Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 26 TVINGSILS SØLA Hósdagin tann 28. februar 2019 kl. 10.00, verður í Føroya rætti, í rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ognunum matr. nr. 666 og 667, Froðba, Lágargøta 8, 800 Tvøroyri. Talan er um sethús bygd á matr.nr. 666 og 667, tilsamans 294 m2, harav partur er vegur. Húsini hava kjallara og miðhædd og eru bygd umleið 1970. Kjallari: Gangur, tvey kømur, sovikamar, fýrrúm, trappa uppí ovaru hæddina. Ovara hæddin: Køkur, wc, stova, tvey kømur, gangur. Gólvvíddin er uml. 100 m2 hvør hæddin. Húsini krevja ábøtur. Nærri upplýsningar um ognina fáast við at venda sær til Fríðu Patusson, advokatur, Frúutrøð 4, Tórshavn, tel. 353335 frp@jura.fo (j. nr.20180497) ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen aro@jura.fo TVINGSILSSØLA Sagt skal verða frá, at tvingsilssølan av matr. nr. 795b, Tórshavn, Varðabú 32, 100 Tórshavn, sum skuldi vera hósdagin, tann 24. januar 2019, kl. 10.00, er afturkallað úr Føroya fútarætti. Føroya fútarættur, tann 17 / 1 - 2019 torshavn.fo Í Tórshavnar kommunu eru eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL. Umsóknin verður fylt út í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo. Umsókn Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi týsdagin 29. januar 2019. Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um hýruvognsreglur, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember1990, umsitur vinnunevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu. Hýruvognsloyvi Leys størv á Landssjúkrahúsinum Bioanalytikarar til Rannsóknarstovuna Umsóknarfreist 26. Januar 2019 Avloysari til B8 Umsóknarfreist 25. Januar 2019 Skrivstovunæmingur Umsóknarfreist 11. Januar 2019 Læknaskrivari ella heilsuskrivari til Psykiatriska depilin Umsóknarfreist 25. Januar 2019 Læknarskrivari ella móttøkufólk til Skurðdepilin Umsóknarfreist 25. Januar 2019 Starvsfólk til reingerð á Landssjúkrahúsinum Umsóknarfreist 29. Januar 2019 Sjúkrarøktarfrøðingur til onkologisk ambulatorium Umsóknarfreist 1. Februar 2019 Sjúkrarøktarfrøðingar til summarfrítíðarstørv Umsóknarfreist 15. Februar2019 Summarfrítíðaravloysarar Umsóknarfreist 15. Februar 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Kaj Joensen, Stoffalág 4, 100 Tórshavn, føddur tann 4. februar 1953, deyður tann 6. september 2018, og eftirsitandi hjúnarfelaga Ásvør Joensen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 290/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 9. januar 2019. ØKISTÆNASTAN Í SANDOYAR SÝSLU SØKIR EFTIR FYSIOTERAPEUTI ELLA ERGOTERAPEUTI Vit hava tørv á einum dugnaligur fysio- ella ergo- terapeuti frá 01.02.-2019, ella skjótast tilber. Talan er um eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv, sum økisterapeutur á Sandoynni og í Skúgvi. Arbeiðstíðin er í dag tímum, mánadag – fríggjadag á starvsbrøki 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna. Førleikakrøv til umsøkjarar • At tú hevur prógv sum fysio- ella ergoterapeutur • At tú er jalig / jaligur og hevur lætt við at umstilla teg. • At tú hevur hug til at arbeiði við eldri og menniskjum við skerdum førleikum. Vit bjóða • Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv. • Samstarv við dugnaligan fysioterapeuti, við drúgvum royndum á økinum. • Góðar starvsfelagar. Søkir eingin fysio-ella ergoterapeutur starvið, eru umsøkjarir við aðrari viðkomandi heilsuútbúgving vælkomin at søkja tíðaravmarkað starv. Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg. Um tú ynskir at vita nærri um starvið, er tú væl- komin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella umvegis teldupost ot@ot.fo Umsókn Skrivlig umsókn við møguligum avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 30. januar 2019. Umsóknin skal sendast til : Økistænastuna í Sandoyar Sýslu, Miðgøta 8, Fo-210 Sandur ella á teldupost ot@ot.fo Att: Randarsól Kristiansdóttir Dreymastarvið finnur tú á in.fo Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo