanini og vinnulívinum, um fjølmiðl- arnir eru vorðnir undir- haldsmaskinur, og um stressaði livihátturin nú á døgum gevur nakra mein- ing. Vantandi dýpd Spurdur, hví hann hevur valt at skriva bókina, svarar Uni Arge, at hann hevur leingi saknað, at tey týdn- ingarmestu málini í før- oyska samfelagskjakinum verða viðgjørd í einum samanhangi. Hann heldur, at fjølmiðlarnir í alt ov stór- an mun leggja seg eftir at siga persónssøgur heldur enn at koma inn til kjarnan í stórmálum. Ungi rithøv- undurin vónar, at bókin »Komin er nú onnur øld« kann vera við til at seta nøkur mál í føroyska sam- felagskjakinum í breiðari samanhang. – Vit steðga ongantíð á í øllum fjølmiðlaresinum. Í samband við eitt nú útlend- ingamálið hoyra vit um per- sónar, sum eru komnir illa fyri, men vit koma ongan- tíð inn til kjarnan í málin- um. Eftir mínum tykki vantar tað ofta, at vit lýsa málini niðri á jørðini, so vit róliga fáa eina fatan av, hvat tey í veruleikanum snúgva seg um, heldur Uni Arge, sum í bókini hevur skrivað kapitlar um bæði útlendingamálið og fjøl- miðlarnar. Fortíð heldur enn samtíð Í føroyska bókmentaheim- inum er ikki vanligt at hoyra um bøkur, sum við- gera samtíðina. Í øðrum londum koma rúgvuvís av bókum, sum viðgera týð- andi aktuell mál, meðan føroyingar hava verið rætti- liga trekir at skriva hetta slagið av bókum. Heldur enn at skriva um tíðina, vit liva í, hevur hugurin hjá føroyskum rithøvundum staðið til at skriva um hetjur í fortíðini. Spurdur, hví so fáar bøk- ur um samtíðina verða givnar úr í Føroyum, svarar Uni Arge: – Vit leita nógv aftur í for- tíðina, tí vit hava stóra trongd at lesa um, hvaðani vit stava, og hvørji vit eru. Føroysk søguskriving er ung, og enn royna vit at styrkja okkara samleika. Eg haldi, at føroyingar vilja uppfatast sum eitt djarvt fólkaslag, og hetta fáa vit váttað, tá vit lesa um fólk, sum hava bygt land undir truplum umstøðum. Hygg- ur tú eftir sølutølunum, so elska vit at lesa um stríðs- menn, sum hvørki lótu seg kúga av mótgangi ella deyðsótta. Fiskivinnusam- felagið hevur givið okkum nógvar hetjur, svarar ný- klakti rithøvundurin. Uni Arge væntar kortini, at fleiri kjakbøkur ella sam- tíðarbøkur fara at koma út í framtíðini. – Tað er altíð áhugavert at lesa um tíðina, tú sjálvur livir í, og tá hugsi eg ikki bara um ítøkiligar hending- ar, men eisini um tankar hjá fólki um avgerandi mál uppi í tíðini. Sjálvandi skulu vit kenna okkara søgu, tí eitt søguleyst fólk er eitt rótleyst fólk. Men leita vit bara aftureftir, síggja vit kanska ikki av- bjóðingarnar og møguleik- arnar í okkara egnu tíð. Eg vænti, at tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn fleiri bøkur um samtíðina koma út, sigur hann. Arge og bøkur Nevnir tú eftirnavnið Arge, so er ikki heilt óhugsandi, at viðkomandi hevur tokka til at skriva bøkur. Bæði abbi og pápi Una, Niels Juel og Jógvan Arge, hava dúgliga skrivað bøkur, og spurdur, um hann ætlar at taka tráðin upp eftir abban og pápan, svarar Uni: – Mær hevur altíð dámt væl at skrivað. Eg veit ikki, um tað er arvaligt, ella um eg eri ávirkaður av um- hvørvinum. Helst er talan um bæði. Eg trúgvi, at flestu journalistar droyma um at skriva bøkur, og tað havi eg so eisini gjørt. At bæði abbi og pápi hava givið nógvar bøkur út, hev- ur kveikt hugin serliga