Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen T að er skrivað nokk so fitt av tuberklasøgu, eisini í hesi røð og í síni tíð í FF-blaðnum. Í 2008 gav Postverkið út nøkur frímerki í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani sanatoriið í Hoydølum byrjaði sítt virksemi. Tá nýtti Postverkið tilfar úr FF- blaðnum sum keldu at lýsa hesi frímerki. Men tað manglar kanska, at tað verður gjørd ein heildarsøga um hesa sótt, sum herjaði Føroyar serliga fyrsta partin av undanfarnu øld. Tað var eitt stórt framstig, at sanatoriið kom í 1908. Í Gríms Kambansgøta er mill­um nr. 16 og 20 ein smoga niðan til eitt hugnaligt tún við fleiri húsum, har fólkini í fleiri ættaliðum hava búð í meira enn 100 ár. Í einum av hesum húsum búði Solveig sum nærmasti granni hjá mær sjálvum. Solveig gjørdi ikki nógvan háva av sær. Men tað vísti seg, at hon var partur av hesi søgu, sum tað eydnaðist at bjarga, áðr­enn tað var ov seint. Ikki bara misti hon tvær systrar av tuberkl­um, men hon fekk eisini sjálv tuberkl­ ar sum barn og var innløgd á sana­tori­inum í Hoydølum. Tríggjar systrar fingu tuberklar Solveig var dóttir Jóhonnu (1889-1983) og Poul Johannes Jo­ hannesen (1890-1944), ið var fiski­ maður sum flestu menn vóru tá. Tey vóru fimm systkin: Bina, Gunhild, Johanna Poulina, Arn­ grim og Solveig. Í 1935 hendir tað, at Gunhild gerst sjúk, 15 ára gomul. Tað tykt­ ist at vera krím, sum hon ikki slapp frá. Pápin fór so til Havnar við henni, og tað vísti seg, at hon hevði tuberklar. Hon varð beinanvegin løgd inn á sanatoriið. Samstundis vísti tað seg, at tvær av systrunum, Johanna Poulina, kallað Lilla, og Solveig, eisini vóru smittaðar. Tá var Solveig 9 ára gomul. Solveig varð fyrst innløgd á hospitalið eina stutta tíð, og her helt hon jól í 1935. Hon mintist Systir Elsu og Systir Ingeborg. Síðan fór hon á sanatoriið saman við Lillu. Tískil vóru tær tríggjar systr­ar innlagdar í senn. Av starvs­fólk­un­ um her minnist hon serliga Miu Johannesen, nr. 22 á myndini í hesi grein. Gunhild, sum tá var tann sjúkasta av systrunum, doyði 1. juli 1936. Solveig mintist, at ein av Tvøroyri doyði samstundis. Lilla kom í fyrsta umfari fyri seg aftur og slapp heim aftur til Vestmanna. Men hon skuldi tó javnan til kanningar í Havn. Eina ferð hon hevði verið í Havn, fekk hon so ringan túr norður aft­ur til Vestmanna. Hetta var langt áðrenn tað var koyrandi all­an vegin. Hon fekk krím, og tuberkl­ ar­nir brutu fram aftur. Hon varð so innløgd aftur, og hevur vist verið heima ímillum. Men hon doyði 10. august 1941, júst ikki fylt 19 ár. Tey hjá Poul Johannesi vóru grann­ar hjá Jákupi í Gerðinum, sum millum annað var kendur sum semingsmaður. Jákup minn­ ist, at Lilla plagdi at ganga inn til teirra at læra hann bókstavirnar, áðr­enn hann sjálvur fór í skúla. Hetta bendir so á, at tey ikki hava ræðst tuberklarnar, sum ofta var tá. Á sanatoriinum Tað gjørdist tískil bara Solveig, sum kom fyri seg aftur. Hon var inn­løgd tilsamans í eitt ár. Hon var so tikin úr skúlanum, men í Hoy­dølum var eingin skúlagongd fyri tey børn, sum vóru har. Tey vóru trý børn tilsamans, tvey sum vóru 10 ár og so Lilla,sum var 13. Tey trý hugnaðu sær sam­ an og spældu sum børn gera. Sol­veig mintist einki til, at tey keddu seg. Hon hevði so eisini systr­arnar at vera saman við, og hon vitjaði javnan Gunhild, sum fyri ein stóran part lá í seingini. Hetta árið, Solveig var innløgd, slapp hon ikki nakratíð heim at vitja. Tey máttu heldur ikki fara av sanatoriuøkinum, tískil held­ ur ikki til Havnar. Men tær fingu javn­an vitjan av foreldrum og systkj­um úr Vestmanna, hóast ferð­ing tá var drúgv. Solveig mintist væl læknan, tann kenda Vilhelm Magnussen, sum kom á sanatoriið júst í 1936, og hon