Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 20 PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO 22. desember í fjør var árliga svimji­kappingin, SMS JólaSprint, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali. Til hesa kapping stungu nakrar ósemjur seg upp, sum enn tann dag í dag ikki eru avkláraðar. Úrs­ litið av ósemjunum er, at Svimji­ sambandið hevur fingið tvær kærur, sum báðar snúgva seg um hendingar til hesa kappingina Alt byrjar við, at royndi svimj­ arin, Magnus Jákupsson, meld­ar seg til SMS JólaSprint. Magnus Jákupsson hevur verið búsitandi í Danmark seinastu sjey árini og svimur dagliga fyri Far­um Svømmeklub og danska lands­ liðið. Hann spurdi, um hann kundi luttaka til kappingina umboðandi sítt danska felag, men her fekk hann eitt nei. Svimjarin slapp ikki at luttaka í SMS JólaSprint, og grundgevingin frá Havnar Svimjifelag var, at kapp­ingin bert var fyri føroyskar svimj­arar úr føroyskum feløgum. Tá svimjifelagið í Klaksvík, Æg­ ir, frætti hetta, bjóðaði felagið hon­um vælkomnum at svimja fyri Æg­ir. Tað var gaman í, og svimjarin møtti upp til kappingina eins og all­ir hinir svimjararnir, ið vóru til­meldaðir. Vinnur og verður diskaður Magnus Jákupsson svimur inn­ leið­andi umførini og vinnur í báð­ um greinum, hann er tilmeldaður í – 50 m rygg og 100 m blandað. Tað gong­ur alt upp á stás, men beint áðr­enn finalan skal svimjast seinni á degnum, varnast hann ein trupulleika. Í einum av tveim­ um finalum er hansara navn strikað av finalulistanum, so­ leiðis at hansara luttøka í 100 m blandað formelt ikki varð tald við. Hansara luttøka frá inn­leiðandi umfarinum varð á úrs­litalistanum skrásett sum DNS, sum merkir Did not start (á føroyskum: byrjaði ikki). Magnus Jákupsson fortelur um hetta við dómaraborðið, og tað Misskiljingar ella fótonglar? - Eg føli hatta sum eina persónliga herferð ímóti mær, sigur Magnus Jákupsson, svimjari, um kapping, sum var stutt fyri jól. Havnar Svimjifelag vísir tó ákærunum aftur, tí Magnus Jákupsson hevur ikki føroyskan svimjitjóðskap. Nú skal Svimjisambandið finna fram til, hvat veruliga er farið fram, tí tvær kærur eru komnar um sama mál - Sá út sum dis­krimina­tión M agnus Jákupsson var meldaður til kapp­ ingina fyri svimji­ felagið í Klaks­vík, Ægir. Forkvinnan í Æg­ir, Rannvá Sigríðsdóttir, for­telur, at hon á veg til kapp­ing­ina varð uppringd av stevnu­leið­aranum hjá HS, sum segði, at Magnus Jákupsson ikki slapp at svimja. Hon fekk somu grund­gev­ing­ar­nar um, at hann ikki átti at lut­taka, tí kappingin bert var fyri før­oyskar svimjarar. Hetta metti hon ikki sum eina nóg haldbara grund­geving. - Útlendskir svimjarar hava luttikið fleiri ferðir fyrr - tað hevur ongantíð verið ein trupul­ leiki. Hatta var at velja ein ávísan svimjara frá, og fyri mær sá hatta út sum diskriminatión, sigur Rannvá Sigríðsdóttir. Hetta fekk Ægir forkvinnuna at reagera, og hon sendi tí ein fyrispurning til Svimji­sam­bandið, har hon vildi hava at vita, hvat sersambandið hevði at siga til hetta. Áðrenn kappingin byrjaði, fund­aðust dómararnir, har tað eitt nú varð tosað um frá­meld­ing­ar. - Vit fingu at vita, at ein venj­ari hevði sagt, at hann ikki kundi góð­ taka, at ein svimjari svam í øðrum felag. Eg spurdi, um venj­arin hevði nakrar ítøkiligar grund­gevingar fyri, hví svimjarin ikki kundi svimja. Har var eingin ítøkilig lóg, sum forðaði honum í at svimja. So eg gjørdi av, at svimjarin kundi svimja, sigur Rúni Gaardbo. Ov um­fat­andi mál til Svimji­sambandið E in hægri myndugleiki skal taka støðu til, hvat fór fram í SMS Jóla­ Sprint, og um nakar hev­ur forbrotið seg á reglurnar, tí tvær ymsar kærur eru komnar til Svimjisambandið um sama málið. Tann fyrra kæran kem­ur frá Magnus Jákupsson, sum hev­ur kært Havnar Svimji­felag fyri hand­ faringina av hans­ara luttøku. Hitt er ein átala frá Havnar Svimjifelag um mátan for­maðurin í Svimji­ sam­band­in­um, Rókur í Jákups­ stovu, rea­geraði, tá tað kom fram, at Magnus Jákupsson var diskaður. Rókur í Jákupsstovu váttar fyri Sosialinum, at tvær kærur eru komnar. - Eg kann vátta, at vit hava fingið tvær kærur um sama mál. Men málið er so umfatandi, at vit hava valt at senda tað til víð­ari dómsnevndina, tí vit meta ikki, vit kunnu viðgera tað. Tað frægasta í hesum føri er at blanda dómsnevndina uppí, sigur Rókur í Jákupsstovu. Rókur í Jákupsstovu hevur ikki so nógvar við­ merkingar til átal­una, HS hevur sent inn um hann, men hann vón­ar, at alt málið um JólaSprint kapp­ingina verð­ur loyst skjótast gjør­ ligt. Tað eru sam­ bært Róki í Jákups­ stovu 17 ár síðan, at mann hevur biðið dómsnevndina við­gera kærur hjá Svimji­sam­ band­inum. Janus Rein er for­mað­ur í dómsnevndini hjá Svimji­sambandinum, og hann vátt­ar, at dómsnevndin hevur fingið kærur, sum snúgva seg um sama mál. Dómsnevndin fer kom­andi tíðina undir at viðgera hetta, og tað er óvist, nær tað verð­ur liðugt viðgjørt, sigur hann. STRÍÐ Í FØROYSKA S Ægir: Tvær kærur um sama mál: SVIMJING