nógv og víst mær, hvussu hetta kundi gerast, sigur ungi rithøvundurin. Spurdur, um ætlanin er at geva fleiri bøkur út, svarar hann, at tað kann bara tíðin vísa. – Tað er við bivandi hjarta, at eg bjóði meg fram við fyrstu bókini, men verður hendan bókin væl móttikin, fái eg kanska mót til at royna meg aftur, sigur Uni Arge. Uni dystast við fortíðina Uni Arge er føddur 20. januar 1971 í Havn. Hann fekk studentsprógv í 1990 og prógv av Journalisthá- skúlanum í Århus í 1999. Uni hevur starvast í Sjón- varp Føroya, Útvarpi Føroya og á Dimmalætting. Hann hevur eisini verið styttri tíðarskeið verið fram- við á Dagblaðnum og Sosialinum. Seinnu árini hev- ur hann verið fríyrkismaður, har hann hevur skrivað hópin av greinum til Dimmalætting, Sosialin, Fregnir og onnur bløð. »Komin er nú onnur øld« er hansara fyrsta bók. FAKTA – Eg trúgvi, at flestu journalistar droyma um at skriva bøkur, og tað havi eg so eisini gjørt. At bæði abbi og pápi hava givið nógvar bøkur út, hevur kveikt hugin serliga nógv og víst mær, hvussu hetta kundi gerast, sigur 33 ára gamli journalisturin, Uni Arge, sum á fyrsta sinni roynir seg sum rithøvund Mynd: Jens Kr. Vang UTTAN ÚR HEIMI Vesturheimurin hevur einki veruligt at bjóða Ukraina fyri at fáa landið knýtt tættari at tí evrope- iska samstarvinum, og tí fær andstøðan har heldur ikki tey stóru lyftini. Har- afturat hava bæði ES og USA tørv á Russ- landi, men fyribils verja báðir partar rættindini hjá ukrainum til at loysa kreppuna UKRAINA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyri ikki so nógvum árum síðani mundi fáur ímynda sær eitt sjálvstøðugt Ukraina, men tá Sovjetsam- veldið syndraðist fyri trett- an árum síðani hendi tað kortini. Ukraina gjørdist eitt sjálvstøðugt ríki, og so hendi tað uttan so mikið sum ein einasta dropa av ukrainskum blóði. Men Vesturheimurin hev- ur ongantíð gjørt sær greitt, hvat hann skuldi gera við tað stóra landið, tess frukta- góðu landbúnaðarjørð, tann stóra ídnaðin ella landsins næstan 50 milliónir íbúgv- ar. Ukraina varð sett út á síðulinjuna, meðan ES og NATO fóru undir at sam- ráðast við gomlu stuðuls- londini hjá Sovjetsamveld- inum í Eystur- og Mið- evropa. Russar hava haraftur- ímóti virkað miðvíst fyri at gera Ukraina til ein polit- iskan samstarvsfelaga og til ein part av teimum russisku búskaparáhugaøkjunum. Nógvir russar eru framveg- is av teirri áskoðan, at tað ukrainska sjálvsstýrið var eitt mistak, tí í teirra eygum hoyrir Ukraina til Russland bæði mentanarliga og søgu- liga. Tað var greitt, at fyrr ella seinni fóru áhugamálini hjá Russlandi og Vesturheimin- um at stoyta saman, og nú er tað hent. Hvør sítt valevni USA og Evropa hava lagt russiska forsetan, Vladimir Putin, undir at royna at mynda Ukraina eftir russ- iskum leisti við at fáa »tað russiska valevnið« Viktor Janukovitj valdan til for- seta, sama hvussu tað skuldi gerast. Eitt nú var Putin fleiri ferðir í Ukraina undir forsetavalstríðnum har fyri at vísa Janukovitj sín stuðul. Nøkur lond vestanfyri hava samtíðis roynt at styðja »teirra valevni«, andstøðuleiðaran Viktor Jusjtjenko. USA hevur ikki dult sín stuðul til hansara, men í Russlandi hevur tað vakt størri ans, at Niður- lond hava gjørt tað sama, tí landið hevur í løtuni for- mansskapin í ES. Tí kundi okkurt bent á, at uppgerðin