hósdagur 17. januar 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
19
tørvur eftir amerikanskum doll
arum, sum hevur ført landið út í
kreppu. Mangulin upp á dollarar
merkir, at stjórnin ikki hevur
verið før fyri at keypa nokk av
brennievni, heilivági og øðrum
vørum úr útlandinum.
Í longri tíð hevur mark verið
fyri, hvussu nógv fólk sleppa
at keypa í handlunum. Tvey
breyð til hvønn kunda, eina øl til
hvønn, 12 cola-fløskur til hvønn.
Nógvir handlar taka einans ímóti
amerikanskum dollarum, sum ger
tað torført hjá nógvum simbabv
um at keypa yvirhøvur. At virðis
minkanin, inflasjónin, í Simbabvi
var 42,09 prosent í fjør, ger ikki
støðuna hjá fólkinum í Simbabvi
betri.
Leygardagin kunngjørdi nýggi
forsetin, Emmanuel Mnangagwa,
at hann hevði funnið eina loysn.
Trupulleikin var ikki, at stjórnin
ikki kundi tryggja brennievni,
segði hann, men at fólk keyptu
inn undir seg, fyri síðani at selja
brennievni aftur, tá prísurin fór
upp.
Loysnin hjá forsetanum var tí
at seta prísin á brennievni upp. Úr
8,12 krónum liturin til 21,67 krónur
liturin. Simbabvi, eitt tað fátæksta
landið í heiminum, hevur nú eitt
tað dýrasta brennievni í heimin
um.
Simbabviska fólkið var longu
farið at ilskast. Tíðliga um viku
skiftið gingu søgur um ófrið í
bensinkøunum. Fólk vóru farin
til hendurs og onkrir bensinstøð
eigarar vórðu bukaðir. Tá tíðindini
um prísøkingina bórust, fór alt á
gos.
Læknarnir í Simbabvi, hvørs
mánaðarløn er 2.000 krónur, og
almenn starvsfólk, sum fáa 1300
krónur um mánaðin, hava longu
verið í verkfalli í nakrar vikur.
Mánadagin eggjaði landsfelagið
hjá fakfeløgunum sínum limum
ikki at fara til arbeiðis.
Í staðin eru mótmælisgongur nú
um alt Simbabvi. Høvuðsvegirnir
verða byrgdir av, fólk seta eld á
bilar, ræna handlar og stjórnin
svarar við at senda løgregluna og
herin út á gøturnar.
Mánadagin valdi stjórnin eisini
at steðga øllum internetsambandi
við umheimin, fyri at forða, at
fólk sendu myndir og filmsbrot
av hendingunum út um landodd
arnar.
Fleiri fólk eru skotin seinastu
dagarnar og í ávísum býarpørtum
í Harare gongur løgreglan hús úr
húsi og handtekur fólk, sum eru
atfinningarsom móti stjórnini.
Sjúkrahúsini í býnum eru full av
særdum, fólk, sum eru bukað av
løgregluni og herinum seinastu
dagarnar.
Emmanuel Mnangagwa bleiv
valdur til forseta í summar, eftir at
Robert Mugabe bleiv koyrdur frá.
Hóast hann gav lyfti um at virða
mannarættindi og at steðga mutri
í almenna geiranum, sæst lítið til
hesi lyfti. Ákærur um valsvik eftir
valið og boðini um at senda herin
út í gøturnar, sum førdi til at sjey
fólk vóru skotin, gera, at fólk hava
mist trúnna á krokodilluna, sum
hann vanliga verður kallaður.
Emmanuel Mnangagwa var
leiðari í einum uppreistrarfelags
skapi móti hvíta fólkinum í
60’unum. Felagsskapurin kallaði
seg krokodillurnar. Teir lupu á
bóndagarðir hjá teimum hvítu og
í 1964 bleiv hann dømdur 10 ára
fongsulsreving og vístur av land
inum fyri at hava bumbað eitt
tok. Seinni gjørdist hann høgra
hond hjá Robert Mugabe og tók
lut í tingingunum, sum førdi til
at Simbabvi fekk sjálvræði í 1980.
Hann var trygdarráðharri
fyrstu tíðina og spældi allarhelst
ein virknan leiklut í sonevndu
Gukurahundi-myrðingunum
miðskeiðis í 80’unum. Yvir 20.000
fólk av Ndebele-uppruna vóru
dripin hesi árini, tí tey stuðlaðu
einum øðrum frælsisveingi enn
sigursharrunum Mugabe og
Mnangagwa.
- Simbabvi undir Krokodilluni
er einki frægari enn undir Mugabe.
Hann lovaði nógv, men sannleikin
er, at hann er akkurár líka korrupt
ur sum Mugabe var. Tað er fram
vegis soleiðis, at Zanu-PF ríkar seg
upp, meðan fólkið livir í armóð,
sigur Nelson Hlatywayo, sum býr
í Harare.
Hann vísir á, at Simbabvi hevur
sera ríkt náttúruríkidømi, stórar
mongdir av gulli, diamantum,
kromi og platin liggja í jørðini,
men tað eru í stóran mun útlendsk
feløg, sum útvinna tilfeingi og fara
avstað við vinninginum.
- Í mongum førum keypa út
lendsku feløgini rættindini til
jørðina frá stjórnini ella rættari frá
einstøkum persónum í stjórnini.
Avleiðingin er, at náttúruríkidømi
ikki kemur vanliga fólkinum til
góðar, sigur hann.
Mthuli Mawarire, úr Bulawayo,
heldur tó, at trupulleikin í Sim
babvi er størri enn bara stjórnin.
- Sannleikin er, at tað ikki bara
er stjórnin, sum er korrupt, mut
urin seyrar gjøgnum alt samfel
agið. Tað, sum vit síggja í løtuni, er
at fólk síggja ein møguleika at ger
ast rík og tí snýta tey, sigur hann.
Nelson Hlatywayo er ikki
samdur.
- Tey snýta tí tey mugu snýta
fyri at yvirliva. Tá neyðin er so
stór, so ger fólk tað, sum má gerast
fyri at yvirliva, sigur hann.
Hvørgin teirra væntaði, at
ónøgdin móti stjórnini fór at
gerast ófriðarlig, men so væntaði
heldur ongin, at forsetin fór at
seta prísin á brennevni so nógv
upp.
- Vit kenna krokodilluna, vit
vita, hvat kann henda, um vit
mótmæla, sigur Nelson Hlaty
wayo. Nú er líkt til, at vit fáa sjón
fyri søgn.
Nelson Hlatywayo sigur, at
støðan er sera spent í løtuni.
- Altjóða trýst noyddi stjórnina
at lata internetsambandið upp
aftur í gjár, so at fólk kunnu fáa
samband við síni kæru. Vónandi er
tað ringasta aftanfyri okkum nú,
men so leingi sum fíggjarkreppan
varir við, er torført at spáa um,
hvat fer at henda, sigur hann.
Í fleiri mánaðir hevur verið stórur bensinmangul í
Simbabvi. Við allar bensinstøðir eru langar bíðirøðir.
Í langa tíð hava avmarkingar verið á
gerandisvørum sum breyði, vatni og mjøli.
Nógvar av hillunum í handlunum eru tómar.