Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-01-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. januar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. januar 2019 · Nr. 8 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Glasir beindi fyri Rigmor dam sum landsstýriskvinnu Beint fyri prentstart fingu vit hesa fráboðan frá Rigmor Dam, lands­ stýr­is­kvinnu í mentamálum, sum vit ikki fingu stundir at viðgera nærri: »Eftir øllum at døma liggur Lands­ verk framvegis inni við hópin av ó­goldn­um rokningum fyri arbeiði á skúla­depl­inum í Marknagili. Aftur hes­a­ferð er talan um rokn­ ing­ar fyri tíggjutals milliónir krón­ur, ið Landsverk ikki hevur kunn­að Mentamálaráðið um fyrr enn nú í januar. Hetta, hóast Mentamálaráðið bað um fult yvir­lit yvir fíggjarstøðuna seint í heyst, og at partarnir eisini hittust á fundi beint eftir nýggjár. Sum ábyrgdarhavandi lands­ stýr­is­fólk má eg bara staðfesta, at ál­itið á Landsverk er ikki til staðar, og at til ber ikki at virka undir ver­andi kørmum og skipan, har álit millum partarnar er fremsta for­treytin. Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi up­p­lýs­ingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokn­ingar fyri kreditorum og okk­um, sum varða av játtanini – sam­stundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi. Eg meti, at Mentamálaráðið til fulnar hevur fylgt teimum sam­starv­sa­v­talum og mannagongdum, sum eru vanligar í byggimálum hjá tí al­menna. Tí er tað mín vón, at bygg­i­ verk­ætl­anin av skúladeplinum í Markn­agili verður kannað, so slíkt ikki endurtekur seg. Her verður bæði hugsað um leik­lutin hjá Landsverki, Sam­ ferðsl­u­málaráðnum (fyrr Fíggj­ ar­mál­a­ráðnum), sum eftir­ litsmyndugleika yvir Landsverk og Mentamálaráðnum, sum í hes­um førinum hevur umbiðið ein skúla; Herundir fíggjarstýring, leiðsl­u­skipan og ábyrgdarbýti. Harumframt mæli eg staðiliga til, at skipanin av almennum byggi­verk­ætlanum verður endu­r­ skoðað, so fíggjarlig ábyrgd, eftirlit og ræðisrættur yvir játtanini eru á einum og sama stað. Fyri at skapa frið um mið­náms­ skúl­an Glasir, og við inniligari vón um, at neyðug játtan verður fingin til vega, so skúlin kann byggjast lið­ug­ur sum skjótast, havi eg, av pol­it­iskum orsøkum, í dag heitt á Aks­el V. Johannesen, løgmann, um at verða loyst úr starvinum sum lands­stýriskvinna í mentamálum, og at hetta hevur løgmaður tikið til efti­rtektar. Við hesum takki eg øllum sam­starvsfeløgum fyri fruktagott sams­tarv, nú mær untist at røkja sessin sum landsstýriskvinna í mentamálum í nærum hálvfjóðra ár.« RIGMOR DAM LEGGUR FRÁ SÆR