Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Meðan 2000 tey rík­astu fólkini í heim­ i­num blivu 12 pro­sent ríkari í 2018, bleiv tann fá­tækasti helm­ ing­urin av heims­ ins íbúgvum 11 prosent fátækari Tað vísir ein nýggj rapp­ort frá menn­ing­ar­fel­ags­skap­i­ num Ox­fam Ibis. Rapportin kemur í sam­b­ andi við, at leiðarar frá øllum heim­i­num hesa vikuna hitt­ast á árliga tiltakinum World Economic Forum, sum verður í Davos í Sveits. Í rapp­ortini skrivar Oxfam Ibis, at 26 fólk í dag eiga tað sama, sum fátækasti helm­ ing­urin av heimsins íbúgv­ um. Menningarfelagsskapurin vís­ir á, at tiltøk eiga at setast í verk fyri at tryggja, at tey rík­astu rinda tann skatt, sum tey eiga. – Vit mugu berjast ímóti, at tey allar ríkastu sleppa und­an skatti, og vit mugu seta inn móti skattaskjólum. Hetta ávirkar heilsuskipanir og út­búgv­ing­ar­skip­anir í fleiri londum, sigur að­al­ skriv­arin í Oxfam Ibis Krist­ ian Weise, sambært Ritzau. – Ein eyka skattur á 0.5 pro­sent vildi viðført, at 250 mill­i­ónir børn sleppa í skúla, sig­ur hann. Hóast eina afturgongd í saml­aðu peningaligu við­ ur­skift­un­um hjá heimsins fá­tæk­astu helvt, so eru tað færri, sum liva undir fá­tæka­ mark­i­num í dag. /ritzau/ 26 FÓLK EIGA TAÐ SAMA SUM HEIMSINS FÁTÆKASTU (Foto: WAKIL KOHSAR/Ritzau Scanpix) Lesandi, sum vilja arbeiða í fíggj­ar­heiminum, hava størri lyndi til at vera ó­er­ lig. Tað vísir ein nýggj donsk kanning, sum er gjørd av fýra granskarum frá lærda háskúlanum í Keyp­mann­a­ havn. Tey lesandi, sum eftir lokna útbúgving fara at ar­ beiða í almenna geiranum, eru fyri tað mesta erlig. Men tað eru tey ikki, sum ynskja sær starv í fíggjarheiminum. Tey fólkini, sum vóru við í kanningini lesa jura, bú­skap og stjórnmálafrøði á lærda háskúlanum í Keyp­mann­a­ havn. Í kanningini hava tey les­ andi millum annað havt til upp­gávu at gita úrslitið av einum terningakasti. Gittu tey rætt, fóru tey at vinna peng­ar. Snildni í kanningini var tó, at tey lesandi bert skuldu avdúka teirra git, eftir tey høvdu tveitt terningin og sæð úrslitið. Á hendan hátt kundi tey vandaleyst siga sama tal, sum terningurin vísti, heldur enn teirra egna git, og soleiðis fáa vinningin ó­ansæð um tey gittu rætt ella ikki í veruleikanum. Í spælinum gjørdu gransk­ar­a­r­nir sær dælt av, at kjans­urin fyri at raka rætt, tá ið ein skal gita eitt tern­ ing­a­kast, er ein sættipartur. Gransk­ar­a­rnir kundu sostatt ikki gera niðurstøður um hvønn einstakan persón í kann­ing­ini. Men statistiskt kunnu teir siga nakað um, hvussu stór óerligheit er í teim­um ymsu bólkunum. Harumframt kunnu teir síggja, um tað er munur á teim­um, sum vilja arbeiða í al­menna geiranum og teim­ um, sum vilja arbeiða í tí priv­ata. – Vit eru komin fram til, at í Dan­mark er lyndi til, at tey mest erligu vilja arbeiða í tí al­menna, meðan tey mest ó­erligu vilja arbeiða í tí priv­ata, sigur Nikolaj Arpe Harmon, sum er