mintist eisini hansara und­anmann dr. Lynge. Tað var annars ikki óvanligt, at systkin vórðu innløgd saman. Í 1940, tá ið Lilla var innløgd, vóru eisini tvær systrar frá Gøtugjógv, Hanni­fía og Ólfríða, innlagdar. Tær eru nr. 26 og 29 á myndini. Tær blivu frískar og komu heim aft­ur. Lekidómur í góðum mati Tað var ikki nógvur heilivágur tá fyri tuberklar. Ein partur av viðgerðini var at geva sjúk­ling­ unum góðan og fitandi mat. Men Solveig hevði ongan serligan mat­ arlyst, so hesum fekk hon ikki stóra gleði burturúr. Men annars var tað frítt og gott at vera har. Solveig búði í Nýggja Húsinum, har teir frægaru av sjúklingunum búðu, meðan teir, sum vóru verri fyri, búðu í Gamla Húsinum. Her lá Gunhild eisini. Hon doyði í 1936, men Solveig slapp ikki við til jarð­ ar­ferðina. Solveig slapp heim til jóla í 1936, og hon minnist, at hon fór heim til Vestmanna við Smirli av Havnini. Tá fór hon í sama klassa, sum hon fór úr, og hon kláraði seg eins væl og hini hóast fráveruna. Tað var sjálv­ sagt hart hjá foreldrunum at missa tvær døtur á hendan hátt. Poul Johannes, doyði knappliga longu í 1944, 53 ára gamal. Tá ið mað­ur doyði av sjúku tá í tíðini var sosiala trygdin lítil og eingin, so tað var hart at fáa endarnar at røkka saman. Eingin jørð var í hús­inum. Tey sum høvdu jørð vóru tað frægari fyri. Tað lætti heldur ikki um, at Jóhanna við sínum búði inni hjá sínum óhjálpnu foreldrum. Jóhanna plagdi at arbeiða í fiski, so tað bøtti um tað ring­ asta. Sonurin Arngrim, kall­að­ur Gimme, vaks upp hjá mammu­ beiggj­anum Tummasi. Gimme doyði í 1988, 64 ára gamal. Kom til Havnar Hjá Solveig gjørdist lívið sum hjá øðrum gentum tá í tíðini. 14 ára gomul fór hon í ymisk hús­ pláss, eitt av teimum var hjá Einar Dahl, keypmanni í Vest­ manna. 18 ára gomul fór hon til Havnar at arbeiða hjá Hans Poul­ sen, møbilpolstrari, sum hevði møbilhandil í Dr. Jacob­sens­gøtu. Her hittir hon Andrew “hjá barb­ er­in­um”. Pápi hansara, Anthony Niel­sen, kom ungur úr Danmark og Andrew gjørdist barberur eins og pápin. Men Andrew doyði í 1973, bara 53 ár gamal. Solveig kom tá aftur at missa ein av sín­ um nærmastu. Hon sat einkja í heili 45 ár. Hon arbeiddi mong ár við at vaska á Vanlukkutryggini, har hon hevði gott orð á sær. Solveig var ein av teimum frið­ ar­ligu í landinum, og vit kunnu bera henni alt gott sum granni. Altíð var hon við tí góða orðinum. Solveig og Andrew fingu sonin An­finn í 1957. Hann er í giftur við Eydnu, dóttir Betti og Páll Mikkel­sen. Hon eigur Paula, og saman eiga tey Onnu Elisabeth, sum saman við David, kendur frá Kyndli, fyri kortum hevur fingið eina dóttir. Tískil náddi Solveig at blíva langomma. Hesi ungu búgva í barnaheiminum hjá Anfinn. Tað er so hugaligt, tá ungar familjur búsetast millum okkum, sum eru eldri. Tað skal eisini sigast, at Anfinn og hansara hava verið nógv um Solveig, serliga nú hon viknaði. Barber Nielsen – fyrsti barberur í Føroyum Barber Nielsen, verfaðir Solveig, hevur eisini sína serligu søgu. Hann var føddur í Danmark í 1884. Onkursvegna hevði hann frætt, at eingin barberur var í Føroyum. Tí gjørdi hann av í 1908 at royna eydn­una her á landi. Her kom hann so at at búsetast sum fyrsti barb­erur í Føroyum. Hann leigaði fyrst ovastu hædd í húsunum hjá Carl Vilhelm Fossaa, bakara í C. Pløy­ensgøtu. Í 1910 flutti hann salong­ina til ”gamla Danmark” í Gr. Kambansgøtu, har hann var til 1927. Tá flutti hann niðan í Niels Finsensgøtu, har hann var til hann gavst í 1956. Hann doyði árið eftir. Á jólum andaðist Solveig Nielsen í Havn, 92 ára gomul. Sum øll onnur hevði hon eisini sína søgu. Hennara søga er eisini ein partur av okkara tuberklasøgu PARTUR AV TUBERKLA­ SØGUNI HJÁ BØRNUM Solveig Nielsen: SIÐSØGA Solveig og Andrew