Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 TÍÐINDI GERA MATSTOVU OG HOTELL Í KALSOYNNI ÚTOYGGJAMENNING Vit herja á beinanvegin fíggingin er klár, sigur stigtakarin Áki Bertholdsen Gongst sum ætlað fáa ferða­ fólk, sum vitja í Kalsoynni á sumri í 2020, nógv betri møgu­ leik­ar, enn tey hava nú. Ítøkiligar ætlanir eru nevni­ liga um at byggja bæði hotell og matstovu á Húsum á Kals­ oynni. Tað er Magni Garðalíð og konan, Hannebeth, sum standa fyri ætlanini, og endamálið er, at hotellið og matstovan skulu vera til reiðar at taka ímóti gestum tá ið ferðafólkatíðin byrj­ar næsta ár. Og nú hava tey fingið 50.000 krónur í stuðuli av játtanini á fíggjarlógini til útoyggjastuðul til at menna ætlanina. Magni Garðalíð sigur, at ætlanin er eitt sindur seinkað, tí tað dróg út at útvega grund­ stykki til byggingina, tí tað vóru fleiri eigarar. Men nú er grundstykkið fingið til vega og í løtuni verður ar­beitt við at útvega fígging til ætlanina. Og hann væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tí peningastovnar hava víst stór­an áhugað fyri at figgja, sigur hann. Hann er eisini sannførdur um, at tað er stórur tørvur á hotelli og matstovu í Kalsoynni, tí tað ferðast væl yvir 50.000 ferða­fólk um Kalsoyarfjørð við Sam um árið. Magni í Garðalíð og Hanne­ beth eru ikki heilt ókend í mat­ stovu­vinnuni, tí tey hava hava havt matveiting í fleiri ár, og í hesum sambandu gera tey mat til fleiri stór arbeiðspláss, umframt til veitslur av ymsum slagi. Tey hava eisini yvirtikið Sjókaféina í Runavík og um summ­arið hava tey eisini kafé á Húsum. Lítið hotell og stór matstova Magni Garðalíð sigur, at nýggja hotellið og matstovan verða syðsta húsið á Húsum, og so­ statt verður tað eisini fyrsta húsið, ferðafólk við Sam koma til, eftir at tey eru farin úr Syðra­dali, har hann leggur at. Hotellið verður eitt minni hotell, sum hevur 11 dupult­ køm­ur, sum øll hava baðiverilsi, og út­sýnið verður frítt yvir á Kun­oynna, og norður og suður ígjøgnum Kalsoyarfjørð. Av teimum 1l kømrunum verð­ur tað eina kamarið serliga gjørt til fólk við rørslutarni. Hann sigur, at talan skal verða um eitt gott hotell, sum ikki stendur aftan fyri hotellini í Havn. Hotellið og matstovan fara eisini at hava allar hentleikar til at halda fundir, skeið og ráð­ stevnur. Eisini matstovan verður rúm­lig, tí har verða pláss fyri 150 gestum, men tá ið veitslur eru, skal bera til at borðreiða fyri yvir 200 fólkum. Á matstovuni verður tað før­oyskar rávørur, sum verður grundarlagið undir matinum, men har verður eisini annað. – Eg haldi, at útlendsk ferða­ fólk, sum koma hendavegin, eiga at fáa høvi til at smakka før­oyskan fisk, føroyskt kjøt, bæði fekst, ræst og turt, um­ framt føroyskan viðskera av ymsum slagi, sigur Magni Garða­líð Tað skuldi verið bíligari FERÐAVINNA Men tey, sum búgva á meginøkinum, og útlendingar, kunnu rinda meiri Áki Bertholdsen Tað skuldi verið bíligari at ferðast hjá fólki, sum býr á oyggjum, ið ikki hava fast samband við meginøkið. Tað heldur Magni Garðalíð á Hús­um. Sum vit skriva í hinari greinini her á síðuni, fara hann og konan nú undir at byggja hotell og matstovu í Hús­um. Magni Garðalíð sigur, at sum matveitari ferðast hann víða um, og hann rind­ar 1.690 krónur um mán­að­in í ferða­ seðl­um við Strand­ferðsl­uni, bara fyri at sleppa inn á meg­ in­økið at arbeiða. Og so kemur tunnils­gjaldið afturat. Og tað heldur hann er ov dýrt hjá fólki, sum býr á eini oyggj, sum ikki hevur fast sam­band við meginøkið. Serliga heldur hann, at tað er ov dýrt, tá ið hetta verður samanborið við, at tey, sum longu búgva á meginøkinum kunnu koyra ígjøgnum undir­ sjóvartunlarnar fyri eina 20 krónu – við fullum bili av fólki. – Her er púra eingin sam­an­ hangur í, heldur hann. – Tað eru nøkur fá tandur, sum búgva á útoyggj, men verða suðuroyingar taldir við, verð­ur talið sjálvandi størri. –  Men skipini hjá Strand­ ferðsl­uni eru langt síðani gold­in, og eg haldi ikki, at tað hevði koppað Føroya landi, varð prísurin hjá teimum, sum búgva á oyggjum, sum ikki hava fast samband, lækkaður. Magni Garðalíð heldur, at eing­in, sum býr á eini oyggj, sum ikki hevur fast sambandi, skuldi rinda meiri fyri ferðast við Strandferðsluni enn tað, eitt tunnilsgjald kostar. Hann sigur, at tað er ein skip­an, sum er skjót at seta í verk, tí tað er bara at geva øll­ um, sum eru fastbúgvandi á teimum oyggjunum, eitt borg­ ara­kort, sum tryggjar teimum bílig­ari ferðaseðil. Hinvegin hevur hann ikki for­treð av, at fólk, sum búgva á meginøkinum, og serliga út­ lend­ingar, rinda eitt sindur meiri enn hini fyri at ferðast. – Útlendingar halda, at tað er láturliga bíligt at ferðast í Føroyum, sigur Magni Garða­ líð. Hann heldur, at útreiðsl­ ur­nar til ferðing hava stóran týdning fyri tey, sum noyðast at ferðast, men hjá teimum, sum ferðast eina ferð um árið, hevur tað lítlan og ongan týdn­ing, heldur hann. – Eg haldi, at varð prísurin lækkaður kundi tað kanska eggja fleiri fólkum at búsetst kring landið. Eg haldi eisini, at verða útoyggjarnar avtoft­að­ ar, høvdu Føroyar verið mun­ andi fátækari, leggur hann aft­ur­at. Magni og Hannebeth Garðalíð hava stórar ætlanir fyri ferðavinnuna í Kalsoynni Á matstovuni verður tað føroyskar rávørur, sum verður grundarlagið Útlendingar halda, at tað er láturliga bíligt