mánadagur 21. januar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinasta mikudag var
hátíðarhald í Mylnuhúsinum í
Klaksvík, sum nú hevur 20 ár
á baki, og her varð bjóðað til
kakao og bollar.
Tunnilsliðið arbeiðir nú 189
metrar undir vatnskorpuni
Í dag veit NCC at
siga, at í síðstu viku
varð komið niður á
lægsta stað, sum
verður í Eysturoyar
tunlinum, og nú
verður eisini farið
undir at spreingja
hin seinasta av fimm
brunnum til vatn
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku vórðu boraðir og
sprongdir 118 metrar í Eyst
uroyartunlinum tilsamans.
Tað merkir, veit NCC í dag
at siga, at nú eru sprongdir
tilsamans 9.176 metrar av
teimum 11.250 metrunum, sum
samlaða longdin av Eysturoy
artunlinum verður.
Stívliga 2000 metrar – ella
neyvari 2074 metrar – eru nú
eftir at bora og spreingja.
Soleiðis gekk
Gongdin í tunnilsarbeiðnum
í síðstu viku var, at 58 metr
ar
vórðu
sprongdir
frá
Streymoyarlandinum, og her
eru nú sprongdir 4.452 metrar
tilsamans.
Frá rundkoyringini undir
Tangafirði og móti Hvítanesi
vórðu sprongdir tilsamans 23
metrar, og á hesum teini eru
nú sprongdir tilsamans 1.577
metrar.
Sprongt hevur eisini verið
fyri pumpubrunni á teininum
móti Hvítanesi í undanfarnu
viku.
Í síðstu viku vórðu sprongd
ir 37 metrar frá rundkoyringini
undir
Tangafirði
og
móti
Saltnesi, og á hesum teini eru
nú sprongdir tilsamans 1.522
metrar.
Lægsta stað
Í dag veit NCC eisini at siga,
at í síðstu viku varð komið
niður á lægsta stað, sum
verður í Eysturoyartunlinum
á Tangafirði, og hetta punkt er
189 metrar undir vatnskorpuni.
- Nú verður farið undir
at spreingja hin seinasta av
fimm brunnum til vatn, sum
lekur inn í Eysturoyartunnilin,
leggur
NCC
aftrat
í
síni
nýggjastu
frágreiðing
um
gongdina í tunnilsarbeiðnum.
Nú er
arbeiðið
í gongd
Vilmund Jacobsen
Hin 14. januar í ár byrjaðu
Falkon Entreprenørar upp
á lendisarbeiðið á Kneysum
á
Toftum,
har
tvær
íbúðareindir við tilsamans
18
leigu-og
lutaíbúðum
skulu byggjast.
Tað er Nes kommuna,
sum stendur fyri lendisar
beiðnum fyri Bústaðir, ið
lata íbúðirnar byggja. Tað
verður byggivirkið KBH,
sum byggir íbúðirnar fyri
Bústaðir, og tær fyrstu
skulu standa klárar at flyta
inn í á heysti ár 2020.
Økið á Kneysum er beint
oman fyri havnalagið á
Toftum, og í Nes kommunu
halda tey, at hetta er ein
góð staðseting – við stutt
um vegi í skúla og góðum
útsýni yvir fjørðin.
Talan verður um tvey
íbúðarhús. Tað eina við
átta eins íbúðum á umleið
75 fermetrar - og hitt við 10
íbúðum, har tær seks verða
umleið 50 fermetrar hvør,
og hinar fýra verða umleið
75 fermetrar hvør.
VIRÐISLØNIR: Tað verður mikukvøldið 23.
januar, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna
í mentamálum, fer at handa virðislønirnar
til lista- og mentafólk fyri 2018, og í ár
verður handanin á almennari samkomu í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan 19.
Bara upsaveiðan
sum ikki roynist
Tað er nógvur
toskur og nógv hýsa
at fáa, men verri
gongur við upsanum
Vilmund Jacobsen
Meðan línuskip og útróðr
arbátar hava góðan fiskiskap
eftir toski og hýsu, og fiski
skapurin hjá trolbátum sum
heild eisini hevur roynst, lata
teir, sum fiska upsa, ikki so
væl at.
Upsafiskiskapurin hevur í
longri tíð verið smáligur, men
tað eru eisini skip, sum gera
hampilig hál eftir upsa.
Tó hevur ikki bragdað í
upsafiskiskapi, soleiðis sum
tað hevur gjørt í veiði við húki
eftir toski og hýsu.
Fríggjadagin
vóru
øll
partrolarapørini til fiskiskap,
men latið verður einki serligt
at. Eitt par hevur verið á Rygg
inum, og hini øll fiska upsa.
Tveir
djúpvatnstrolarar
vóru til fiskiskap fríggjadagin.
Teir fiska upsa og koma
væntandi inn at landa mið
skeiðis í hesi vikuni.
- Fýra trolbátar fiska hav
tasku, og ein fiskar tosk og
hýsu. Vit rokna við, at teir
koma inn at landa miðsleiðis
í hesi vikuni, siga tey á Fiska
marknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at fýra
garnaskip fiska svartkalva.
Tað, sum bara var ein dreymur fyri nøkrum árum síðan, nærkast nú veruleika
Mynd: DroneDirector/ Simon Nordendal
Í longri tíð hevur ikki verið latið
nakað serligt at upsaveiðini