mánadagur 21. januar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN SÍÐA 6
Kim
Lützen
80 ár
TÍÐINDI SÍÐA 5
Gera
matstovu
og hotell í
Kalsoynni
– Føroyingar kanst tú ikki stóla
uppá.
Tað tykist vera boðskapurin hjá
Bárði Nielsen, formanni Sambands
floksins, sum leggur eftir Tjóðveld
inum fyri at vilja yvirtaka lands
læknaembætið.
Bárður Nielsen brikslar Javnað
arflokkinum fyri »bara at standa og
hyggja at og lata standa til«.
Hvør skal siga: Tað er hol í høvdið
at yvirtaka landslæknaembætið.
Møguliga hevur sambandsfor
maðurin rætt, at einki ber til sum
er føroyskt. Tí um landslæknaem
bætið verður yvirtkið, so megna vit
ikki at styrkja sjúklingatrygdina
við at hava eftirlit og góðkenning
av heilsufakfólkum í føroyska
heilsuverkinum, sigur hann.
Hevði verið áhugavert at fingið
greiðu á, um landslæknaembætið
veruliga er so grundleggjandi, at
tað ikki kann yvirtakast. Sjálvandi
skal tað ikki yvirtakast, um vit ikki
megna at lyfta uppgávuna, tað
sigur seg sjálvt.
At sambandsformaðurin briksl
ar tjóðveldinum handfaringina av
Novonordisk málinum, tað er væl
skiljandi, tí tað málið tykist at verða
vigað politiskt heldur enn at hugt
hevur verið eftir, hvat er best fyri
sjúklingin.
Men tað tykist, sum um Sam
bandsflokkurin hevur fingið eina
meira konservativa leiðslu við skift
inum frá Kaj Leo Holm Johannesen
til Bárð Nielsen.
Men tað kann ikki passa, at vit
skulu fáa assosiatiónir 100 ár aftur
í tíðina við dagsins sambands
politikki. So er hann ov konserva
tivur.
Bárður Nielsen mátti merkt sær
veljarakanningarnar,
sum
gera
Fólkaflokkin so nógv størri enn
Sambandsflokkin. Sjálvandi átti
hann at positionerað seg sum ein
stjórnarberandi flokk, nú hann
situr í andstøðu. Tí Sambandsflokk
urin hevur møguleika at skipa sam
gongu undir sambandsleiðslu við
annaðhvørt
Javnaðarflokkinum
ella Fólkaflokkinum. Men tað krev
ur, at Sambandsflokkurin verður
størstur.
Jú tað er rætt, at samgongan
misnýtir støðuna við ikki at halda
tingfund og fíggjarnevndarfund,
tí hon ikki fær mannað lið. Tað
er avgjørt átalu vert. Og jú, tað er
ein fólkaræðisligur trupulleiki, at
landsstýrið ikki er arbeiðsført.
Tá alt kemur til alt, so eru Sam
bandsflokkurin og Javnaðarflokk
urin ikki so langt frá hvør øðrum
– og tí er sjálvandi neyðugt hjá
Sambandsflokkinum at »trola inn
anfyri« hjá Javnaðarflokkinum til
tess at fáa veljarar.
Men konservativa linjan hjá
Bárði Nielsen kann geva baksláttur.
KANN GEVA BAKSLÁTTUR
Javnaðarflokk
urin hevur tikið
táttin upp eftir
festivalunum – at
kunngera spenn
andi »nøvn« til
ársins løgtingsval
Javnaðarflokkurin fær nýtt
valevni til næsta løgtingsval.
Hon eitur Ingilín D. Strøm,
er 27 ára gomul og úr
Vestmanna.
Hesum boðar flokkurin
frá í tíðindaskrivi.
Ingilín D. Strøm er úr ein
um javnaðarheimi burturav
har politikkur hevur havt
stóran týdning, tí hon er
nevniliga dóttir Hans Paula
Strøm, fyrrverandi løgtings
mann og landsstýrismann
fyri
Javnaðarflokkin,
og
Gyðju Hjalmarsdóttir Did
riksen.
Hon hevur lisið á altjóða
studentaskúlanum,
United
World College, saman við
fólki úr øllum heiminum. Og
tey siga, at tað var serliga har,
hon kom at ásanna, at rætt
vísi og virðing, hvørki eru
sjálvsøgd, ella koma av sær
sjálvum.
Men eftir at hava búð og
arbeitt í Addis Ababa, Keyp
mannahavn, og aðrastaðni,
flutti hon og maðurin, Teit
ur Lassen, og sonurin, Uni
Halgir, heim aftur til Føroy
ar her hon síðani tók prógv í
føroyskum á Fróðskaparsetr
inum. Í frítíðini er hon virk
in í Amnesty International, í
Ráði Teirra Lesandi, og aðr
astaðni. Hon ger nógv burt
ur úr at virka tað sjálv, hin
brúkar, tí hon dyrkar grøn
meti, ger bæði hondsápu og
sprinklaravesku og músli.
Men umhvørvið er henn
ara serligi áhugi, umframt at
styrkja sosialu skipanirnar.
Tað er sjón fyri søgn, at
jørðin klárar ikki at fylgja
við í okkara ovurnýtslu og
einstáttaðu trongd okkara
fyri
óendaligum
vøkstri,
sigur hon í fráboðanini í dag.
– Tá vit sum samfelag,
og sum einstaklingar, brúka
minni, hava vit tørv á minni,
og hetta kann geva okkum
møguleikan at liva eitt lív,
har búskaparligur vøkstur
ikki longur er týdningar
miklari ella neyðugur, fyri
at fáa stundir, og umstøður,
til sosiala samveru og til
kropsliga og sálarliga heilsu,
leggur hon afturat.
Og hon leggur afturat, at
tá ið hon nú bjóðar seg fram
í politikki er tað fyri at virka
fyri einum burðardyggari og
samhaldsfastari samfelagi.
Fyrsta navnið kunngjørt:
Hon eitur Ingilín D. Strøm
Hava brúka fyri at trola inn
anfyri hjá Javnaðarflokkinum
Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, Aksel V. Johannsen,
løgmður, Ingilín D. Strøm, valevni, og Kristianna Winther
Poulsen, løgtingskvinna
Í annaðkvøld
fáa klaksvík
ingar høvi at
hoyra Høgna
Hoydal greiða
frá um fiski
vinnuný
skipanina
Í annaðkvøld, týskvøldið
klokkan 19 skipar Norðoya
Tjóðveldisfelag fyri fundi í
Miðstovuni í Klaksvík, har
ið løgtings- og landsstýris
fólk floksins eisini vera til
staðar.
Har fer Høgni Hoydal at
hava innleg við heitinum
»Eitt ár við fiskivinnuný
skipanini«.
Síðan verður møguleiki
hjá áhoyrarum at seta
spurningar.
– Øll Tjóðveldishugaði
eru vælkomin, siga fyrireik
ararnir, sum er Norðoya
Tjóðveldisfelag.
Norðoya Tjóðveldisfelag.
Høgni greiða frá
fiskivnnu í Klaksvík
Í annaðkvøld fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, at greiða klaksvíkingum frá, hvussu
gingist hevur við fiskivinnunýskipanini
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin