mánadagur 21. januar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kári Thomsen
Tá granskarar á Havforsknings
institutet í Noreg gjørdu royndir
at kanna taravøkstur ut fyri
Bergen, og høvdu hongt suk
urtara út fleiri støð fyri at kanna
gróðurin, komu teir meira og
minni av tilvild eftir, at á einum
stað var tarin følnaður, og uttan
at nøkur frágreiðing kundi gevast
til orsøkina.
Tá spurt varð hjá nærmasta
granna, ið er eitt alilaksbrúk, varð
sagt, at teir stutt innan høvdu
lúsaviðgjørt við Hydrogenperoxid.
Skjótt varð at kanningar við
Barbro Taraldset Haugland, Phd-
lesandi, á odda vóru gjørdar við
sukurtara í ymiskum styrkum
av hydrogenperoxid. Ikki er lætt
at síggja nær tari er følnaður
ella ikki, men við mátingum av
súrevnisframleiðsluni, kundi
staðfestast, at tarin var deyður.
Kanningar vóru gjørdar við
óblandaðum hydrogenperoxid
(uml. 35%) og við 1/10 part
upptynntum løggi. Her vísti seg
at sukurtarin doyði sjálvt við
tynnsta løgginum, og at helvtin
av taranum doyi við blanding
á uml. 1/20 part av løgginum. Í
samrøðu við NRK greiðir Barbro
frá, at sukurtarin hevur alstóran
tídning í vistskipanini fram við
strendurnar, har vakstrarøki er
fyri fisk og onnur djór, og ikki
minni, at just sukurtarin hevur
tídning í súrevnisframleiðslu.
Hydrogenperoxid
Um evnið Hydrogenperoxid
kann sigast, at talan er um etsandi
løgg, ið kann tendra um hann
kemur í samband við lívrunnið
tilfar, og er eksplosivur um hann
kemur í samband við t.d. kopar
ella onnur rein metallir. Evnið
verður sterkt upptinnt nýtt sum
bleikievni og til sóttreinskan, og
sum sterkur løggur til lúsabasing,
har tað antin verður pumpað
beinleiðis út í ein aliring ella nýtt
í brunnbáti, fyri síðan at verða
dumpað út í firðirnar.
Sjálvt um evnið hevur
verið mett sum tað mest
umhvørvisvinarliga, sæst at
neiligar avleiðingar á reku og
krabbadjór, eisini plankton, ikki
kunnu afturvísast. Hesum vegna
hevur Havforskningsinstituttet
boðað frá, at inntil vit hava meira
nágreiniliga vitan um spjaðing og
upptynning av Hydrogenperoxid í
lúsaviðgerð, eigur fyrivarnisreglan
móti dumping at verða sett í verk.
Í marts 2017 varð forboð sett
at dumpa lúsabasingarevni
nærhendis reku- og gýtingarøkum
í Noreg, tí strendurnar í fleiri
kilometra longd vóru fjaldar
av deyðum rekum. Og fyri
nøkrum mánaðum síðan segði
norski fiskimálaráðharrin,
Harald T. Nesvik, at vilja seta
fullkomið bann móti dumping av
lúsabasingarevnum nærhendis
reku- og gýtingarøkum.
Sukurtari
Um sukurtara, ið her hjá okkum
er at finna við kyrrupláss og
niðan fyri hægstu fjørðu, kann
sigast, at hann, saman við øðrum
tarasløgum, er skógarvøksturin í
sjónum og hevur alstóran tídning
fyri aðrar algur, sandmakk og
annan makk, krabbadjór, fisk, fugl
og súðdjór. Hvørvur sukurtarin,
kann tað hava við sær álvarsligar
avleiðingar fyri lívið í sjónum.
Ovurstór nýtsla av
Hydrogenperoxid
Nýtslan av Hydrogenperoxid
í Føroyum er fleirfalt størri enn
nýtslan í Noreg.
Í 2012 brúkti føroysk alivinna
43 kilo Hydrogenperoxid pr. tons
av alilaksi, meðan norsk alivinna
brúkti 2,4 kilo pr. tons. Altso 20
falt so stór nýtsla í føroysku
alivinnuni.
Í 2016 var nýtslan í Føroyum
so at siga tann sama pr. tons av
alilaksi, meðan norska nýtslan
10 faldaðist til uml.22 kilo – og
føroyska nýtslan tó tvær ferðir
tað.
Varskó...sjálvt um tøknin er
tøk....
Norskir granskarar rópa
varskó, og sjálvt politkkarnir eru
við at fáa kaldasveittan fram eftir
enn eina skelkandi avdúking um
skaðaárin á lívfrøðina í sjónum.
Her í landinum er deyðatøgn
meðan víðkað verður um
smoltstøðir og framleiðslu og
enn størri framleiðslu á sjónum í
opnum aliringum.
Uttanumtosið hjá stjóranum
á Bakkafrost, Regin Jacobsen,
at aling í lokaðum skipanum
ikki letur seg gera, sleppur at
standa ósvarað fra politiska
myndugleikanum – sjálvt um
norsk alifyritøka í fleiri ár
hevur alt á sjónum og í lokaðari
skipan – uttan lakslús, uttan
lúsabasingarevni, uttan skran- og
fóðurleivdir út í firðir og sund, og
við einari vøru, sum verður tann,
ið keyparin kemur at biða um – tí
hon lúkur umhvørviskrøvini.
Umhvørvisstovan gevur
aliloyvir, og hevur sum standard
orðing, at best tøka tøkni skal
nýtast – um hon er tøk. Og
sjálvt um slík er tøk, so letur
Umhvørvisstovan og harvvið
landsstýrið – alt um seg ganga og
bara standa til.
Støðan í dag er ein
grov umhvørvisdálking,
heiluvágsviðgjørdur alilaksur
sleppur leysur og áir og vøtn
fyllast við sjúkufongdum og
hálvdeyðum alilaksi, og villi
laksurin er fyri hóttan at verða
avoydddur.
Burðardygga vinnu er
so ikki talan um á nakran
hátt, men heldur øvugt eina
umhvørvisoyðandi vinnu, ið vit
og tey, ið skulu koma eftir okkum,
nokk vildu verið fyriuttan.
Alingin oyðir taraskógin