Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GEORGE ORWELL DOYÐI Hendan dagin fyri 69 árum síðani andaðist Eric Arthur Blair – kend­ur sum George Orwell. Hann var føddur 25. juni í 1903 og gjørdist sostatt bara 46 ára gam­al. Undir pseudonyminum George Orwell var hann kendur sum enskur rithøvundur og journalistur. Best kendur er hann fyri »Animal Farm og »Nineteen Eighty-Four« ella »1984«, sum vit kenna hana. Í DAG ER ALMENNUR KLEMMIDAGUR Í dag er almennur klemmidagur í fleiri londum. Dagurin hevur sín uppruna í býnum Cairo í Michigan í USA, og síðan dagurin var samtyktur í USA 21. januar í 1986, hava fleiri lond tikið dagin til sín, eitt nú Týskland, Avstralia, Stóra Bretland, Kanada og Pólland. Kvøldseta í Skjóli­num mikukvøldið Mikukvøldið 23. jan­uar er aftur kvøld­seta á skránni í Skjól­i­num í Kong­ a­gøtu í Havn við spenn­andi evni   Tá menniskju av eini ella aðrari orsøk enda úti í misnýtslu, á­virk­ar hetta nógv fólk rund­an­ um. Talan kann vera um rættuliga nógv ym­isk fólk, ið so ella so verða ávirkað av, at ein per­ sónur hevur tað svárt. Hvat er tað sum hesi menn­iskju rundan um fara ígjøgnum? Hvussu svárt hava tey tað og hvussu ávirkar hetta teirra lív? Hvat stríðast av­ varð­andi, hjá fólki við misnýtslu, við? Hev­ur hetta beinleiðis av­leið­ ing­ar fyri teirra egna lív? Skommin, í einum heimi har misnýtsla býr inni, kann vera stór og hava fast­a­tøkur á øllum í heimi­num. Hvussu langt fara avvarandi fyri at fjala, fjálga um, ella rætt­vís­gera støðuna? Hvussu er okkara sam­felag á hesum øki­ num har øll kenna øll, og har vit liva so sera tætt upp­at hvør øðrum? Tora vit at spyrja inn til støður, har tað er oft­ ani er eygsæð, at menn­ iskju stríðast? Er tað loyvi at blanda seg? Til at tosa og hugleiða um hetta fáa vit vitjan av tveimum sera spenn­ andi monnum: Leivur á Lakjuni, ið er sálarviðgeri Blá­kross­ heim­i­num, og sum nóg­v­ ar royndir við at ar­beiða við misnýtarum og av­ varð­andi teirra. Hin er Sjúrður Skaale, sam­felagsfrøðingur, ið er upp­vaksin í eini av­ halds­familju, og hevur aldr­in havt fólk við al­koh­ol­trup­ul­leikum heilt inni at kropp­i­num, men er kortini - sum tey flestu - av­varð­andi hjá fólki, sum hóast tey ong­ar trupulleikar hava av al­koholi, hava stór­ar trup­ul­lei­kar av mis­nýt­ ar­um. Sjúrður kemur m.a. at spyrja: Kunnu avvarð­ andi og mynd­ugleikar - í eini væl­mein­andi roynd at bjarga alko­hol­ik­ar­an­ um upp á turt – í ver­u­ leikanum hjálpa hon­ um at drekka víðari, og gera seg sjálv til co-alk­ o­holikarar? Áttu fólk við­hvørt skjótari at valt al­ko­hol­ikaran frá, eins og hann átti at valt alko­ holið frá? ­Jens Marni Hansen kem­ur at vitja Skjólið fyri fyrstu ferð. Hann eig­ur onkran góðan sang til høvið. – Hjartaliga væl­kom­ in øll somul, heilsar Blái Kros­sur. Týsdagin 22. jan­uar verður ein kendur havn­ ar­mað­ur, Kim Lützen, 80 ár Hann er føddur í 1939 úti í Rætt­ará og vaks upp har sum trið­ielstur av fimm systkj­um. Foreldrini vóru Mog­ens og Ellen, ættað úr Fám­jin. Abbi Kim var Valdemar Lüt­zen, langabbin var Jacob og old­ur­abbin var Andreas Christ­ian, sum var tann fyrsti Lüt­zen í Føroyum. Dótt­ir hansara, Anna Even­ sen, lat á ell­isárum úr hond­ um ta for­vit­n­is­ligu søguna um páp­an, sum mest sum av til­vild kom til Føroya í 1837. Øll henn­ara frásøgn kann les­ast á heimasíðuni: www. olijacobsen.com Tað er eisini