Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HAVA SLÓÐBRÓTANDI ÆTLAN VIÐ RÁVØRUM ÚR DÍMUN RÚSANDI LØG­UR Í Dímun eru tey kom­in rætt­iliga langt á leið at bryggja sterkan løg burt­ur úr rá­ vør­um í oynni Áki Bertholdsen Tað byrjaði mest sum skemt, men skjótt varð tað álvari. Og nú eru tey komin so mik­ ið væl áleiðis, at tað kann henda, at teir fyrstu drop­ar­ nir verða fáa einaferð í heyst. Tað siga bóndafólkini í Stóru Dímun. Nú landsstýriskvinnan í inn­lend­is­málum útlutaði út­ oyggjastuðulin í farnu viku, er tað greitt, at tey á Dím­ un­argarðinum fáa 50.000 krón­ur til eina verkætlan, har endamálið er at menna sterk­an løg úr føroyskum rá­vørum. Tað er serliga Jógvan Jón Pe­t­ersen á garðinum í Dím­ un, sum hevur arbeitt við ætlanini og hann sigur, at nú eru tey komin rættiliga væl áleiðis. Og hann sigur, at gongst tað væl í hond, er ikki ó­hugs­ andi, at onkur rúsandi drykk­ur verður at fáa seinni í heyst, men tað veldst sjálv­ andi alt um, hvussu tað gong­ ur. Spratt burtur úr ongum Eva úr Dímun, bóndi í Stóri Dím­un, sigur at annars var hetta ein verkætlan, har hug­ skot­ið spratt mest sum burt­ ur úr ongum Tað var á sumri í 2017, at tey í Dímun fingu norðurlendsku mat­virð­is­ løn­ina, Embla, Tey fingu virð­is­løn­ina í bólkinum rá­ vør­u­fram­leið­arar. – Tá ið vit sótu fleiri sam­ an um kvøldið og hugnaðu okk­um, var tað onkur, sum spu­rdi okkum um vit høvdu nøk­ur serlig hugskot. Tá mest­sum glapp tað okkum at munni í skemti, at tað kundi verið stuttligt at gjørt ein cid­ara burtur úr majrótum. – Onkur, sum var saman við okk­um, tók okkum upp á orðið og helt, at tað áttu vit at tikið í álvara, og soleiðis varð tankin fostraður um at bryggja okkurt sterkt burtur úr rótum. Síðani hava tey arbeitt við, hvussu hvít mairót, og kál­rabi rót, kunnu brúkast sum rávøra til onkran rús­ andi løg. Eru komin væl áleiðis Jógvan Jón Petersen sigur, at tey hava lagt eitt stórt ar­beiði í at vita, hvussu tey kunnu fáa eina slíka ætlan at bera til, og hvussu tey kunnu menna ein sterkan løg, sum eis­ini smakkar so mikið væl, at hann kann verða søluvøra. Í hesum sambandi sam­ starva tey neyvt við gransk­ ar­ar, kokkar, bryggjarar og ser­køn í víni, og Jógvan Jón Pet­er­sen heldur, at nú eru eru kom­in so mikið langt, at tey eru komin yvir fleiri av snáv­ing­arsteinunum. – Vit hava smakkað og roynt ymsar loysnir, men enn eru vit ikki komin á mál fyri, akk­urát, hvørjar vørur, tal­an verður um. Vit hava lat­ið allar møguleikar standa opn­ar – og møguleikarnir eru ó­telj­andi, sigur hann. Men hann sigur kortini, at sum tað nú liggur í kort­u­ num, er, at tað verður tað ein drykk­ur, ið líkist cidara, sum fer at verða gjørdur burtur úr mairótini. Hinvegin er kálrabirótin heilt øðr­vísi, men ábendingar eru um, at talan verður um onkr­an søtligan drykk, ið minn­ir sum sjerri, sum fer at at verða gjørdur burtur úr mai­rót­u­num. – Majrót er ein summ­ar­ vøkst­ur, sum veksur rætti­ liga væl í Dímun og vit heysta so nógv hvørja ferð, at helvt­ in fer til djóraføði. Sostatt er tal­an um eina rávøru, vit hava stórt yvirskot av og vit halda, tað átti at borið til at fingið meiri burtur úr henni, enn at lata hana fara til krí­a­túr­ini. Sostatt eru vit rætti­liga spent upp á hesa roynd­ina, sigur Jógvan jón Pet­er­sen. – Hesa seinastu tíðina, er meiri ferð komin á og eg vænti, at tá ið summarið er far­ið at halla, eru vit komin heilt langt, leggur hann aft­ ur­at. Og hann sigur, at gongst sum ætlað, er tað ikki ó­hugs­ andi, at onkur góður drykkur við rá­vør­um úr Dímun fer at verða at fáa einaferð í heyst, kanska á eplafestivalinum, sum plaga at verða í Sand­ oynni í oktober. Soleiðis varð tankin fostraður um at bryggja okkurt sterkt burtur úr rótum Hesa sein­astu tíðina er meiri ferð kom­in á GINGIÐ SKJÓTT Hesar seinastu mánaðirnar hevur tað gingið væl fram á, men tað er ikki óhugsandi, at onkur rúsandi løgur, við rávørm úr Dímun, verður at fáa eina ferð í heyst. Høgrumegin bóndahjúnini í Dímun, Jógvan Jón Petersen og Eva úr Dímun