um framtíðina hjá Ukraina kann enda sum ein álvarssom kreppa ímill- um Vesturheimin og Russ- land, og at støðan verður aftur sum undir Kalda Krígnum, um illa vil til. Tey seinastu árini hava Vesturheimurin og Russ- land verið í hornatøkum ymsastaðni. Russar hava framvegis ikki sissað seg eftir ósigurin í Georgia, har ein friðarlig kollvelting koyrdi tað russiskt vinar- liga stýrið frá, og vestur- lendskir diplomatar hava ikki dult fyri, at USA átti ein virknan lut í skiftinum. Í vár noyddust russar at hyggja at, meðan flogfør hjá NATO flugu eftirlits- ferðir uppi yvir teimum baltisku londunum, eftir at londini høvdu kært seg um, at russiska flogvápnið fleiri ferðir var komið inn um mark. Stórmál Men hesi bæði málini eru smámál samanborið við tað, sum kann henda við Ukraina, og tað er uttan iva orsøkin til, at Vesturheim- urin og Russland hava verið varin við at leggja seg ov nógv úti í ta politisku ósemjuna har. Ukraina er ikki Georgia. Tað er ov stórt og ov nær og hevur harafturat stóran strategisk- an týdning fyri báðar part- ar. Hvørki Evropa ella USA eru kortini sinnað at gera Ukraina til tann stóra stríðsspurningin ella til eina upgerð ímillum Eystur og Vestur. Tí bæði evrope- arar og amerikanarar stúra fyri, hvat tað kann fara at kosta, eydnast tað at fáa Viktor Jusjtjenko í forseta- embætið. Tað er eingin ivi um, at tað hevði verið ein dyggur smeitur fyri Putin, og at tað kann fáa stórar avleiðingar fyri viðurskift- ini ímillum Russland og Vesturheimin. USA hevur brúk fyri russiskum stuðuli í bardaganum ímóti yvir- gangi, og ES hevur brúk fyri Russlandi til Kyoto- sáttmálan. Harafturat kemur, at Vesturheimurin er ikki klár- ur við nøkrum beinleiðis tilboði til Ukraina, skuldi tað hent, at Jusjtjenko verð- ur forseti, tá saman um kemur. Í ES og NATO hava menn havt nóg mikið við at biðja ukrainar geva tol. ES hevur úr at gera við at fáa viðurskiftini í teimum nýggju limalondunum í Eystur- og Miðevropa í rættlag, og harafturat stend- ur Turkaland og pikkar upp á dyrnar. Tað er eisini greitt, at londini á Balkan koma fram um Ukraina. Í NATO er støðan tann sama. Har eru londini á einum máli um, at tað er at ganga Russlandi ov nær at bjóða Ukraina limaskap. Bólturin hjá ukrainum Hóast vesturlendskir leiðar- ar hava sagt seg styðja and- støðuna í Ukraina, er tað ein sannroynd, at í veruleik- anum stendur landið rætti- liga einsamalt, og tí aftra nógvir politikarar seg við at geva ukrainum ov stór lyfti. Kortini bendir alt á, at orðadrátturin ímillum Putin og teir vesturlendsku leið- ararnar hóast alt er endaður við einari semju um, hvussu tann politiska ósemjan skal loysast. Part- arnir eru samdir um, at ósemjan skal loysast á frið- arligan hátt ígjøgnum ta politisku og tað løgfrøði- ligu skipanina, hóast tað neyvan var tað, Putin hevði ætlað. Tískil liggur bólturin hjá ukrainum sjálvum. Forseta- valið vísti, at fólkið gongur í tveimum næstan líka stór- um bólkum. Annar parturin vil hava tættari samband við Russland, hin við Vest- urheimin. Tað besta boðið tykist vera, at partarnir gera eina politiska semju um at býta valdið sínamillum. (Kelda: Berlingske Tidende) Vilja sleppa undan nýggjum køldum kríggi Vesturheimurin vil hava Viktor Jusjtjenko til forseta, men hevur lítið og einki at bjóða honum. C M Y K 17 16