ein partur av ætt­ar­søguni, at ein annar old­ur­abbi var gamli M. C. Rest­orff. Dóttir hansara, Jette, giftist við Jacob, lang­ abba Kim. Hesar báðar ætt­ ir­nar hava havt ómetaliga stór­an fyri Føroyar, bæði inn­an vinn­ulív og mentan á ym­isk­um økjum sum rit­høv­ und­ar, málningalist og ikki minst sang og tónleik. Nøkur av barnaárunum var Kim hjá ommuni og abb­a­n­um í Fámjin, og hann gekk part av skúlagongdini har. Hetta tíðarskeiðið fyllir enn nógv í minninum hjá hon­um. Knotur eru eisini í ætt­ini úr Fámjin. Mamman, Ell­en, gjørdist nærum 101 ára gomul. Áhugamálini hjá Kim hava verið fjølbroytt. Hann var eisini skóti sum smá­ drong­ur og unglingi. Kim fór ungur til Dan­ mark­ar í fýra ára læru í timb­ ur­handli, eisini var hann eitt tíð­ar­skeið í Svøríki. Í 1959 kom hann heimaftur og byrj­aði timb­ur­hand­ilin hjá Valdemar Lützen av nýggj­ um. Kim er giftur við Ásu f. Heine­sen, dóttir Jacobinu og Heina í Norðragøtu. Tey møtt­ust bæði á skrivstovuni hjá Lüt­zen, har Ása var kom­ in at arbeiða í 1961. Tey gjørdu skjótt av og blivu gift í 1962. Tilknýtið til heimbygdina hjá Ásu sæst av, at tey nú eiga barn­dóms­ hem­ið hjá mammu Ásu. Hesi hús eru eitt prýði fyri bygd­ ina. Kim og Ása eiga 4 børn: Mogens, Ingibjørg, Heina og Maluna - harav trý teirra eru virk­in í Lüt­zens timb­ ur­handli á Skála­trøð, með­ an Mal­an er sjúkra­syst­ir á bráðdeildini á Lands­sjúkr­a­ hús­i­num. Abbabørnini eru níggju í tali, sum øll búgva í Havn. Tey bæði eru kend fyri teirra gestablídni og fyri at vera fyri­k­omandi. Tað kann hann á­sanna, sum skrivar hes­ar reglur. Í heimi teirra í Sig­mund­argøtu eru mong kom­in á gátt gjøgnum árini, og øll hava kent seg væl. Á ólav­søku hevur teirra heim í mong ár meira verið líkt ein­ um hotelli! Kim er enn í dag á skriv­ stovu­ni og handlinum á Skála­trøð, og her fáa bæði hann og mong onnur - serliga eldri menn - mangt gott prát­ ið um dagsins samfelag og ikki minst um gamlar dagar. Mong eru tey, ið hava leitað sær inn á gólvið af fáa Kim at greiða frá, sigast má at hann hev­ur eitt sera gott minni. Í au­gust í ár hevur Kim 60 ára starvs­dag. Virksemið hjá Kim og hansara er í gomlu fa­brikk­ ina hjá Østrøm, ein tann mest søguligu bygningur í Havn. Hesa søguna kennir Kim sjálv­sagt nógv til. Hann hev­ur eisini havt vitjan av Tórði á túri. Seinnu árini er virk­semi við timbursøluni broytt og niðurlagað. Nú er virk­semið mest útleigan. Eitt skifti var Kim for­ mað­ur í Havnar Ar­beiðs­gev­ ar­af­elag, og hevur luttikið í mong­um lønarsamráðingum í 70-80'u­num. Vanliga gekk eis­ini væl at fáa semju. Kim hevur skil fyri træ og tim­bur sum fáur. Eisini er hann ógvuliga fittur í hond­ unum. Seinastu árini hevur hann fing­ið nógv burturúr á kvøld­ skúla. Her eru nógvir snot­ i­ligir lutir úr træi komnir burt­ur úr. Føðingardagurin verður hild­in saman við familjuni. Hiðani skal verða ynskt Kim og hansara hjartaliga til­lukku við degnum. ó. Í morgin fyllir Kim Lützen í Havn 80 ár. Fyri 60 árum síðani kom Kim Lützen heimaftur úr Danmark og Svøríki og byrj­ aði timburhandilin hjá Valdemar Lützen av nýggjum Kim Lützen 80 ár Gomul mynd av Fabrikkini hjá Öström, sum Valdemar Lützen keypti í 1904, tá hann stovnaði handilsvirkið Valdemar Lüt­ zen A/S í fabrikkini. Har seldi hann byggi­tilfar og kol. Hetta var byrj­anin til handilsvirkið Valde­mar Lützen, ið stend­ ur á Skála­trøð í dag