Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. JANUAR 2019 SOSIALURIN 7 27 FO-110 Tórshavn | Postboks 104 | Tel 350 250 | Faks 350 251 | Mail: info@vh.fo | www.vh.fo ÚTBÚGVINGAR TIL LEIÐSLU Á SJÓGVI OG LANDI Vinnuháskúlin er á høgum fakligum støði. Vit bjóða tær spennandi og hugnaligt lestrarumhvørvi og fjølltáttaðar útbúgvingar við besta leiðsluførleika bæði á sjógvi og landi. Vinnumøguleikar Við prógvi av Vinnuháskúlanum eru nógvir starvsmøguleikar bæði á sjógvi og landi. Útbúgvingarnar geva tær fyrst og fremst førleika at røkja yrkið sum yvirmaður á størstu og mest framkomnu skipum á heimshøvunum. Í arbeiðnum sum útbúgvin skipsførari ella maskinmeistari hevur tú stóra ábyrgd og nógvar avbjóðingar. Men tað lønar seg eisini, tí við stórari ábyrgd, og nógvum avbjóðingum, fært tú góða løn og nógva frítið. Førleikarnir sum yvirmaður eru grundarlagið fyri leiðandi størvum av øllum slagi. Tí er meira enn vanligt, at yvirmenn fara í góð størv á landi, eitt nú hjá stórum reiðaríum. Nýtt lestrarhálvár byrjar 28. januar 2019 Enn eru lestrarpláss tøk til bæði skipara, skipsførara og maskinmeistara. Umsóknarfreistin er ásett til hósdagin 24. januar 2019 Umframt omanfyrinevndu útbúgvingar verða eisini maskinistar, maskin- og skiparaaspirantar upptiknir í august 2019 Um upptøkutreytir verður víst til heimasíðu Vinnuháskúlans: www.vh.fo Fulltrúar til Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir trimum fulltrúum – tveimum løgfrøðingum og einum fíggjarfulltrúa – til setan skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 21. januar 2019, kl. 12:00. Les meira á www.himr.fo HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Eirargarður 2 ∙ 100 Tórshavn 304050 ∙ himr@himr.fo HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Stuðul av játtanini til útoyggjamenning Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1.1 mió. kr. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heimasíðuni www.himr.fo Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2019. Umsóknir skulu sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn ella til himr@himr.fo 4 størv á Fróðskaparsetri Føroya Í løtuni er hesi 4 størv leys at søkja á Fróðskaparsetri Føroya: • HR-samskipari • KST-samskipari • Leiðsluskrivari • Bókhaldari Starvslýsingar fyri størvini við nærri kunning eru at finna á heimasíðuni www.setur.fo Freist Umsóknarfreistin fyri øll størvini er 31. januar 2019. Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn