hósdagur 17. januar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
22
Kynsforvirrað samfelag?
Maria Jacobsen
Í november varð eitt uppskot
um kynskifti umrøtt í tinginum.
Eg havi hugsað nógv um hetta
síðani, tí betur var lítil áhugi hjá
tingfólki um hetta óhugnaliga
uppskot. Hvussu langt ætlar
man at fara við at vinna frama á
slíkum, sum fyri vanligum fólki
er burtur úr vón og viti. Hetta
ljóðar so lætt, skifta p-tal og skifta
navn, so er alt í lagið, men eingin
sigur, at ein verður nøgdur við
at skifta kyn einaferð og um tað
verður eitt ynski at skifta kyn
fleiri ferðir, so fer tað helst at
bera til um tað kemur so langt.
Samstundis sum hetta orðaskifti
var, hoyrdi eg tveir menn tosa á
einari útvarpsstøð, um at tað var
ein tanki, at børnini skuldu verða
kynsleys inntil tey vóru fimm ára
gomul, tá skulu tey sleppa at velja
sjálvi hvat kyn tey vilja verða. Eg
veit at tað hoyrist frá onkrum av
okkara grannalondum, at man má
ikki siga hann ella hon, men at
nakar skal hugsa um at eitt barn
skal verða eitt hvørkikyn í fleiri ár,
er so langt úti at eg vil als ikki at
siga alt sum eg kundi hugsa mær
at sagt.
Hvussu skuldi tað verið
umsitið t.d.? Hvussu skulu børn
so verða nevnd? Tey kunnu jú
ikki eita eitt dreingjanavn ella eitt
gentunavn, p-tal kunnu tey heldur
ikki fáa, tí tað er jú kynsrelaterað,
kanska skulu tey bara fáa eitt
tal, so tá tey verða navngivin/
doypt fer presturin at siga:”So
doypi eg teg nr. 246...” hetta talið
mugu so børnini fáa á jakkarnar
og blusurnar o.a. tá ið tey fara á
dagstovn, so pedagogarnir skulu
vita hvønn tey rópa á. Lat okkum
ímynda okkum eina lítla, fitta
gentu sum fyllir fimm. Foreldrini
siga við hana:”Nú góða, nú ert
tú fimm ár, so nú kanst tú velja
sjálv um tú vilt verða drongur ella
genta.” ”Eg vil verða drongur,” sigur
gentan. ”Alt í lagið,” siga foreldrini
”so skalt tú eita Kristian!” Eitt ár
aftaná kemur gentan aftur til
foreldrini og sigur:”Eg tími ikki
at verða drongur longur, nú vil eg
verða ein genta!” Foreldrini eru
jalig (tolsemi og rúmligheit skal jú
til) so tey siga:”Alt í lagið, so skalt
tú eita Sára!”
Árini ganga, gentan fer í skúla
(skiftir kyn onkuntíð á vegnum)
men nú er hon liðug við miðnám
og er farin at søkja sær eitt starv,
stjórin situr og lesur CVið hjá
henni, so sigur hann:”Eg síggi
tú hevur skift kyn onkuntíð, Tú
hevur itið Kristian, Sára, Janus
og Malena,” ”Ja, men nú eiti eg
Klávus” segði gentan. ”Alt í lagið,”
sigur stjórin ”so skrivi eg Klávus
Bjarnason.” ”Nei,nei,” segði
gentan ”pápi eitur ikki Bjarni
longur, hann eitur Katrina.......”
Jú, forvirringurin kann gerðast
stórur, og ringt hevði verið at
hildið skil á føroyingum um tað
bleiv soleiðis.
Menniskjan er krúnan á
skaparverki Guds, og eg trúgvi
ikki at hann letur okkum skalta
og valta við hansara skaparverkið
sum okkum lystir.
Nei, eg má geva Sálomon kongi
rætt tá hann sigur:”Gud skapti
mennuskjuni soleiðis sum tey
eiga at vera, men tey finna uppá
so mangt løgið!
Eru í ferð við at venda
avlopið til hall
Helgi Abrahamsen
”Vit hava vent halli til avlop.”
Tey orðini hava ofta rungað, tá
sitandi landsstýri hevur tosað um
fíggjarlógirnar, sum hava verið
lagdar fram í hesum valskeiðinum.
Men seinastu tíðina eru tey
farin at siga, hvussu stórt avlopið
hevur verið tilsamans í hesum
valskeiðinum, og tað er ikki
uttan grund. Avlopið er nevniliga
minkað aftur við fleiri hundrað
milliónum krónum, hóast tað
ongantíð hava verið so nógv fólk
á føroyska arbeiðsmarknaðinum
sum nú, og inntøkurnar hjá
landskassanum seta met.
Stríddu okkum úr kreppuni
Fyrstu árini eftir at fíggjarkreppan
rakti stóran part av heiminum
í
2008,
var
undirskotið
hjá
landskassanum
stórt.
Inntøkurnar sviku, og landsstýrið
sum kom til í september 2008
mátti velja ímillum at smekka
bremsurnar í við uppsøgnum og
verri tænastum, ella at taka nøkur
ár við undirskoti. Tann seinna
loysnin varð vald, og tað haldi eg
var skilagott.
Men vit kundu sjálvsagt ikki
hava undirskot í óavmarkaða
tíð, og tí varð ein ætlan løgd um
at minka undirskotið burtur
aftur eftir nøkrum árum. Hetta
eydnaðist somikið væl, at seinasta
árið í farna valskeiðinum var
undirskotið komið niður á 83
mió. krónur, hóast landsstýrið
sum tók við í september hetta árið
framskundaði onkrar útreiðslur.
Gongdin vendi aftur í 2018
Góða gongdin helt fram inní
hetta valskeiðið, og í 2017 var
avlopið heilt uppi á 563 mió.
krónum. Men so kom vend aftur
í. Hóast tíðirnar framvegis eru
sera góðar, og pengarnir streyma
inn í landskassan, so sær út til at
avlopið í 2018 fer at liggja niðanfyri
300 mió. krónur. Tað er aftaná at
landskassin hevur fingið 642 mió.
krónur í blokkstuðli og góðar
300 mió. krónur í forskatti av
pensjónum (nakað sum sambært
Kristinu Háfoss als ikki eigur at
verða talt við í úrslitinum). Ella
sagt við øðrum orðum: Uttan
forskatting av pensjónum var
einki avlop í 2018.
So tá sagt verður, at sitandi
landsstýri hevur vent undirskoti
til avlop, so merkir tað ikki annað
enn, at tey sótu við landsins
leiðslu, tá uppgongdin, sum
hevði vart í fleiri ár, fór uppum
nullpunktið. Gongdin vendi
frá afturgong til framgongd í
2010, og gongdin vendi aftur frá
framgongd til afturgongd í 2018.
KJAK
Men vit kundu sjálvsagt
ikki hava undirskot í
óavmarkaða tíð, og tí varð
ein ætlan løgd um at minka
undirskotið burtur aftur
eftir nøkrum árum.
Árini ganga, gentan fer í
skúla (skiftir kyn onkuntíð
á vegnum) men nú er hon
liðug við miðnám og er
farin at søkja sær eitt
starv, stjórin situr og lesur
CVið hjá henni, so sigur
hann:”Eg síggi tú hevur
skift kyn onkuntíð, Tú
hevur itið Kristian, Sára,
Janus og Malena,”
Dreymastarvið finnur tú á in.fo