hósdagur 17. januar 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019
SOSIALURIN 7
25
Komandi partur
Í komandi parti verður frásøgn um alment
starvsfólk, sum hevur virkað fyri 12 av 13
løgmonnum.
Birgar skrivar, at fyrsti maður
sum klipti sær hjá barber Nielsen
var Christensen, stjóri í Føroya
Banka, og tann fyrsti, sum rakaði
sær hjá honum, var fyrsti borgar
stjórin í Havn, Mads A. Winther.
Tað finst ein stuttlig lýsing frá
honum í Dimmalætting í 1910: ”En
stor Dreng 12-13 Aar gammel an
tages straks som indsæber.” Tí
skil hevur tað verið eitt arbeiði
hjá ungum dreingjum at smyrja
sápu á teir menn, sum komu at
raka sær.
Barber Nielsen var losjulimur,
og hann luttók í talvkappingum.
Hann giftist við Onnu Dam.
Hon var systir Johan Dam, sum
mong tilkomin minnast frá kiosk
ini í Gr. Kambansgøtu, seinni tók
sonurin, Eiler, yvir. Tey bæði
systkini, Anna og Johan, komu
tískil at búgva í sama grannalagi,
og tað komu fleiri av teirra børn
um eisini. Her vóru góð viður
skifti við øll.
Anna og Barber Nielsen fingu
trý børn. Niels Juel var í mong ár
stjóri á Føroya Vanlukkutrygging.
Jensia, vanliga kallað Gugga, ar
beiddi eisini í nógv ár á Van
lukkutryggingini. Og so var tað
Andrew f. 1920, sum eisini gjørdist
barberur, og byrjaði sjálvstøðugt
virki í 1939.
Andrew var
fjølbroyttur maður
Her skal høvið nýtast til at greiða
eitt sindur frá Andrew, sum hevur
verið ein áhugaverdur maður.
Fyrst og fremst var hann
virkin losjumaðuri Havn. Hann
skrivaði í 1942 søguna um losjuna
í fráhaldsblaðnum Dúgvan í sam
bandi við, at Losjan tá var 40 ára
gomul. Tá ið losjan var 100 ár í
2002 kom út bókin Losjan Støt
Viljen skrivað av Erlingi Isholm.
Her fáa brøðurnir Niels Juel og
Andrew fitt av umrøðu av teirra
virksemi í Losjuni.
Andrew hevur í hvussu er
verið virkin í Losjuni í 1937 ella
1938, 17-18 ára gamal.
Í 1944 varð samtykt, at ung
mannadeildin skuldi hava egnan
skrivara og hetta gjørdist Andrew.
Her var nógv virksemi. Hetta var
millum annað at spæla sjónleik
til frama fyri losjuna. Her spældi
Andrew eisini við. Eina ferð
varð sjónleikurin Bygdaklandur
spældur átta ferðir fyri 100
fólkum hvørja ferð. Her spældi
Andrew við saman við millum
øðrum Ova Ellingsgaard, Odu
Gaard Hansen og Edith Skaalum.
Dúgvan skrivar í 1942
um hetta virksemið:
Leygardagin og sunnudagin førdi
ungmannadeildin hjá NIOGT
fram song- og skemtileikin
Eydnusælar løtur eftir Peter
Michelsen. Hesi ungmenni sýndu
góð evnir yvirhøvur og einamest
Andrew Nielsen, sum er ein góð
ur sjónleikari. Teir mongu sang
irnir vóru væl framførdir av sera
góðum røddum, sum felagið tyk
ist at eiga nøgd av.
Tá ið komið varð inn í 50-inini
blivu brøðurnir báðir, Andrew og
Niels Juel, limir í ovastu leiðsluni
í losjuni, har ein tann fremsta
uppgávant tá var at fáa alt tilfar
skrivað á føroyskum.
Andrew var eisini virkin í
harmoniorkestrinum GHM. Tá
ið skipað varð fyri gamlamanna
dansi, kundi fólk tekna seg á
klippistovuni hjá Andrew. Eisini
var skipað fyri dunnuspæli.
Hann var eisini tónleikari. Í
eini frásøgn í Dagblaðnum frá
føstulávintsveitlsu í 1946 var
millum undirhaldið ein ”dugandi
syngjandi trio við guitar og vóru
teir Andrew Nielsen, Trygvi
Restorff og Ove Carlsen.”
Andrew spældi eisini við í sjón
leikinum Eydnusælar Løtur sum
ungur skipari.
Julianna var ein
serlig vinkona
Ein av vinkonunum hjá Solveig
var Julianna Samuelsen, sum
var gift við Olaf á Borðuni. Hon
er ættað úr Vestmana, og tær
kendust haðani. Tær vóru javn
gamlar og gingu í skúla saman.
Tær plagdu eisini at fylgjast í
skúla. Tá ið Julianna fyri mong
um árum síðani kom til Havnar
at búgva, kom hon eisini at
búgva í sama grannalagi sum
Solveig. Tær komu nógv saman,
eisini við Temmu, systir Olaf, og
Aslaug hjá Johan Dam, sum var
systkinabarn Andrew. Tær høvdu
bindiklubb saman og sóust ofta.
Tað var ein fyrimyndarligar vin
skapur millum tær. Julianna,
sum er 92 ára gomul hevur eisini
givið sítt íkast til hesa grein. Tað
gjørdi hon eisini til bókina Havið
tók teir. Hon misti sum smágenta
í 1934 pápan við Neptun, so tær
hava havt lagnufelagskap, sum
eisini hevur knýtt tær saman.
Hetta er enn eitt íkast til
søguna um fólk í Havn.
Børn á Sanatoriinum
Hetta er myndin, sum er
tikin í 1940, og nøvnini
eru hesi:
1. David Andreassen, Sørvágur.
2. Dánjal Jákup Hansen, Norðoyri
3. Marin Petersen, Mikladalur
4. Niels Joensen, Hvannasund
5. Sissal Joensen, Skopun
6. Niclas í Lon, Miðvágur
7. Ove Eklund, Havn
8.Emmy Olsen, Vestmanna
9. Jana Hansen, Haldarsvík
10. Olga Berg, Hvalba.
11.Alma Nielsen, Heiðarnar
12.Alexander Dimon av
Tvøroyri, búði í Lopra.
13. Dagmar Jacobsen, Sørvágur
14. Dorthea Joensen, Eiði
15.Anna Kristoffersen,
Vestmanna
16. Poulina Abrahamsen, Mykines
17. Poulina Hansen, Klaksvík.
18. Johannes Johannesen,
Oyndarfjørð
19. Christian Hammer, Toftir
20. Evald Joensen, Tórshavn
21. Clementina Johannesen,
starvsfólk
22. Mia Johannesen, starvsfólk.
23. Erik Johannesen, Vestmanna.
24. Johanna Poulina Johannesen,
Lilla, Vestmanna. Systir Solveig
25. Eyðolfur Mikkelsen, Havn
26. Hannefía Hansen, Gøtugjógv
27. Nicodemus Rasmussen,
Brimsvík, Strendur
28. Johan Joensen, Kollafjørð.
29. Ólfríða Hansen, Gøtugjógv.
30. Margretha Poulsen, Havn
Solveig á Sanatoriinum saman við drongi, sum
eisini var innlagdur. Hvør man hann vera?
V.f. Ove Ellingsgaard, Oda Gaard Hansen,
Edith Skaale og Andrew Nielsen