hósdagur 17. januar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
23
Hvussu var árið, ið fór fyri meg? Hvat var gott og vakurt og hvat
var trupult og svárt? Hvat gjørdi árið við meg? Hvussu fari eg at
enda árið og hvussu fari eg at loyva hjartanum at vaksa bæði í
takksemi og vísdómi? Hvat er tað, sum eg á ein hátt kenni, men
tó enn ikki havi sett orð á, sum Gud er í ferð við at mynda í lívi
mínum?
Hetta merkir kanska, at eg skal hyggja at myndum, teldupostum
og journalinum frá árinum, ið fór. Kanska kaga gjøgnum
kalendaran, mánað fyri mánað, og hugsa um avtalurnar, eg gjørdi.
Og síðani at hugsa um persónarnar, eg hitti og hvørja ávirkan og
hvønn týdning, teir høvdu á og fyri meg.
So kann eg spyrja: Hvørji evni hava myndað seg gjøgnum árið,
ið fór? Hvørji mynstur, hvørjar forðingar, hvørjir møguleikar og
uppgávur vóru? Tá eg líti aftur, hvat hongur eftir? Hvar kendi eg
sorg og pínu? Hvar kendi eg gleði og nøgdsemi? Hvar kendi eg
meg útbrendan og skroypiligan…?
At líta aftur á árið, sum fór, merkir, at eg haldi bæði takksemi
og undran í hondini og seti spurningin: Hvat av tí, sum eg lærdi
í fjør, fari eg at taka við mær inn í árið, sum liggur fyri framan?
Hvat við hesum komandi árinum, hvat fari eg at gera nú, sum
ger, at hugleiðingar mínar á endanum av komandi ári fara at
eyðkennast av gleði og nøgdsemi?
Um eg skal taka samanum, so má eg staðfesta, at eitt av
høvuðsevnunum, ið eyðkenna 2018 fyri meg og míni er sorg.
Í 2017 mistu kona mín og eg ikki minni enn trý av foreldrum
okkara, og sorgin og saknurin um tey, hevur vitjað regluliga í
2018. Men sjálvt um árið var merkt av sorg, so kann eg tó við
takksemi hugsa um, hvussu hetta hevur ment meg. Eg kann
gleðast um vísdómin, sum sorgin hevur við sær, tí takksemi og
gleðin um alt, sum tey hava lagt eftir seg, eisini eru verulig fyri
okkum. Royndir okkara við pínu, sorg og sakni, geva okkum eina
tilvitan um ferðina hjá øðrum menniskjum, ið gera sær líknandi
royndir við missi.
Tá vit so hava hugt aftur um bak, so eru stundir at líta fram og
meta um, hvussu vit kunnu taka tað, sum vit hava lært, við okkum
inn í nýggja árið. Samstundis við, at eg gleði meg til at finna
útav, hvat 2019 goymir til mín, so kenni eg eisini eyðmýkni, tá
eg gruni yvir, møguleikar og avbjóðingar, undranir og vónbrót og
gleði og sorg, ið fara at møta mær á leið míni, í nýggja árinum,
vit eru farin inn í.
Trý evni mynda seg í huga mínum. Trý evni, sum eg ynski at taka
inn í hetta árið, grundað á tað, sum eg lærdi av árinum, ið fór. Tey
eru takksemi, miskunn og mørk. Takksemi fyri lívið, hjúnafelaga,
familju, vinir, starv og møguleikar, tí eg kenni so væl saknin um
tey, sum eg misti í fjør. Miskunn mótvegis teimum, sum syrgja,
sakna og stríðast, tí eg hitti so mong teirra í fjør og hjartað
vaks. Og mørk fyri, hvussu nógvar uppgávur eg átaki mær í ár, tí
eg ynski at hava meiri orku og stundir til tað, sum er av stórsta
týdningi fyri meg.
Eg veit ikki hvørji tíni lyfti og hvørjar tínar ætlanir eru fyri 2019,
men eg vóni, at tú við endan av árinum fert at taka tær stundir
at seta spurningarnar, ið eru umráðandi fyri tína ferð soleiðis,
at tað, sum tú setur tær fyri, ikki er eitt skot út í leysa luft, men
er grundað á sannar og veruligar lívsroyndir, sum tú hevur tikið
tær stundir til at hugsa um og kenna djúpt í sál tíni.
Gott nýggjár!
eitt
Jógvan Zachariassen BLOGGAR
JÓGVAN ZACHARIASSEN ER DOKTARI Í GUDFRØÐI, TÓNLEIKARI OG RITHØVUNDUR.
HANN STARVAST DAGLIGA SUM SAMKOMULEIÐARI Í LÍVDINI Í HOYVÍK
Enn eitt ár! Nú 2019 er komið, eru lyftini óivað mong, ætlanirnar stórar og
hugurin fúsur hjá mongum. Vit vóna, at árið verður gott og at sum mest
fæst burturúr. Ein av bestu hættunum at fáa sum mest burturúr, er eftir
mínum tykki, at líta aftur og hugleiða um árið, ið fór. At seta spurningar,
ið eru umráðandi fyri rannsóknarferð tína inn í árið, ið farið er um bak:
ár
ENN