Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LOUIS ZACHARIASEN FØDDUR Á KIRKJU HENDAN DAGIN Í 1890 Louis Christian Oliver Zachariasen (21. januar 1890 á Kirkju - 30. august 1960 í Keypmannahavn) var føroyskur rithøvundur, politikari, lærari, verkfrøðingur, blaðstjóri og stjóri. Var útbúgvin lærari í 1911. Tók verkfrøðingsprógv í Danmark í 1923. Gjørdist riddari av Dannebrog í 1949. Hann var løgtingsmaður í tveimum skeiðum 1940-1943 og 1946-1950, í 1948-1950 var hann lands­stýr­is­ mað­ur. Frá 1943 til 1954 var hann blaðstjóri á Tingakrossi, og hann var stjóri á Telefonverk Føroya Løgtings frá 1936 til 1952. Sum hjá fleiri øðrum, so hevur Louis Zachariasen eisini eftirkomarar í landsstýrinum – hann er abbi Kristinu Háfoss í móð­ir­ætt. Mamma Kristinu Háfoss, Anna Helena Danielsen, fødd Zachariasen, er dóttir Louis Zachariasen Simona Nolsø, ættað úr Koltri bú­sitandi í Nólsoy, andaðist í Eldra­sambýlinum om­an Hoydalar leyg­ar­dagin 19.januar 90 ára gomul. Ragna Elisa Petersen, Fuglafirði, fødd Tofte­ gaard, andaðist í heim­inum 19. januar, 80 ára gomul. Jonhard Herdalur, ættaður úr Vági, bú­sit­ andi í Karup andaðist fríggjadagin 18. jan­ u­ar 75 ára gamal. Bjørg Olsen, Vágur, fødd Danielsen, ættað av Tvøroyri andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi 18. januar 68 ára gomul. Hallgerð Sivertsen, frá Gjógv, búsitandi í Havn, andaðist mánadagin 14. janaur, 93 ára gomul. Jenny Ellingsgaard, fødd Rasmussen, ættað frá Norðskála, búsitandi á Eiði, andaðist á Korn­dals­býl­i­num á Eiði mikudagin 16. jan­uar, 98 ára gomul. Meinhard Frants Olsen, eisini nevndur Meinhard við Rætt, ættaður av Toft­um andaðist á Lands­sjúkr­ a­hús­inum leygardagin 12. januar, 86 ára gamal. Fríðgerð Sigrid Debess, vanliga nevnd Fríðgerð á Túgvunum, ættað av Sandi, búsitandi í Havn andaðist á Lands­ sjúkr­a­húsinum 15. jan­uar, 90 ára gomul. Oda Svanhilda Leitisstein, and­aðist á Fugl­sang­gård­en Pleje­ center í Grenaa týsdagin 15. januar, 80 ára gomul. Charlie Jespersen, ættaður av Tvør­oyr­i, búsitandi í Nor­egi andaðist á Sjúkr­a­húsi­ num í Oslo týsdagin, 77 ára gamal. Sofía Olivia Fransiska Olsen, Saltangará, van­ liga nevnd Fía, ættað úr Sørvági, andaðist í heim­inum mánadagin 14. januar, 90 ára gomul. Hannebette Kay­stens­ dóttir Andersen, bú­sit­ andi í Hirtshals andaðist 14. januar, 51 ára gomul. Leslie Cruse, Fuglafjørður, andaðist í heiminum í Grenaa sunnudagin 13. januar, 73 ára gamal. Esther Mørk í Vági, ættað úr Sand­vík, andaðist á Lands­ sjúkr­a­hús­i­num 13. jan­uar, 90 ára gomul. Elsubeth Susanne Borðoy, ættað úr Klaks­ vík, bú­sitandi í Odense andaðist fríggjadagin 11. januar, 63 ára gomul. Jeanette Mýrá, ættað úr Sandvík, búsitandi í Vági, andaðist á Suð­ ur­oy­ar Sjúkrahúsi leyg­ar­dagin 12. janaur, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Fanny Høgnesen, fødd Eid­es­gaard, ættað av Eiði búsitandi í Klaksvík, andaðist á heiminum við Vágna fríggjadagin 11.januar 90 ára gomul. ANDLÁT Gist & Vist samtakið hevur frá leygardegnum at rokna keypt felagið, sum átti og rak matstovuna Skeiva Pakkhús í Havn Seinnapartin fríggjadagin tók Gist & Vist samtakið yvir matstovuna Skeiva Pakkhús í Havn. Talan er um matstovuna, sum Leif Sørensen, Bjarni Joensen og Leivur Dalsgaard stovnaðu og sum lat upp tíðliga í summar, og sum hev­ur havt til húsa í Skeiva Pakk­húsi hjá Valdemar Lüt­ zen úti í Rættará í Havn. Sum skilst hevur tað ikki gingið sum ætlað við rakstrinum av matstovuni, og tí valdu eigararnir at selja felagið. Gist & Vist rekur Hotel Før­oyar, Hotel