ein av gransk­ar­unum í kanningini, við Ritzau. Hann sigur víðari við In­ form­a­tion, at tey, sum vilja ar­beiða hjá tí almenna, snýta tíggju prosent minni enn tey, sum vilja arbeiða í tí privata. Fíggjarheimurin stendur sam­bært granskarunum o­v­ ast­ur á listanum yvir kom­ andi arbeiðspláss hjá 20 pro­ sent av teimum mest óerligu les­andi. – Tað hongur væl saman við, at vit kunnu eygleiða, at tey óerligu verða motiverað av peng­um, tá ið tey velja ar­beiði, sigur Nicolaj Arpe Harm­on við Ritzau. /ritzau/ Nýggj kanning: Óerlig lesandi vilja arbeiða í fíggjarheiminum Danska stjórnin vil aftur broyta próvtalsstigan, sum sam­bært nýggjum eftirmetingum ikki er nøkt­andi. Í vár ætlar danska stjórnin at hava ein nýggj­an stiga. Ein umfatandi eft­ir­ met­ing gjørd í Danmark av tí próvtalsstiga, sum skúl­a­næm­ingar í Dan­ mark og Føroyum verða mett­ir eftir vísir, at stigin ikki fær góðan karakter. Tvørturímóti hev­ur sokallaði sjey­trins­stig­ in, sum kom í staðin fyri 13-tals­stig­an í 2006/2007, so stór­ar veik­lei­k­ar, at danska stjórn­in ætl­ ar at gera broyt­in­g­ar í stiganum. Út­búgv­ingar- og gr­ansk­ing­a­rmál­a­ráð­ harr­in Tommy Ahler og und­ir­vís­ing­ar­mál­a­ráð­ num Merete Riisager siga við Ritzau, at eitt nýtt upp­skot verður klárt í vár. – Vit skulu ikki hava ein heilt nýggjan stiga, men vit mugu gera upp við ein skala, sum fok­u­ serar ov nógv upp á mis­ tøk, og har tað eru ov stór lop millum próvtølini. Sti­g­in skal kunna brúkast meira neyvt og kunna løna óvanliga góðar før­ leikar, sigur Tommy Ahl­ ers við Ritzau. Ein umfatandi eft­ir­ met­ing av stiganum vísir, at hann riggar, tá man sam­an­ber við altjóða stig­ ar, men samstundis eru fleiri mangl­ar. Tað snýr seg mill­um annað um, at tað er ov stórt lop millum próv­tølini 4, 7 og 10. – Próvtølini eru so breið, at tey skulu rúma fleiri ymisk støði. Og um próv­dóm­ar­arnir eru í iva, hava teir lyndi til at velja mill­um tvey tey hæstu próv­tøl­ini, fyri ikki at revsa næm­ing­arnar, siga lærdu há­skúlarnir millum ann­að í eftirmetingunum. Tað skrivar Ritzau. Tað kann viðføra, at færri enn væntað fáa próv­tal­ið 4. Samstundis fáa fleiri enn væntað próv­tal­ið 12. Meðan tað á lærdu há­skúlunum vórðu 13 pro­s­ent 12 tøl givin í 2007, vóru tað 18 prosent 12 tøl í 2016. Samstundis sakna lær­ar­arnir ein stiga, sum kann geva serliga gott próv­tal til tey, sum skara framúr. – Tað skal vera møg­ u­ligt at geva eyka gott próv­tal til næmingar, sum ikki bara gera sítt ar­beiði feilfrítt, men í ver­ u­leik­a­num gera tað betri enn perfekt og koma við onkrum eyka, sigur Mer­ ete Riisager við Ritzau. Hon heldur, at júst tað próv­talið manglar. Tað, sum fyrr var 13. Tí fara fleiri ser­frøð­ ing­ar komandi tíðina at leita fram ein stiga, sum kann sammetast við aðrar altjóða stigar, men sum samstundis kann geva próv­tal til teir næmingar, sum skara framúr. Danmark: Próvtalsstigin skal broytast