Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Faroed Agency fekk rætt í øðr­ um málinum og Fugla­fjarð­ ar komm­una í hin­um um loðs­ flutn­ing og sleip á Fugl­a­firði Árni Gregersen Stórt stríð hevur í langa tíð ver­ið í Fuglafirði um loðs­ skip­an­ina og um, hvør skal hjálpa til við sleiping, tá ið skip hava brúk fyri hjálpa at leggja at í Fuglafjaðar havn. Faroe Agency, sum um­ boð­ar mong útlendsk skip – ser­liga russisk – hev­ur hild­ið, at Fugla­fjarð­ar komm­una og Fugla­fjarðar havn, hava lagt forð­in­gar fyri, at bátar hjá Far­oe Agency hava kunnað siglt loðsin út til skip og til at hjálpt til við sleiping, tá ið skip skulu at bryggju. At enda metti Faroe Agen­ cy, at forðingar vóru so ógv­ us­lig­ar, at tær av álvara vóru kapp­ing­ar­av­lag­andi. Tí var málið kært til Kapp­ing­ar­eft­ ir­lit­ið. Kappingareftirlitið tók støðu í málinum 11. ok­to­b­er í fjør og staðfesti, at Fug­l­ afjarð­ar kommuna hev­ur framt brot á kapp­in­g­ar­ lóg­ina, grein 11, við at forða Far­oe Agency bæði at veita sleip­i­tæn­astu og loðs­flutn­ ing. Í stað­in eru uppgávurnar lætn­ar eini fyritøku, sum er stað­sett í kommununi. Brúktu sína mono­pol­ støðu at forða við Tá ið avgerðin var tik­in, segði for­mað­urin í Kapp­ing­ar­ráð­ num, Heri Joensen: – Fuglafjarðar kommu­ na hev­ur brúkt sína mono­ pol­støðu at forða P/f Faroe Ag­en­cy í at velja, hvør bátur skal brúk­ast til loðsflutning og sleip. Ístaðin eru hesar upp­gáv­ur til­lut­að­ar einum stað­bundn­um felag. Vit vita frá býráðs­sam­ tykt, sum nú er avtikin, at komm­unan ynskti, at stað­ bundna fel­ag­ið var fyrsta val í sam­bandi við loðsflutning. Tann fram­ferð, sum byrjaði við hesi sam­tykt, helt áfram eft­ir at sam­tyktin formliga varð av­tikin, og tí valdu vit at taka málið upp til viðgerð. Valdu vit ikki at fara inn í mál­ið var óhepna støð­an hon, at ein fyritøka hevði fing­ið monopol í eini av virkn­astu havnum í Før­ oy­um. Henda støða kundi skjótt havt við sær, at aðrar komm­unur gjørdu eftir sama leisti. Vónandi fer avgerðin at hava við sær, at ein og hvør, sum hevur ein góð­kend­ an bát, kann gera av­tal­ur við reiðarí um at út­inna loðsflutning og sleipi­tæn­ast­ ur. Havn­irnar verða sostatt opn­ar fyri veitarum úr øll­ um Før­oy­um, og vil hetta skapa eina virkna kapping, sum tryggj­ar lágar prísir, val­møg­u­leikar og menning á øk­i­num. Kærdu avgerðina Fuglafjarðar kommuna var als ikki nøgd við avgerðina hjá kapp­ing­ar­eft­ir­lit­i­num og gjørdi av at kæra av­gerð­ ina til Vinnu­k­ærunevndina, sum nú hevur gjørt úrskurð í máli­num. Vinnukærunevndin stað­ fest­ir tað, sum Kapp­ing­ar­eft­ i­r­litið segði, at Fuglafjarðar komm­una hevur framt brot á kapp­ing­ar­lógina við at forða Faroe Agency at útinna loðs­flutning. Hinvegin heldur Vinnu­ kæru­nevnd­in ikki, at Fugla­ fjarð­ar kommuna hevur framt brot á kappignarlógina við at forða Faroe Agency at veita sleip­i­tænastur. Við øðrum orðum, so gevur Vinnu­kærunevndin Far­oe Agency rætt í øðrum máli­num, men ikki í kæruni um sleip­i­tæna­stur. Har fær komm­unan í Fuglafirði við­ hald í kæruni. Spurningurin um hetta fær nakra praktiska av­leið­ ing av viðurskiftunum í Fugl­a­firði er ivasamur, mill­ um ann­að tí at tað hev­ur víst seg, at bátar hjá Far­oe Agency hava staðið fyri ein­ um stórum parti av sleip­ing á Fuglafirði í fjør. Fyri­tøk­an hevur í 2017 veitt sleip­ing til næstan øll skip, sum fyri­tøk­ an um­boðar og í 2018 til øll skip­ini, sum Faroe Agency um­boðar. Avgerðin hjá Vinnu­kær­ u­nevnd­ini er endalig, tá ið tal­an er um fyrisiting, men tað ber til at fara víðari við av­gerð­ini til Føroya rætt. FINGU RÆTT Í HVØR SÍNUM PÁSTANDI Fuglafjarðar kommu­na hev­ur brúkt sína mono­ pol­støðu at forða Faroe Ag­en­cy at velja bát til loðsflutning og sleip Vinnu­kærunevndin Far­oe Agency rætt í øðrum máli­num, men ikki í kæruni um sleip­i­tæna­stur Loðs- og sleipibátar hjá Faroe Agency, sum um­boð­ar mong útlendsk skip – ser­liga russisk