Tórshavn og Hotel Vágar. Felagið hevur eisini fleiri mat­stovur, eitt nú Koks og matstovurnar Heima í Havn. Felagið hevur eisini rikið tey trý mat­arstøðini í SMS, sam­an við SMS, men við ársskiftið seldi Gist & Vist sín part av hesum matstovum til SMS. Matstovan Skeiva Pakkhús er nú stongd í nakrar dagar, meðan nýggju eigararnir fyrireika, hvussu leisturin skal vera framyvir. Men greitt er, at matstovan letur uppaftur í somu hølum. Leygardagin fylti ein kend­ur advokatur í Før­oy­um 85 ár Tormóður vaks upp í Klaks­ vík, sonur tey kendu lær­ar­ a­fólkini Hjørdis og Hákun Djur­huus. Hákun var poli­ t­ik­ari, løg­tings­mað­ur í eitt mann­a­minni, fólka­tings­mað­ ur og eisini Føroya løgmaður í sjálvs­stýrislandsstýrinum frá 1962-66. Eftir lokið studentsprógv fór Tor­móð­ur til Keyp­mann­ a­havn­ar at lesa løgfrøði í 1952. Tor­móður giftist við Bysse, dótt­ir Hertu og Effa Mohr, og fingu tey 4 børn: Hák­u­n, Petur Even, Bjørg og Gunn­ar. Eftir at hava starvast sum ad­vokatur í Keypmannahavn í eini 10 ár varð leiðin løgd heim­aft­ur til móðurlandið. Tor­móður fór í starv sum ad­vok­at­ur á Bryggjubakka hjá Leif Waag­stein og eisini sum skriv­ari hjá Føroya reið­ ar­a­fel­ag. Í sínum yrki hevur hann havt mong áltisstørv, og hevur hann virkað sum ad­vo­kat­ur til fyri nøkrum ár­um síðani, tá hann valdi at leggja starvið frá sær fyri at njóta pensjónsárini saman við konuni Bysse. Tá Bysse og Tormóður valdu at flyta heimaftur í 1968 høvdu tey ognað sær eitt grund­øki við Hvíta­nes­ veg­in í Hoyvík og flutt varð inn í nýggj sethús í 1969. Tá var Hoy­vík ein lítil bygd við eini 20 set­húsum. Tað, sum hevur eyð­kent stásliga heimið á Hvít­a­nes­ vegi 19, er teirra stóri blíð­ skap­ur. Al­tíð hava tey tikið und­ir við tí, sum ungdómurin hev­ur tykist við og verið til stað­ar. Tá ítróttarfelagið H71 varð stovnað 1971 vóru tey í fremstu røð og munnu tær flestu stóru avgerðirnar í fel­ag­num hava rót úr heim­ i­num á Hvítanesvegi 19. Børn­ini hava verið í fremstu røð í fel­ag­num – hava leikt á vall­um og røkt formans- og nevnd­ar­sess­ir í felagnum. Í dag er ver­dótt­ir­in, Anna Dam, forkvinna í felagnum. Enn eru tey til dystin fús, og er okk­urt í felagnum, so eru tey har, Bysse og Tor­ móð­ur. Eru dystir í fel­ag­ num, so eru tey mitt í á­skoð­ ar­a­fjøld­ini og eggja leikarum sín­um. Onnur frítíðarítriv hevur Tor­móð­ur eisini havt. Jørð hava tey í Skúgvi, haðani páp­in var ættaður. Á trøðni á Sela­trað, har mong epli eru sett niður. Men tað, sum hann hev­ur lagt størstu orku í í frí­tíðini, er tann vakra urt­ a­garð­in rundanum sethúsini. Har var bert eyrur og grót at byrja við. Við tolni, treiskni og á­haldni, við spaka, krák­ u­nevi, eyrhakkara og jarn­ broti; og at drena og laða, hev­ur hann fingið vakran urt­a­garð við blómum, urtum, runn­um og trøum at blóma. Vit ynskja Tormóði hjarta­liga til lukku við teim­ um 85 árunum í dag. Takk fyri rík­ar og góðar løtur á leið­ini við ynski um nógv góð ár aft­ur­at. Hoyvíkingar NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Tormóður Djurhuus 85 ár Gist & Vist yvirtikið Skeiva Pakkhús Tað var tíðliga í summar, at matstovan lat upp í hugnaligu hølunum í Skeiva Pakkhúsi, hjá Valdemar Lützen. Kendi kokkurin Leif Sørensen var høvuðskokkur á matstovuni Leygardagin fylti kendi advokaturin Tórmóður Djurhuus í Hoyvík 85 ár Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barninum, og vit vilja fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Send mynd við Øll børn, sum koma í blaðið, fáa ein bamsuklút sendandi frá Sosialinum